Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. august 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 162 - 24. august 2006 ] Katrin kom í HM- finaluna Hesa vikuna verður heimsmeistaraheitið í rógving hildið í Et­on í Onglandi. Mill­ um róðrarfólkið er føroyska Katrin Olsen, og hon rør við danska dupultfýraranum. Báturin telist millum teir sterkastu í sínari kapping, og hann hevur eisini vunnið seg fram í finaluna. Danmark tapti fyrstu innleiðandi kappingina fyri Kina, sum var heilti 7 sekund frammanfyri danska bátin, men Danmark fekk ein kjans afturat, tí báturin gjørdist nummar 2. Í gjár var kapping fyri næstfremstu bát­ar­nar í øllum teim­um innleiðandi kapp­ingunum, og hesaferð vóru Katrin og tær fremst­ar. Tær løgdu seg á odda beinanvegin, og tær hildu leiðsluna allan vegin á mál og vóru 6 sekund frammanfyri nummar 2. Sunnudagin verður fin­alan, og har skal danski báturin millum annað kappast við sterku kinesisku manningina. Lyngby spákaði seg til sigurin Lyngby spældi í gjárkvøldið steypadyst ímóti Sakskøbing, sum spælir í einari av lægru deildunum, og munur millum liðini var eisini eyðsýndur, hóast Lyngby spardi fleiri av sínum stuðulsspælarum til dystin. Lyngby vann dystin heili 8-0. Christian Lamhauge Holst var ein av spælarunum, sum slapp at hvíla seg undan týdningarmiklum dysti í landskappingini um vikuskiftið. FCK í Champions League Mikukvøldið gjørdi FC Keypmannahavn tað ógjørliga. Liðið skapti sensatión, tá ið tað vann 2-0 á útivølli ímóti hollendska felagnum Ajax. Hetta var seinasta innleiðandi umfar áðrenn bólkaspælið í Champions League, sum er lovaða landið í europeiskum fótbólti. FCK hevði tapt fyrra dystin á heimavølli 2-1, og tí skuldi danska felagið skorað tvey mál á útivølli. Og tað eydnaðist. Eitt korter inn í seinna hálvleik skoraði Michael Silberbauer, og eitt korter fyri leiklok gjørdi Ajax sjálvmál. FCK kláraði at halda leiðsluna og er nú til reiðar at taka lut í bólkaspælinum í Champions League. Lutakast verður um bólkarnar í kvøld. Hann spælir hvørja viku á høgum stigi í Danmark og skorar javnan mál fyri topp­liðið Lyngby, men pláss hevur ikki verið fyri á honum á føroyska landsliðnum seinastu tvey árini. Christian Lamhauge Holst vil aftur á landsliðið, og hann útilokar ikki, at hann fer at spæla fyri føroyskt felag Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hálvi føroyingurin Christian Lamhauge Holst telist mill­ um stuðulsspælarnar á liðn­ um hjá Lyngby, sum liggur á odda í donsku 1. deild í løtuni. Holst ger javnan mál fyri Lyngby, og hann spælir hvørja viku dystir á høgum stigi í Danmark. Men hóast hetta er ikki pláss fyri honum í føroyska landsliðshópinum. – Tað eru liðin meira enn tvey ár, síðani eg var á lands­ liðnum, men eg havi ikki givið skarvin yvir. Um eg haldi fram við at spæla væl fyri Lyngby, rokni eg við, at eg kann fáa kjansin aftur á landsliðnum, sigur 24 ára gamli Christian Lamhauge Holst. Hann hevur spælt tvær ferðir á føroyska lands­ liðnum, men síðani venj­ing­ arleguna í Spania í 2004, hava boð ikki verið eftir hon­um. – Eg vil gjarna spæla á føroyska landsliðnum. Tað er ein sera spennandi avbjóðing, og tað fylgja nógv spennnandi upplivilsi við. Eg gangi ikki dagliga og hugsi um føroyska landsliðið, men tað er avgjørt eitt av mínum málum, sigur Holst. Spennandi lið Tað hevur gingið framúr væl hjá Lyngby og Christian Lamhauge Holst seinasta árið. Lyngby varð fyri nøkrum árum síðani noytt út bestu deildini og niður í Danmarksseriuna, tí fíggj­ arligu viðurskiftini vóru ikki í lagi. Nú er Lyngby oddalið í 1. deild og hevur kós ímóti superliguni aftur. – Tað kundi ikki gingið betur, enn tað gongur í løtuni. Vit spæla væl, og vit hava nógvar góðar og evna­ ríkar spælarar á liðnum. Lyngby ger nógv burtur úr ungdómsarbeiðnum, og tað sæst aftur á besta liðnum, tí vit hava fleiri heilt spennandi ungar spælarar á liðnum, sigur Christian Lamhauge Holst. – Vit hava ment okkum sera nógv seinnu árini, og nú hava vit eitt lið, sum veruliga kann kappast um at koma í superliguna, sigur hann. Nýggjan leiklut í Lyngby Christian Lamhauge Holst hevur verið millum bestu málskjúttarnar hjá Lyngby, og hann ger framvegis mál fyri liðið. Men nú hevur hann fingið eina øðrvísi uppgávu á liðnum. – Eg plagdi at spæla heilt frammi, men nú spæli eg sum hangandi álopsspælari. Tað dámar mær sera væl. Eg skori ikki so nógv mál, sum eg plagdi at gera, men eg eri meira við í spælinum, og eg leggi upp til meira mál. Einki er sum at skora mál, men tað er eisini gott at kunna leggja upp, sigur hann. Holst hevur eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Lyngby, og hann er í løtunu hugaður at leingja sáttmálan við danska felagið. – Gongdin í Lyngby er sera spennandi, og nú vit hava ein kjans at koma í superliguni, kundi eg hugsa mær at hildið fram í fel­ agnum, sigur hann. Føroysk feløg sýna áhuga Fleiri føroysk feløg hava seinastu tíðina sýnt áhuga fyri Christian Lamhauge Holst, men tað er ikki sannlíkt, at hann kemur til Føroya at spæla beint nú. – Eg havi tosað við før­ oysk feløg, og eg eri avgjørt áhugaður í at koma til Føroya at spæla. Men í løtuni er tað spennandi at spæla í Lyngby, og eg eri mest sinnaður at leingja sáttmálan við Lyngby. Vit hava ein kjans at koma í superliguna, og tað kundi verið spennandi at sloppið at roynt, sigur hann. – Hóast eg ikki komið til Føroya at spæla nú, so dámar mær væl tankan um at royna meg í føroyskum fótbólti, sigur hann. Holst vil aftur á landsliðið – Eg havi tosað við føroysk feløg, og eg eri avgjørt áhugaður í at koma til Føroya at spæla. Men í løtuni er tað spennandi at spæla í Lyngby, og eg eri mest sinnaður at leingja sáttmálan við Lyngby, sigur Christian Lamhauge Holst Mynd: Svend Jakobsen