Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 162 - 24. august 2006 Ov smáar boppur, skeiva nøs, hang­ andi eygnalok ella flúgvioyru? Leyst magaskinn, feitt­súgvingar og hárfjerningar... heim­urin broytist og føroyingurin við. Nú fer at bera til at rætta uppá skeivleikarnar, hjá nýstovnaða føroyska/ íslendska felagnum, Artharmonia, sum fer at bjóða føroyingum plastkirurgi á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi plastkirurgi Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Artharmonia er nýstovnaða privata klinikkin, sum fer at bjóða føroyingum plast­kirurgi, og felagið hevur júst skrivað undir eina samstarvsavtalu við Klaksvíkar Sjúkrahús, har felagið býður plastkirurgiska viðgerð undir innlegging á sjúkrahúsinum ella sum ambulanta tænastu. Tað eru føroyskir og ís­lendskir skurðlæknar, sum hava stovnað samtakið, og verða tað teir báðir skurðlæknarnir Ólafur Einarsson og Eliesar Olsen, sum báðir eru serlæknar í plast­ikskurðfrøði, sum koma at viðgera føroysku sjúk­lingarnir. Dagliga starvast teir sum ávikavist yvirlækni á Landsspitalinn og Domus Medica í Reykjavík og á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn. Fyrr sent av landinum Eliesar Olsen, sum er einasti lækni innan plastkirurgi í land­inum, sigur, at hann fegnast um, at tað nú fer at bera til at viðgera føroyingar, sum hann vanliga sendir av landinum. – Endamálið er, at allar viðgerðir, sum vit fyrr hava sent av landinum, nú skulu gerast í Føroyum. Hetta er eitt stórt framstig – bæði fyri meg persónliga og fyri sjúklingarnar, sum spara nógva tíð og pening, tí tey ikki skulu ferðast so nógv - ofta fleiri ferðir, til kanningar, viðgerð og eftirkanningar. Men hvørjar viðgerðir fara tit at bjóða, spyrja vit. Og Ólafur Einarsson, sum dagliga er yvirlækni á Landsspitalinn og Domus Medica í Reykjavík, svarar greitt: – Vit ætla okkum at bjóða allar viðgerðir, sum vit meta, kunnu gagna lívsgóðskuni hjá fólki, og sum tey eru før fyri at rinda fyri, sigur hann, og hann leggur staðiliga afturat, at tær sjálvsagt altíð skulu verða innan læknalig ráðilig mørk. Og Eliesar Olsen leggur afturat, at tað altíð vil vera ein subjektiv meting hjá teimum, sum koma at liggja til grund fyri avgerðini um at viðgera fólk. – Vit fara sjálvsagt ikki at fara so langt, sum vit kenna tað úr eitt nú marglætisumhvørvinum í USA, og tað fer ikki at ganga ein annar Micheal Jackson í Havnargøtum, sigur Eliesar Olsen, sum hvønn dag hevur samband við fólk, sum ynskja eina ella aðra viðgerð, har tað er neyðugt at senda tey av landinum. Stjórin fegnast Stjórin á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi, Heri Ellings­gaard, fegn­ast um avtaluna, sum sjúkrahúsið hevur fingið í lag við føroyska/íslendska fel­agið, men hann leggur samstundis dent á, at fyri tey hevur tað alstóran týdning, at virksemið hjá Artharmonia, ikki fer at órógva dagligu mannagongdirnar á sjúkra­ húsinum. – Vanligu tænasturnar verða ikki merktar av, at privata felagið leigar seg inn á sjúkrahúsið, sigur hann, og hann greiðir frá, at allar skurðviðgerðir fara fram, tá skurðstovan kortini er stongd eftir klokkan fýra seinnapart og í vikuskiftunum. – Einasta beinleiðis sam­ starvið millum sjúkrahúsið og Artharmonia er, at sjúkra­ húsið fær í lag samband millum sjúklingarnar og Artharmonia, við at fólk skulu seta seg í samband við Klaksvíkar sjúkrahús, um tey ynskja at fáa eina tíð til kanningar hjá Artharmonia. Íslandssáttmálin ber frukt Samstarvið millum Art­ harmonia og Klaksvíkar Sjúkra­hús byrjaði í vár, og Eliesar Olsen sigur, at tað er ein beinleiðis avleiðing av nýggja Íslandssáttmálanum millum londini bæði. – Í dag er tað nógv lættari at flyta vørur, tænastur og arbeiðsmegi millum londini, og hetta var avgjørt eitt, sum skundaði undir, at eg og Ólafur gjørdu av at fara inn í eitt neyvari samstarv. Fyrr havi eg sent sjúklingar burtur, sum vit ikki kunnu taka okkum av her, so tað er eitt stórt framstig, at vit nú kunnu bjóða fólki til Klaks­ víkar, sigur Eliesar. Artharmonia leig­ar seg til útgerð, skurðvið­gerð­ ar­stovu, høli, royndir frá kanningarstovuni og rønt­ genmyndir. Harum­framt verða tað starvsfólk á sjúkrahúsinum, sum koma at starvast hjá fel­ agn­um Artharmonia, tá skurð­ viðgerðir fara fram, og tað verður Klaksvíkar sjúkrahús, sum selir røkt til sjúklingarnar, um tað er neyðugt at teir liggja inni í ein dag ella tveir. – Hetta er ikki nøkur gull­ gruppa fyri sjúkrahúsið, og vit vita als ikki hvørjar peningaupphæddir talan verður um, sigur stjórin Heri Ellingsgaard, sum kort­ini vónar, at virksemið hjá felagnum fer at gera tað hugaligari at starvast á sjúkrahúsinum, tí ongin ivi er um, at tað verður fakliga avbjóðandi og mennandi at sleppa at luttaka í slíkum virksemi, sigur hann. Men hví hava læknarnir valt júst Klaksvíkar sjúkra­ hús og ikki eitt av hin­­um sjúkrahúsunum í land­ inum? - Í fyrsta lagi hevur Klaks­ víkar sjúkrahús drúgvar royndir innan serviðgerðir á ymsum økjum. Harumframt ger tunnilin tað ómakaleyst at ferðast norður, og síðst, men ikki minst, so er tað ein fyrimunur, at tað er í einum friðarligum og tryggum umhvørvi, at fólk kunnu koma til sín aftur, sigur Eliesar Olsen, sum hevur verið skurðlækni við sergrein í plastkirurgi síðani 1990. Prísir sum aðrastaðni Og vit venda okkum aftur til Ólaf fyri at hoyra um, hvat tað fer at kosta at fáa eina plastiska skurðviðgerð frá Artharmonia. – Tað er torført at siga nágreiniliga, hvør kostn­að­ urin verður, tí tað verður ein meting í hvørjum einstøkum føri. Men av tí, at vit alla tíðina liggja í kapping við aðrar útbjóðarar í granna­ londunum, bæði innan góðsku og í prísi, so fer tað sjálvsagt ikki at vera stórur munur á kostnaðinum her og í hinum norðanlondunum, sigur Ólafur Einarsson, sum hevur verið skurðlækni við sergrein í plastkirurgi síðani 1985 og hevur havt nógvar føroyskar sjúklingar undir knívinum í Reykjavík. Og hann vísir okkum til prís­ yvirlitið á heimasíðuna www.lytalaeknir.is Plastkirurgi til Føroya