hósdagur 24. august 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2006
25
Týr hevur 51 kon
sertir kring Evropa
á skránni, men sam
bært Hera Joensen er
bólkurin í sera góðari
venjing og væl fyri til
avbjóðingina
Konsertferð
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
– Eg renni 15 km annan
hvønn dag, sigur Heri Joen
sen sangari og gittarleikari
í Týr, ið arbeiðir málrættað
fyri at fyrireika seg til kon
sertferðirnar hjá bólkinum
kring Evropa í heyst og í
vetur.
Talan er um tvær sera harð
ar konsertferðir, fyrra ferðin
er 26 dagar í september, á
hesi ferð spælir Týr 24
konsertir í 4 londum. Seinna
konsertferðin verður 31 dagar
og byrjar í november. Á hesi
konsertferð spælir Týr 27
konsertir í 13 londum. Hetta
krevur góða venjing, og at tú
ert kropsliga væl fyri. Men
Heri heldur, at teir eru klárir
til avbjóðingarnar.
– Vit venja sum bólkur 2
tímar um dagin, so vit eru
í góðari venjing. Sjálvandi
fær bassleikarin Gunnar
ikki vant við okkum. Hann
býr í Danmark, men hann
venur sjálvur eins nógv og
vit, og so hittast vit nakrar
dagar áðrenn vit fara á kon
sertferðina og venja saman
í einum venjingarhøli, ið
Gunnar hevur í Danmark.
So vit skuldu verið væl fyri
til ferðina, sigur Heri.
Ræðist ikki
kendar menn
Fyrra konsertferðin hjá Týr er
saman við við finska bólkinum
Let Me Dream og týsku
bólkunum Apokalyptischen
Reiter og Hämatom. Meðan
tann seinna er saman við
svensku tungmálmsrisunum
Amon Amarth og finsku
Wintersun. Vit spurdu Hera,
um hvørjar kenslur tað vekir
í honum, at teir skuldu hita
upp fyri eitt stórt navn sum
Amon Amarth.
– Eg eri spentur upp á
alt projekti – Men eg ræð
ist ikki menn tí, at teir eru
kendir. So tað ger ikki so
stóran mun. Men talan er
um størri spælistøð enn á
fyrru konsertferðini, og so
ferðast vit eisini longri mill
um konsertstøðini, so tað er
sjálvandi annarleiðis enn á
fyrru konsertferðini.
Á báðum konsertferðunum
verður ferðast í bussi, so tí
verður stórur partur av ferðing
á vegunum kring Evropa.
Kraftigari melodiir
Konsertferðirnar eru partar
av sølufremjandi átakinum
í sambandi við, at Týr gevur
út fløguna Ragnarok 22.
september.
Upptøkurnar vóru gjørdar
í summar, og Heri sigur, at
bólkurin er sera vælnøgdur
við upptøkurnar.
– Fyrst og fremst ljóðar
fløgan betur, enn nakað vit
hava gjørt fyrr.
Heri er greiður yvir, at allir
tónleikarar vanliga meta sítt
seinasta verk, vera tað besta,
teir hava gjørt, men Heri er
púra vísur í, at hetta er besta
Týr tilfarið higartil.
– Melodiirnir eru kraftigari
og fløgan er meira progressiv.
Tað kann hugsast, at hon ikki
er líka lurtaravinarlig sum
Eric The Red. Hon krevur
kanska meira av lurtaranum,
men eg rokni við, at hon er
betur í longdini.
Henda fløgan er givin út á
Napalm Records, og tað er
plátufelagið, ið stendur fyri
útgávukostnaðinum, hetta
hevur givið Týr fríðari ræsur.
– Vit hava havt nógv betur
tíð, og hava tí fingið arbeitt
við løgunum. Vit hava
fingið konsentrera okkum
um tónleikin og hava sostatt
arbeitt meira við hvørjum lagi.
Hetta hevur verið við til at gera
fløguna meira progressiva.
Ein av orsøkunum til, at løgini
á Eric The Red vóru so simp
ul, var at vit ikki sluppu at
arbeiða við teimum.
Nýtt lag á alnetinum
Longu nú liggur eitt brot
av Ragnarok á alnetinum.
Talan er um partar av
lagnum Wings Of Time.
Lagið liggur á heimasíðuni
hjá
Napalm
Records,
á www.napalmrecords.
com/mp3/tyr06.mp3. Sum
áður er talan um tungmálm
blandaður við kvæði. Um–
framt partar av lagnum, ið
verða sungnir á enskum eru
brot úr á kvæðinum Grímur
á Miðalnesi.
– Í Wings Of Time brúka
vit Grímur av Miðalnesi sum
niðurlag, her er tað sungið
av okkum. Á fløguni kemur
Wings Of Time beint aftan
á Grímur av Miðalnesi, ið
eisini er á fløguni sum egið
lag. Tá verður lagið kvøtt av
sumbingum.
Týr hava tikið upptøku frá
60’árunum við sumbingum,
ið kvøða hetta kvæði og lagt
rokktónleik undir. Hetta er
sama upptøka, ið varð nýtt
á fløguni Flúgvandi Biðil, ið
Kári Sverrisson gav út.
Heri heldur, at hetta at
nýta upprunaupptøkurnar
hevur givið lagnum eina
aðra dimensión, og riggar
stak væl.
Í Wings Of Time eru upp
tøkurnar av sumbingum
eisini brúktar, men Týr hava
kvøði útyvir tær.
– Hetta vísir eisini útlend
ingum, hvussu vit arbeiða
við kvæðunum, sigur Heri.
Umframt at Grímur av
Miðalnesi og Torsteins
Kvæði eru á fløguni, so
er øll fløgan kvæðarokkur.
Hetta merkir at riff við botni
í kvæðunum og kvæðaløg
ganga aftur í øllum løgum.
Eisini er ein donsk vísa
og eitt írskt lag á fløguni,
greiður Heri frá.
Nýggi gittarin
hevur roynst væl
Fyrr í ár fekk Heri gjørdan
ein nýggjan og øðrvísi gittar
av gittarsmiðinum Peturi
Magnusi Bjarnastein, og
hesin hevur roynst honum
somikið væl, at hann nú vil
hava ein afturat.
– Eg havi brúkt nýggja gitt
arin til allar rútmugittarar á
fløguni, og til fleiri av solo
unum. Hann gevur mær
størri frælsi á høgu bond
unum, og tá eg nú spæli á
hin gamla gittarin irritera
forðingarnar meg, so tí vil
eg hava ein afturat, at hava
at skifta við.
Heri og hinir limirnir í Týr,
ið búgva í Føroyum, fara til
Danmarkar at venja saman
við Gunnari fríggjadagin,
og fyrsta konsertin verður í
Berlin 6. september.
Nýggja fløgan Ragnarok
kann longu nú bíleggjast á
alnetinum. Á heimasíðuni
darkness.de liggur fløgan
við fullkomnum yvirlitið
yvir tey 18 løgini.
Týr er til reiðar at leggja Evropa fyri sínar føtur
Mynd: Bárður Eklund
Týr til reiðar at herja á Evropa
– Á Ragnarok hevur Týr arbeitt væl við løgununum
tíðindi