hósdagur 24. august 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
15
tíðindi
Føroya Banki hevði
boðið kvinnum
í Miðlahúsið at
hoyra um eftirløn
aruppsparing og
íløgumøguleikar.
Húsið var fullsett
av kvinnum, ið
vildu læra, hvussu
tær kundu fáa meir
burturúr sínum
fíggjarviðurskiftum.
Pengar
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Myndir: Frants Galán
- Vit skipa fyri hesum tiltak
inum, tí vit vilja seta fokus
á, hvussu týdningarmikið
tað er at hava eina eftirlønar
uppsparing, og hvussu nógv
meira kvinnurnar kunnu fáa
burturúr við at gera íløgur
fyri sínar pengar, sigur
Rúna Hentze, íløguráðgevi
í Føroya Banka.
Grundin til, at tiltakið
bert er fyri kvinnur, er at
tað eru nógv færri kvinnur
enn menn, ið luttaka í fíggj
aviðurskiftunum.
Tá kvinnurnar komu inn,
spældi Kim Hansen livandi
tónleik, har vóru livandi
ljós og á hvørjum stóli lá
ein gáva. Tað var bókin
“Råd til at leve”, ið skal
læra kvinnurnar at brúka
sínar pengar á rættan hátt.
Nakrir kvinnuligir ráð
gevar frá Føroya Banka hildu
framløgur, har tær vístu á,
hvussu støðan hjá kvinnum
er innan fíggjarheimin, og
statisikkurin talaði fyri seg.
Kvinnur tjena nógv minni
enn menn, tær arbeiða ofta
hálva tíð, koma seinni út
á arbeiðsmarknaðin og
fara fyrr av honum aftur.
Tær eru leingi í barns
burðarfarloyvi, og tá hava
tær ikki møguleika at seta
pengar av til eftirløn, og
teirra inngjøld til eftirløn
aruppsparing eru lægri enn
hjá mannfólki.
Harafturat er sannlíkt, at
kvinnurnar skulu liva eins
amall ar í eitt tíðarskeið,
bæði tí at kvinnur statistiskt
liva longri enn menn, og tí
at kvinnur ofta giftast við
einum manni, ið er nøkur
ár eldri enn tær sjálvar. Tí
er tað so týdningarmikið, at
kvinnurnar hava sína egnu
eftirlønaruppsparing.
Hugsa um pengarnar
Ikki bert bankakvinnur høvdu
orðið. Bjørt Samuelsen, jour
nalistur, segði frá um sítt
persónliga forhold til peng
ar. Hon greiddi frá, hvussu
hon fór frá at hava eitt
ótilvitað forhold til pengar
og til at hava fíggjarligar
trupulleikar, til í dag tá hon
ger fíggjarætlan og aldrin
trekkir yvir á kontuni.
Hennara ráð til luttaka
rarnar var at fáa sær eina
fíggjarkonto, altíð at spyrja
seg sjálvan, hvat tað, ein
keypur, kemur at kosta í
síðsta enda og ikki at fell a
fyri tilboðum um fíggjarlán.
Hon bað kvinnurnar brúka
tíð upp á pengarnar, at seta
seg niður og hyggja eftir,
hvat pengarnir vóru brúktir
til og hugsa um, um tað
møguliga kann gerast betri
á ein annan hátt.
Bjørt gav kvinnunum tey
ráð, at brúka ráðgevararnar
í peningastovnunum.
- Men set altíð spurnar
tekin til tey ráðini tey geva
tykkum, tí teirra mál er at
tjena pengar, og tað skal
tykkara eisini vera.
Alt kvøldið var tó ikki
líka álvarsamt, undirhald
var eisini á skránni. Kim
Hansen spældi og Kristina
Elisabeth Mørkøre sang
um pengar. Súsanna og
Ria Tórgarð høvdu eitt
skemtilgt
innslag
um
fólk, ið halda at kvinnur
og fíggjarviðurskifti ikki
hoyra saman.
Aftaná var dekkað upp
við ostaborði og víni, har
kvinnurnar kundu fáa eitt
prát við ráðgevararnar.
Nógv nýggj vitan
Ein av luttakarunum var
Thordis Skaalum úr Sørvági,
sum er 57 ára gomul.
- Eg hugsi ótrúliga nógv
um míni fíggjarviðurskifti,
serliga nú tá eg merki, at
nú er síðsta útkall til at gera
nakað, fyri at eg kann fáa
ein góðan aldurdóm.
Eg havi fingið nógv burt
urúr í kvøld, tað eru nógv
ting, sum eg slett ikki visti
um. Eg ætli mær at fara til
samrøðu í bankanum, tá eg
komi vestur.
Eg ætli mær at gera íløg
ur. Eg veri nokk ein av
teimum, sum ikki fer at tora
so væl at byrja við, men eg
eri spent at fara í gongd.
Kvinnur vilja duga betur við pengum
- Kvinnuligheit og kvinnusnildi, tað skulu vit dyrka fyri at fáa
fíggjarligu viðurskiftini uppá pláss. Súsanna og Ria Tórgarð
undirhildu.
- Set altíð spurnartekin til ráðini frá ráðgevunum. Teirra mál
er at tjena pengar, tað skal tykkara eisini vera. Bjørt Samuelsen
segði frá um sítt persónliga forhold til pengar.
Rúna Hentze, íløguráðgevi hevði eina av framløgunum.
80 kvinnur vóru til tiltakið, ið var fullteknað.