hósdagur 24. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
13
Jarðarferðin hjá Hans Jørgen Jensen, Tannlækni
í Hvalvík, verður úr Hvalvíkar kirkju, leygardagin
kl. 14.
Kjartan Sofus Nielsen andaðist í heiminum miku
morgunin 23. august, 79 ára gamal. Farið verður
úr heiminum í Glyvra kirkju, fríggjadagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin
kl 14. Tey, ið ynskja at minnast Kjartan, kunnu
lata eina peningagávur til Glyvra kirkju. Konta í
peningastovninum.
Anna Hansen, f. Højgaard, andaðist týsmorgunin,
65 ára gomul. Farið verður úr heiminum í Glyvra
kirkju í dag kl. 18. Jarðarferðin verður úr Glyvra
kirkju fríggjadagin kl. 14. Tey ið vilja minnast
Onnu kunnu lata eina peningagávu til Glyvra
kirkju, konta í peningastovninum.
Kistan við Óla Jákup Hansen, Leynar, fer úr
Landssjúkrahúskapellinum í dag 24. august kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju fríggjadagin
25. august 14.
Andlát og jarðarferðir
Jarðarferð
Jarðarferðin hjá
Hans Jørgen Jensen
tannlækna, Hvalvík
verður úr Hvalvíkar kirkju leygardagin 26. aug.
kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Anna, Anker, Nicolaj, Anna og Njál við familju
Eftir at gamla Tinghúsið (bygt
1854) var vorðið ov lítið,
varð í 1906 avgjørt at byggja
nýtt Tinghús. Um jóltíðir
sama árið, var farið undir
um- og útbyggingina, húsið
varð longt bæði oman eftir
og niðan eftir, kostnaðurin
var kr. 5.800.
„Nýggja“ Tinghúsið bleiv
tikið í brúk 1. juli 1907.
Teir 5 havnarmennirnir sum
stóðu fyri arbeiðinum vóru:
Dione og Poul Isaksen „í
Geil“, teir høvdu málara-
og
tapetiseringsarbeiðið
um hendi, timburarbeiðið
gjørdi Hans Andr. Hansen
„Dia í Pæsastovu“, og grund
ina gjørdu Kristian August
Mouritsen „Kristian í Barna
stovu“ og Johannes F. Sim
onsen „Johannes murer“.
Havnarfólk vóru ikki errin
av nýggja Tinghúsinum,
sum tey als ikki hildu pass
aði við umhvørvið. 11 ár
frammanundan, í 1896,
varð nýggi kommunuskúlin
tikin í brúk, skúlin kostaði
38 tús. kr. og var hetta ein
stór byrða hjá teimum fáðu
skattgjaldarunum, sum búðu í
Havn tá (íbúgvaratalið í Havn
var í 1890, 1303 fólk).
Havnarfólk skiltu ikki,
at allar Føroyar ikki høvdu
ráð at byggja eitt parla
mentshús, sum í minsta
lagið svaraði til kostnaðin
av Kommunuskúlanum.
Tinghúsinum er tikin í 1905,
meðan Arthur Brend tók mynd
ina av „nýggja“ Tinghúsinum
í 1907.
Kelda: Birgar Johannessen
Tórshavnar alfrøði:
Løgtingshúsini í 1854 og 1907
Dagurin í morgin
25. august. Ludvík, deyður í 1270. Kongur í Fraklandi, nevndur Ludvík hin Heilagi. Stóð á odda fyri fleiri krossferðum.
Á einari ferð til Norðurafrika doyði hann av sjúku. Upprunaliga germanskt navn, ið merkir viðgitin og stríð.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Kjartan Sofus Nielsen
Saltangará
andaðist í heiminum mikumorgunin 23. august,
79 ára gamal.
Farið verður úr heiminum í Glyvra kirkju,
fríggjadagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Nanny, Jón, Edvard og Nicolina
Tey, ið ynskja at minnast Kjartan við blómum ella kransi,
kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Glyvra kirkju.
Konta í peningastovnunum.
Gamla tinghúsið varð bygt í
1854
Eftir eina um- og útbygging stóð nýggja løgtingshúsið liðugt í 1907 . Leggið til merkis, at tey fýra vindeyguni í miðjuni á húsinum
eru tey somu sum á gamla bygninginum
Teir fimm havnarmennirnir sum stóðu fyri arbeiðinum: