hósdagur 24. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 162 - 24. august 2006 ]
AaB reyk úr steypakappingini
Tað kom rættiliga óvart á, tá ið toppliðið í superliguni AaB
í gjárkvøldið tapti í steypakappingini. AaB, har bæði Jón
Rói Jacobsen og Súni Olsen eru í hópinum, spældi ímóti
Fredericia úr næstbestu deildini, og tað lægra liðið vann
4-2.
Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1, men í um dystinum var
tað heimaliðið, ið hevði meira orku og skoraði heili trý mál.
Bert einaferð kláraði AaB at svara aftur, og so noyddist liðið
úr Aalborg at lúta í fyrsta dystinum í steypakappingini.
Gunnar helt málið reint
Gunnar Nielsen fekk kjansin í málinum hjá danska 1.
deildarfelagnum Frem í gjárkvøldið. Frem spældi ímóti
Herfølge í steypakappingini, og Gunnar spældi ein fínan
dyst, skrivar heimasíðan hjá Frem. Frem kláraði at halda
nullið í dystinum, og tað var millum annað takka verið
frálíkum málmansspæli. Gunnar hevði eina stórbjarging
tíðliga í dystinum, og í seinna hálvleiki hevði hann ein góða
bjarging afturat. Frem vann dystin 1-0 og er tí komið víðari
í kappingini. Jónas Tór Næss kom inn í seinna hálvleiki,
meðan Atli Gregersen sat á beinkinum alla tíðina.
Mikkjal
vildi hjálpa
Fróða
Tað tóktist, sum vóru
B36’arnir í villareiði, tá
dómarin bríkslaði fyri
brotssparki mikukvøldið.
Móti EB/Streymi sunnu
dagin misnýtti Mikkjal
Thomassen brotsspark,
og tí ivaðust áskoðararnir
eisini, hvør mundi fara at
taka.
Endin var, at Fróði
Benjaminsen tók hetta,
men tað var sjónligt, at
Mikkjal og Fróði tos
aðu saman undan spark
inum.
– Vit høvdu sum so
ikki avtalað, hvør skuldi
skjóta. Tað høvdu vit
heldur ikki seinast, og tá
vit so kortini vunnu tann
dystin, hevur ikki verið
tosað nakað serligt um
skotið hjá mær, sigur
Mikkjal.
– Men hesa ferð vildi
eg bara hjálpa Fróða
við trýstinum, sum eg
visti var á honum. Og
tá hann so eisini setti
bóltin í netið, so var tað
jú fínasta slag.
Láturligt
brotsspark
Sonni L. Petersen var
maðurin, sum brotsspark
varð dømt ímóti, tá B36
fekk høvi at leggja seg á
odda mikukvøldið.
– Eg dekki upp inni í
brotsteiginum, og tá gert
tú teg sjálvandi breiðan.
Maðurin rennur beint í
armin á mær, og so liggur
hann skerflatur. Tað haldi
eg altso er sera bíligt,
og hetta er samstundis
næsta ferðin, at B36 fær
eitt slíkt brotsspark ímóti
okkum.
– Og tað er sjálvandi
óluksáliga súrt. Fótbóltur
er í dag somikið seri
øsur og somikið tíðar
krevjandi. Og tí er
tað óluksáliga hart, tá
slíkir dómar mest sum
oyðileggja alt spælið fyri
okkara viðkomandi við
komandi, segði Sonni.
Meistararnir úr B36
nokta at geva gullið
frá sær við góðum.
Fyri aðru ferð innan
fýra dagar vunnu teir
oddadyst, men hjá
gul/svørtu vespunum
verður dysturin mest
av øllum mintur fyri
brotssparkið, sum gav
B36 leiðslumálið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um dyst av tí heilt
undirhaldandi slagnum, tá
B36 og NSÍ spældu útsetta
dystin úr 16. umfari av For
mula-deildini. Umframt at
mikukvøldið fekk javnvág
aftur á stigatalvuni, har øll
liðini nú hava eins nógvar
dystir, so var dysturin í
Havn eitt slag av finalu. Í
øllum førum, um hugsað
verður um, hvat lið skal
sleppa at elta oddaliðið úr
EB/Streymi.
Tann dystin vann B36, og
tí eru tað nú teir, sum saman
við grannunum úr HB eru
fremstir í silvurkappingini. Og
so kunnu runavíkingar sum so
iðra seg, tí júst HB og B36
hava verið mótstøðuliðini teir
báðar seinastu dystirnar, har
úrtøkan hjá NSÍ hevur verið
eitt runt null.
Góð leikferð
Ofta plaga miðvikudystir í
Føroyum at vera hampuliga
linligir. Kanska einamest, tí
spælararnir sálarliga hava
ilt við at innstilla seg til
dystir við somikið stuttum
millumbilum.
Tann veikleikin sást tó lítið
til í Gundadali mikudagin.
Serliga legði heimaliðið væl
fyri, við eitt sindur størri
neyvleika í seinastu send
ingunum og avgerandi roynd
unum kundu teir væl fingið
okkurt málið hesa løtuna.
Runavíkingar vóru tó á
ongan hátt fyri nothing.
Hesa ferð stillaðu teir upp
við Sonna L. Petersen og
Christian Høgna Jacobsen
sum tveir av trimum á sentrala
miðvøllinum, og serstakliga
var royndin við Christian
Høgna væleydnað. Soleiðis,
sum hann hevur spælt størsta
partin av árinum, er hann eitt
gott boð upp ein komandi
ársins spælara, og fleiri gav
hann smakkiroyndir av, hví
so er. Við langu dragingunum
og kvika temposkiftinum
megnaði hann ferð eftir
ferð at seta mótstøðumenn
av, soleiðis at yvirtalsstøður
vórðu skaptar, men alt ov
ofta runnu hesa at kalla út í
sandin.
Brotssparkið!
Hjá B36 var uppstillingin
mest sum tann sama, sum
hon var fyri viku síðani
móti EB/Streymi. Og aftur
sýndu Mikkjal Thomassen
og Niels Joensen gott medvit
á miðvøllinum, meðan Fróði
Benjaminsen vísti seg sum
vælvirkandi makkara hjá
Sylla í álopinum.
Royndirnar vóru fleiri, og
millum annað stórbjargaði
Karstin Joensen, eftir at Johan
Ellingsgaard sera hegnisliga
hevði tikið langan bólt niður.
Men tað skuldi tó brotsspark
til, áðrenn hol kom á .
Og tað kann neyvan sigast
nóg hart, at runavíkingar
vóru illir, tá brotssparkið
varð dømt. Talan var annars
um ikki serliga vandamikla
støðu, og innleggið frá B36
var enn ikki komið, tá Petur
Reinert peikaði á hvíta
blettin. Ein B36-spælari lá
brádliga skerflatur í brots
teiginum, og ivaleyst hevur
dómarin mett, at Sonni L.
Petersen hevði togað mannin
niður.
Í øllum førum ivaðist dóm
arin ikki, og tað gjørdi Fróði
Benjaminsen heldur ikki, tá
hann róliga sendi flatt til
høgru, meðan málverjin
tveitti seg til sína høgru.
B36 fekk frið á
Málið gav sum vera man frið
á hjá B36, og tað var enntá
um reppið, at leiðslan varð
økt, tá bert uttasti skitturin á
neglunum hjá Karstin Joen
sen forðaði Niels Joensen í
at skjóta mál triðja dystin á
rað.
Seinna umfarið gekk
eisini fyri tað nógva eftir
premissunum hjá heima
liðnum. Teir hildu væl fast í
verjuskipanini, og so dúvaðu
teir upp á kontra til kvika
Sylla og sterka Fróða.
Tað var eisini júst eitt
av hesum, sum gav mál av
sær. Enn einaferð kendu
runavíkingarnir seg snýttar
– hesa ferð fyri vantandi brots
spark. B36 spældi langt av
vandaleið, og tá Fróði longdi
við høvdinum, stóð Sylla
ein móti einum móti Viggo
Johannesen hjá NSÍ. Slíkar
støður er ivorianarin hjá B36
ein hin besti í landinum til,
og eftir at glíða lættliga frá
verjuspælaranum, kundi hann
beina bóltin í netið til 2-0.
Moyrir heimamenn
Seinasta langa løtan gjørdist
eitt langt NSÍ trýst. Tað
gav eisini úrslit, tá innskifti
Sjúrður Jacobsen sera neyvt
legði flatan bólt í B36-brots
teigin, har Christian Høgni
sópaði inn, men meira enn
tað sama gjørdist talan tó ikki
um. Heldur ikki hóast talan
í einum tveimum førum var
um trunkaspæl mest sum inni
í málteiginum hjá B36.
Hendan seinasta løtan,
har Christian Høgni varð
fluttur heilt niðan, sýndi
tó enn einaferð, hvussu
kreativiteturin á NSÍ-mið
vøllinum linkaði uttan lands
liðsmannin. At tað eydnaðist
somikið væl at leggja trýst á
við longum bóltum, komst
einamest av nógv bakkandi
B36-liðnum, har møðin eis
ini av álvara setti inn. Hóast
upplagdar støður við fløtum
NSÍ-miðvølli, so megnaði
B36 sjáldan at spæla tunt
í kontra-fasuni, og uttan at
hótta frammi á vøllinum
gjørdist verjustøðan enn
meira trýst.
Tí var tað eisini skilligt,
at fagnaðurin var stórur, tá
dómarin hevði bríkslað fyri
seinastu ferð.
B36-NSÍ 2-1 (1-0):
Brotsspark sendi NSÍ í kuldan
NSÌ
B36
B36 blandaði seg upp í aftur stríðið í toppinum, tá ið liðið mikukvøldið vann á NSÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
B36-NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen (br.), 42.
2-0: Amed Davy Sylla, 61.
2-1: Christian Høgni Jacobsen, 77.
Dómari: Petur Reinert
B36: Jákup Mikkelsen – Ásbjørn Gunnarsson, Klæmint
Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Alex José Dos Santos –
Hanus Thorleifsson, Niels Joensen, Mikkjal Thomassen
(Johan V. Gunnarsson, 90.), Johan Ellingsgaard –
Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla (Okeke Obele
Onyebuchi, 81.)
Gult kort: Niels Joensen, Fróði Benjaminsen
NSÍ: Karstin Joensen – Helgi L. Petersen, Viggo
Johannesen, Pól Thorsteinsson, Iulian Florescu – Sonni
L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen, Bogi Løkin –
Einar Hansen, Óli Hansen, Thomas Gormsen (Sjúrður
Jacobsen, 64.)
Gult kort: Sonni L. Petersen, Óli Hansen, Einar Hansen,
Iulian Florescu
FAKTA