hósdagur 24. august 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 162 - 24. august 2006
tíðindi
Hans Hansen er
glaður um nið
urstøðuna hjá
loftferðslumynd
ugleikunum, men
hann kennir, at tað
er gjørdur skaði
á hansara persón.
Hann kennir seg ikki
reinsaðan, tí at tað er
einki, sum hann skal
reinsast frá
FLÚGVING
Heini S Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Eftir at tað nú er staðfest,
at Hans Hansen ikki fleyg
ólógliga við ferðafólkum
fyrst í august, kann Hans
nú endiliga anda lættur
aftur. Hann fegnast sjálvandi
um úrskurðin hjá Statens
Luftfartsvæsen.
– Eg eri glaður um teirra
niðurstøðu, men eg kenni
ikki, at hetta reinsar meg
frá nøkrum, tí at tað hevur
ongantíð verið nakað at
reinsað. Eg fleyg ikki hatta
flogfarið til Føroya. Talan
hevur verið um óndsinnaðar
leysasøgur og vánaligan
journalistikk.
– Hetta er forferdiliga
harmiligt, og eg eri sera
vónbrotin av sjónvarpinum
fyri teirra innslag týsdagin í
Degi & Viku. Hatta var sera
vánaligur journalistikkur,
sum hevur givið eitt ljótt bílæt
av mær. Tíðindamaðurin fór
sera einsíðugt í málið. Tað
var skrásett í torninum, at eg
ikki fleyg hatta flogfarið, og
loggbøkurnar vístu tað eisini.
Um tíðindamaðurin hevði
viljað, hevði hann uttan
trupulleikar funnið keldur,
sum avsannaðu tíðindini,
sigur Hans.
Biðið um innlit
Hans Hansen er ikki vísur
í, um hann fer at gera meira
við málið. Hann torir heldur
ikki at siga, hvar søgurnar
eru komnar frá.
– Eg havi biðið sjónvarpið
um eina umbering, og at
teir gera eina rætting. Eg
havi eisini sent eitt bræv til
Statens Luftfartsvæsen, har
ið eg biðið um innlit í, hvør
hevur meldað tað inn.
Hann kennir alt málið
sum eina persónforfylging,
og hann hevur ilt við at seta
seg til sættis við málinum,
hóast hann nú er vorðin
reinsaður.
– Tað er ein møguleiki at
stevna fyri ærumeiðing, men
tað havi eg ikki tikið avgerð
um enn. Eg fari at fylgja við,
hvat hendir.
– Eg kann einans gita,
hvør hevur latið søguna
út, men eg havi eingin
prógv. Hatta málið fór út
av proportiónum, og mítt
umdømi hevur fingið skaða.
Magni Arge tosar einans um,
at Atlantsflog hevur tikið
skaða av málinum, men
eg kenni meg útspiltan.
Tað kann ikki nytta nakað,
at seta onnur í vánaligt
ljós fyri at fáa seg sjálvan
fram. Tað kemur einans ein
boomerang-effekt burturúr,
og tað lønar seg ofta aftur,
sigur Hans.
Veruleikin
Hans Hansen greiðir frá,
hvat veruliga hendi:
– Eg fleyg eitt flogfar frá
Basel til Keypmannahavn.
Eg fleyg eitt annað flogfar
til Føroya dagin eftir, at
eg lendi í Kastrup.Vegna
mjørkan býttu eg og ein
annar flogskipari um flogfar,
og eg fleyg eitt tómt flogfar
heim. Infranetið varð tíverri
ikki dagført rætt, og tí standi
eg uppskrivaður fyri skeivt
flogfar.
– Sjálvandi fari eg ikki at
flúgva ólógligt eftir øll hesi
árini. Tað skuldi verið tað
síðsta, ið eg hevði gjørt. Eg
vil ikki, at fólk skulu fáa eina
keðiliga mynd av mær eftir
øll hesi árini. Tí hevði tað
verið tápuligt av mær, um eg
sum mín síðsta floggerning
fleyg ólógliga, sigur Hans
Hansen at enda.
Hans Hansen:
Skaðin
er
hendur
Statens Luftfarts
væsen sendi tvey
fólk til Føroya,
sum komu fram
til, at Hans Hansen
ikki fleyg ólógliga.
Infranetið varð ikki
dagført, og tí vísti
tað, at Hans hevði
flogið flogfarið
FLOGFERÐSLA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Statens Luftfartsvæsen
(SLV) sendi í gjár eitt tíð
indaskriv út, har ið tað varð
staðfest, at Hans Hansen
ikki hevur flogið ólógliga
við ferðafólki.
Niðurstøðan hjá Stat
ens Luftfartsvæsen er
soljóðandi:
»SLV har fået tilfred
stillende forklaring på,
at Atlantic Airways har
gennemført flyvningerne
den
05AUG06
og
06AUG06 på lovlig vis.
SLV kan konstatere, at Hans
Hansen på intet tidspunkt
har fløjet kommercielt for
Atlantic Airways efter at
han er fyldt 65 år.«
Skrivað undir niðurstøð
una hevur Torben Jørg
ensen, sum er sjefur fyri
»Operativ Afdeling hjá
Statens Luftfartsvæsen«.
Feilur í dagføringini
SLV hevði tvey fólk í Før
oyum, sum skuldu kanna
alla dokumentatión. Teir
hava so funnið nøktandi
upplýsingar um, at Hans
Hansen ikki fleyg ólóg
liga.
Tina Larsen frá SLV
greiðir Sosialinum frá
niðurstøðuni:
– Vit sendu okkara
“Operative Afdeling” til
Føroya. Loggbøkurnar
og skrásetingarlistin vístu
okkum, at tað var ikki
Hans Hansen, sum fleyg
túrin úr Kastrup til Føroya.
Orsøkin til, at infranetið hjá
Atlantsflog vísti, at hann
var flogskipari hendan túr
in, er, at listin ikki er vorðin
dagførdur.
SLV reinsar
Hans Hansen
Sjónvarpið hevur
ikki móttikið nakað
krav um umbering
frá Hans Hansen.
Vit halda ikki, at vit
skulu geva honum
eina umbering, tí at
vit hava einki skeivt
gjørt, sigur Jákup í
Stórustovu
TIÐINDAFLUTNINGUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Georg Samuelsen gjørdi
innslagið um kanningina
hjá Statens Luftfartsvæsen
av Atlantsflog, og hann
heldur ikki, at hann hevur
gjørt nakað skeivt. Hans
Hansen leggur harðliga
eftir sjónvarpinum fyri
innslagið, og hann sigur,
at hann hevur biðið teir um
eina umbering. Men hetta
vita teir í sjónvarpinum.
– Vit hava ikki móttikið
nakað krav um umbering,
sigur Jákup í Stórustovu,
sum var redaktørur týsdagin,
tá ið innslagið varð sent.
– Eg haldi heldur ikki, at
vit hava nakra orsøk til at
biðja hann um umbering,
tí at vit hava einki skeivt
gjørt. Søgan snúði seg um,
at SLV kannaðu Atantsflog,
og tað er ein áhugaverd
søga. Vit søgdu ikki, at
Hans Hansen hevði flogið
ólógliga og gjørdu ikki
nakra niðurstøðu. Vit høvdu
ein lista, sum vísti, at Hans
Hansen stóð uppskrivaður
sum flogskipari á einum túri
við ferðafólki, og tað hildu
vit vera áhugavert, og tað
hildu Statens Luftfartsvæsen
sanniliga eisini, sigur Georg
Samuelsen, sum gjørdi
innslagið.
Eingin umbering
Lesið Sosialin - so eru tit við