hósdagur 24. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 162 - 24. august 2006
ítróttur
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Tvey dreymamál
reistu oddaliðið á
Mølini tá toppur og
botnur í Formula
deildini brustu sam
an. EB/Streymur
spældi ÍF sundur
og saman í fyrra
hálvleiki, men í
seinna hálvleiki var
ikki sama ferð yvir
oddaliðnum, sum
kortini ikki loyvdu
fuglfirðingum fram at
máli sínum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Toppur og botnur brustu
saman í útsetta dystinum
á Mølini mikukvøldið.
Nógv hevur verið tosað
um møgulig gummibein á
Eiði, og at hetta var nakað
botnliðið mátti gera sær dælt
av í royndinum at sleppa
undan niðurflytingini.
Men tá fyrri hálvleikur
var av á Mølini, hevði EB/
Streymur staðfest munin
millum liðini bæði, og
hóast seinni hálvleikur
var lítið áhugaverdur og
EB/Streymur á ongan hátt
beit frá sær, so var sigurin
ongantíð í vanda.
Dreymamál
EB/Streymur gjørdi bein
anvegin greitt, at tað vóru
teir, ið settu treytirnar, tá
dysturin skuldi spælast. Tá
tíggju minuttir eru spældir
vera fuglfirðingar ávaraðir,
tá Rafal Kwiecinski buldrar
eitt langskot á tvørtræið.
EB/Streyma-liðið tóktist at
vera vælupplagt, og á ongan
hátt nervað av gummibeins
tosinum. Stuttir bóltar, langir
bóltar, driblingar og fintir. Alt
riggaði sum tað skuldi, og
fuglfirðingar vórðu púrasta
settir úr spælinum.
Tjúgu minuttir inn í dyst
in fær EB/Streymur hol
á. Bólturin verður fluttur
niðan í vinstru síðu, og tá
teir nærkast brotsteiginum,
verður bólturin latin Teiti
Joensen, sum stendur longur
inni á vøllinum. Hann lyftur
bóltin út aftur í høgru til
Arnbjørn, ið leggur bóltin
við bringuni og fluktar bóltin
flatt yvir í handara málhorn.
Eitt vakurt og vælspælt mál
frá EB/Streymi.
Løtu seinni er Arnbjørn
aftur nær við, tá hann í sam
band við eitt hornaspark er
um at beina bóltin í netið.
Alt bendi á, at her var
meiri enn tað eina máli frá
EB/Streymi í væntu, og tað
staðfesti Rafal Kwiecinski,
tá hálvur tími var spældur,
tá hann enn einaferð rakti
tvørtræið við einum kanón
skoti.
Væntaða málið kom so, tá
góður hálvur tími var spæld
ur, og var málið frá Arnbjørn
flott, so var málið frá Hans
Paula ikki minni gott.
Eitt innlegg verður lagt
inn í brotsteigin úr vinstru,
men bólturin støkkur út aftur
í vinstra borð. Har stendur
Hans Pauli, og á sjálvum
brotsteigarmarkinum heil
fluktar hann bóltin við
vinstra bólti upp í handara
málhorn. Eitt satt dreymamál
frá snurritøppinum úr Vík.
Fimm minuttir fyri leik
lok var Arnbjørn aftur
framvið, tá hann snildisliga
við hælinum legði bóltin í
netið, men linjuverjin hjá
vældømandi Dagfinni Olsen
veittraði fyri rangstøðu og tí
varð málið kolldømt.
Seinastu minuttirnar fyri
hálvleik vitjaði ÍF í EB/
Streyma-brotsteiginum fyri
fyrstu ferð í dystinum, men
ongin veruligi vandi stóðst
av hesum.
Sleptu speedaranum
Seinni hálvleikur gjørdist
ongin fótbóltsuppliving.
Vertirnir høvdu nú slept
speedaranum,
tað
var
longri millum keturnar og
sendingarnar lógu ikki eins
væl sum í fyrra hálvleiki.
Óskipað er besta lýsingin
av oddaliðnum seinastu
trý korterini, har tað heilt
sjónligt, at leikararnir
vóru nøgdir við tveymáls
leiðsluna.
Fuglfirðingar vóru hin
vegin lítið frægari enn í
fyrra hálvleiki. Hugflogið
frameftir vøllinum var
ógvuliga avmarkað. Hanus
Eliasen royndi at sprella
viðhvørt, men hevði truplar
arbeiðsumstøður einsamallur
á toppinum móti Egil á Bø
og Fróða Clementsen.
Fáir møguleikar vóru at
hóma, og burtursæð frá tí
einu ferðini, har Hans Pauli
var rangstaddur, tá hann
fekk bóltin í netið, var ongin
upplagdur málmøguleiki hjá
heimaliðnum.
Fuglfirðingar
royndu
at leggja eitt ávíst trýst,
men tað var sjáldan at boð
vóru eftir René Tórgarð í
EB/Streyma-málinum, og
tí komu heldur ongi mál í
seinna hálvleiki.
Øktu um fjarstøðuna
Dysturin millum topp og botn
í Formuladeildini endaði har
við við einum tryggum 2-0
sigri til EB/Streym. Sama
úrslit sum í fyrsta dystinum
partanna millum í ár, tá teir
leiktu á Mølini, men stóri
munurin á dystinum nú og
tá var, at hesaferð hálaði
EB/Streymur sigurin í hús
í fyrra hálvleiki, meðan tá
komu tey trý stigini ikki til
hølvdar fyrr enn í seinastu
minuttunum av dystinum.
Eftir tveir dystir uttan
ein sigur, reisti oddaliðið
seg aftur og fjarstøðan til
næstu liðini er nú fimm
stig. Hjá fuglfirðingum sær
tað hinvegin trupult út. ÍF
liggur aftast, og er eitt stig
aftanfyri B68. Tað kunnu
teir tó ikki brúka til so nógv,
tí seks stig eru upp til VB/
Sumba, sum liggur omanfyri
niðurflytingarmarkið.
Egil á Bø, sum fekk ein
skaða í dystinum móti
ÍF, og ikki verður við í
móti NSÍ sunnudagin,
vísir aftur, at talan var
um gummibein hjá
felagsliðnum undan
dystinum í gjár
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tíggju minuttir fyri leiklok
varð liðformaðurin hjá
EB/Streymi styðjaður av
vøllinum og síðani skiftur
út. Tað sá onki serligt út hjá
Egil, og tá vit fingu orðið
á hann eftir dystin greiddi
hann soleiðis frá:
– Eg og ein fuglfirðingur
hoppaðu upp eftir einum
bólti. Bein okkara fløktust
saman, og eg lendi so mik
ið skeivt, at eg beklaði.
Eitt hendiligt óhapp, men
beini sær onki serliga gott
út nú. Tað er fótliðurin, ið
er meiddur og eg haldi tað
eru liðbondini, sum ikki
hava tað so gott. Fóturin
er so rættiliga hovin og
eri verið heilt víst ikki við
sunnudagin móti NSÍ, sigur
Egil á Bø, liðformaður hjá
EB/Streymi.
Hetta er ein svárur miss
ur hjá EB/Streymi, tí van
ligi partamaðurin hjá Egil
í miðverjuni, Marni Djur
huus, er eisini úti við skaða,
og óvist er nær hann kemur
fyri seg.
Men hóast skaðan, sum
Egil á Bø júst hevur fingið,
er lagið gott á honum.
– Vit spældu ein fínan
fyrra hálvleik, har vit vóru
rættiliga ágrýtnir. Seinni
hálvleikur var merktur av
óruddiligum spæli, men eg
haldi, at vit høvdu tamarhald
á støðuni alla tíðina og sig
urin var ongantíð í vanda.
Tvørtur ímóti var hann fult
uppiborin og helst átti hann
at verið størri, staðfestir
Egil á Bø.
Ongi gummibein
Eftir tapið fyri B36 byrjaði
tosið um møgulig gummi
bein á Mølini, men hesum
vísir liðformaðurin hjá EB/
Streymi aftur.
– Nei, her eru als ongi
gummibein. Vit byrjaðu
seinnu hálvu við nøkrum
strævnum dystum, har vit
fyrst vinna á KÍ í Klaksvík,
síðani spæla javnt í móti HB
á Mølini og so tapa fyri B36
í Havn. Hetta eru alt truplir
dystir, og undan dystinum
móti B36 høvdu vit fyrr
í ár verið tríggjar ferðir í
Gundadali og vunnið hvønn
dyst. So at vit tapa ein av fýra
dystum í Gundadali, haldi eg
ikki vera so galið.
– Vit hava alla tíðina trúð
upp á okkum sjálvar, og tað
gera vit framvegis nú vit
hyggja fram ímóti dystinum
móti NSÍ sunnudagin, sigur
skaddi liðformaðurin hjá
EB/Streymi, Egil á Bø.
Egil úti móti NSÍ
– Egil á Bø verður heilt víst ikki við sunnudagin móti NSÍ,
eftir skaðan hann fekk í fótin í gjárkvøldið ~
Mynd Sofus D. Johannesen
EB/Streymur – ÍF 2-0 (2-0)
Dreymamál reistu oddaliðið
ÍF
EB/Streym
EB/Streymur – ÍF 2-0 (2-0)
1-0: Arnbjørn Hansen, 19.
2-0: Hans Pauli Samuelsen, 32.
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø (Esmar
Eiðisgarð, 81.), Fróði Clementsen, John Heri Dam – Teitur
Joensen (Leif Niclasen, 63.), Rafal Kwiecinski, Bárður Olsen,
Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen
(Brian Olsen, 88.).
Gul kort: Egil á Bø, Bárður Olsen
ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Árni Petersen, Símin Eliasen,
Frank Poulsen – Dánjal Pauli Højgaard (Amin Fallah, 75.),
Høgni Zachariassen, Christian Solberg, Alexander Jovevic
(Tòrður Lervig, 46.), Nenad Carich – Hanus Eliasen (Hjalmar
Dalbú, 86.).
Gul kort: Dánjal Pauli Højgaard, Christian Solberg, Tórður
Lervig.
Dómari: Dagfinn Olsen.
FAKTA
Sí annars kykmyndir á
www.portal.fo har mál,
hæddarpunt og samrøður
eru at síggja
– Nei her eru als ongin gummibein...Vit hava alla tíðina trúð upp á okkum
sjálvar, og tað gera vit framvegis nú vit hyggja fram ímóti dystinum móti
NSÍ sunnudagin
Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi
– Fuglfirðingar royndu at fylgja við EB/Streymi, men munurin
millum topp og botn var staðfestur á Mølini í gjár
Mynd Sofus D. Johannesen