Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 163 - 25. august 2006 Stutt sagt – Vit seta okkum í vanda fyri neyðtøku, men bjarga monnunum kvinna í Darfur SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 útlond Higartil hevur amerikanski herurin havt nóg mikið av hermonnum, sum sjálvbodnir hava boðið sær til at gera tænastu í Irak, men soleiðis er ikki longur. Tað hevur havt við sær, at nógvir hermenn noyðast at verða verandi í Irak nógv longri enn upprunaliga ætlað, og nógvir noyðast aftur til Irak eftir at hava verið heima eina tíð, og fleiri hava longu verið har bæði tvær og tríggjar ferðir. Men hermannalívið í Irak er strævið bæði likamliga og sálarliga, og hugurin at fara hagar er lítil. Guy Stratton, oberstur, sigur við The Christian Science Monitor, at herurin arbeiðir við at senda boð eftir 2.500 hermonnum, sum fáa álagt at fara til Irak, og teir verða neyvan teir einastu, sum fáa slík boð, sigur hann. Tann 24 ára Murat Kurnaz, sum er av turkiskum upp­ runa, men sum hevur búð í Týsklandi í fleiri ár, er komin til Týsklands eftir at hava verið fýra ár í am­erikonsku fangaleguni Gunatanamo í Kuba. Kurnaz, sum í týskum fjøl­miðlum hevur verið um­røddur sum „Talibanin úr Bremen“, varð tikin í Pakistan stutt eftir atsókn­ ina at USA tann 11. sep­ tem­ber í 2001. Har sat hann í fongsli í eitt ár og varð síðani fluttur við flog­fari til Guantanamo, tí amerikanararnir høvdu illgruna um, at hann var limur í yvirgangs­felags­ skap­inum al-Qaeda. Murat Kurnaz hevur alla tíðina noktað seg sek­an, og amerikonsku mynd­ug­ leikarnir hava heldur ikki kunnað prógva, at hann hev­ur havt samband við al-Qaeda. Kortini er tað ikki vist, at hann sleppur at verða verandi í Týsklandi, tí ákæruvaldið í Bremen er í ferð við at kanna tíðindi um, at hann var við til at stovna ein kriminellan fel­ags­skap. Kann tað prógvast, verður Kurnaz helst vístur úr Týsklandi, skrivar DPA. Fýra ár í Gunatanamo Tey seinastu árini eru hand­ verkarar í túsunda­tali farnir úr teimum eysturevropeisku londunum til Vesturevropa at arbeiða, og tað hevur gjørt, at nú er trot á fak­ lærdum fólki har. Eitt nú eru nógvir polskir handverkarar farnir til Noregs at arbeiða, men nú vísir tað seg at vera óheppið fyri norðmenn. Norska sjóverjan hevur bí­lagt eitt verjuskip frá einari skipasmiðju í Sezcecin, men har er ikki nóg mikið av elektrikarum og rørleggjarum, og tí er byggingin seinkað einar tveir mánaðir, skrivar NTB. Leiðslan á skipasmiðjuni sigur, at ein dagin møttu átjan rørleggjarar til arbeiðis, men dagin eftir vóru bara tríggir eftir, tí hinir vóru farnir av landinum at arbeiða. Hildið verður, at umleið tvær milliónir pólendingar eru farnir vesturum at arbeiða, men serliga Estland, Letland og Litava eru meint rakt av, at fólk í stórum tali velja at leita sær av landinum at arbeiða. Í fjør fluttu meiri enn 15.000 fólk úr Litava, og síðani landið fekk sjálvsstýri frá Sovjetsamveldinum í 1991, er fólkatalið minkað 334.000. Faklærd rýma úr Eysturevropa Vilja ikki til Irak Amerikanskir hermenn vilja ikki til Irak. Tann 26 ára gamli Christopher Williams gjørdist frá sær sjálvum, tá hann fekk krakk frá unnustuni. Amerikanarin Christopher Williams gjørdist púra frá sær sjálvum, tá unnusta hans­ ara, Andrea Lambesis, segði honum, at nú var liðugt teirra millum. Tað kom at kosta tveimum fólkum lívið. Fyrst myrdi hann sína fyrr­verandi vermóður, ta 57 ára gomlu Lindu Lambesis. Síðani setti hann seg í bilin og koyrdi til skúlan, har fyrr­ verandi unnustan er lærari. Tá hann ikki fann hana, skeyt hann starvsfelaga henn­ara, ta 56 ára gomlu Mary Shanks, sum doyði av skotunum. Haðani fór Christopher til eitt íbúðarøki, har hann særdi ein vinmann, tann 26 ára gamla Chad Johansen. Síðani vendi hann byrsuni ímóti sær sjálvum, men hóast hann skeyt tvær ferðir, doyði hann ikki. Løtu seinni kom løgreglan á staðið og tók hann. Drepandi hjartasorg Kvinnurnar í Darfur verða illa viðfarnar, tí friðarhermenninir klára ikki at verja sivilfólkið. Tær seinastu fimm vikurnar hava minst 200 kvinnur í flóttafólkaleguni Kalma í sudanska landspartinum Darfur boðað frá, at tær eru vorðnar neyðtiknar. Fyrr vóru neyðtøkurnar tvær ella tríggjar um mánaðin, men í seinastuni er talið vaksið óhugnaliga nógv, skrivar Reuters. Tær flestu neyðtøkurnar eru, tá kvinnurnar noyðast úr leguni út í skógin eftir brenni, og í fleiri førum er gentur niður í 13 ára aldur neyð­tiknar. Aðrar, sum eru slopnar undan neyð­ tøku, hava greitt frá, at tær eru voðrnar slignar og sparkaðar. Tað hevur altíð verið vanda­mikið hjá kvinnunum at fara úr legunum í Dar­ fur. Tí bleiv avgjørt, at hermenninir hjá afrikanska eindarfelagsskapinum skuldu verja tær, men roynd­ ir­nar vísa, at hermenninir eru so fámentir, at teir megna ikki uppgávuna. Harafturat hevur tað víst seg, at verða menninir sendir eftir brenni, koma bara nakrir fáir aftur á lívi. Tí fara kvinnurnar heldur avstað. – Vit hava valt at fara, sjálvt um vit kunnu vænta at verða neyðtiknar, men á tann hátt kunnu vit bjarga monnunum, sigur ein av kvinnunum við hjálparfelagsskapin Int­er­national Rescue Com­ mittee. IRC stórur fyri, at viður­ skiftini fara at versna seinni, tí tann 30. september fara teir afrikonsku frið­ar­ hermenninir úr Darfur. Tá skulu ST-hermenn ætlandi taka við eftirlitinum, og Kodi Annan, aðalskrivari, hevur skotið upp at senda 22.000 her­menn til landspartin. Sud­ anska stjórnin vil ikki hava ST-hermenn til Darfur, men USA og Bretland hava gjørt greitt, at hermenn verða sendir hagar, sama hvat sud­ anska stjórnin sigur. Í Darfur eru neyðtøkur gerandiskostur Tær seinastu vikurnar eru umleið 200 kvinnur neyðtiknar í Darfur