fríggjadagur 25. august 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 163 - 25. august 2006
tíðindi
útlond
Fyri átta árum síðani
hvarv tann 10 ára
gamla Natascha
Kampusch í Wien.
Nú er hon komin
afturíaftur
Mikudagin eydnaðist tað
Nataschu Kampusch at
flýggja frá manninum, sum
hevði havt hana sitandi í
einum bilhúsi í samfull átta
ár. Hon var ein vanlig tíggju
ára gomul smágenta, tá hon
hvarv. Nú er hon vaksin
kvinna.
Øll í Eysturríki hoyrdu
um ta tíggju ára gomlu gent
una, tá hon brádliga hvarv
tann 2. mars í 1998. Stór
løgreglulið vórðu sett at
leita eftir gentuni. Løgreglan
steðgaði 700 vøruvognum,
men til fánýtis, og at enda
kom løgrewglan til ta niður
støðu, at gentan helst var
endað í Ungarn.
Millum tey mongu, sum
løgreglan avhoyrdi tá, var
tann 36 ára gamli Wolfgang
Priklopil, men hóast hann
hevði ilt við at sannføra
løgregluna um, hvar hann
hevði verið, tá Natascha
hvarv, gjørdi løgreglan av
at lata hann sleppa.
Øll høvdu mist vónina
um at síggja gentuna aftur á
lívi, tá hon brádliga bankaði
á dyrnar í einum húsum í tí
lítla býnum Strashof miku
dagin.
– Hon var sinnilig. Tað týdn
ingarmesta er nú at sannføra
hana um, at hon er sloppin
leys, og at henni nýtist ikki
at stúra fyri manninum, sum
burturflutti hana, sigur Erich
Zwettler hjá eysturríksku
løgregluni við DPA.
Minur og granatir
Pápin var tann fyrsti, sum
fekk at vita, at Natascha var
komin afturíaftur, og hann
var sum vera man skjótur
á løgreglustøðina at síggja
gentuna aftur.
– Hon tók uppaftur og upp
aftur, at hon elskaði meg,
segði hann sinnisrørdur við
fjølmiðlarnar.
Eysturríkska løgreglan
hevur verið sparin við upp
lýsingum um, hvussu gentan
hevur havt tað øll hesi átta
árini, hon hevur hildið til í
bilhúsinum hjá Wolfgang
Priklopil. Tað er tó komið
fram, at hon hevur ikki
verið fyri kynsligum ágangi,
men at hon skuldi vísa
burturflytara síinum virðing
í gerandisdegnum. Hon hevði
bæði útvarp og sjónvarp í
bilhúsinum, og hon slapp
eisini at lesa bløðini. Men
hon kundi ongantíð kenna seg
trygga, tí hon hevði fingið at
vita, at bæði minur og granatir
vóru í bilhúsinum, og at hon
tí skuldi ansa sær.
Flýddi til grannan
Tað var ikki fyrr enn seinni,
at Natascha skilti, at tað bar
til at flýggja frá Wolfgang.
Hann var farin at hugsa um
at keypa sær eini onnur hús,
og tað vísti seg, at hann læsti
ikki bilhúsið, tá hann fór at
hyggja eftir húsum.
Mikudagin gjørdi Natascha
av at flýggja yvir í garðin hjá
grannanum. Kvinnan, sum
búði í grannahúsunum, ringdi
til løgregluna og boðaði frá, at
eitt barn gekk og mól í garði
hennara. Løgreglan var skjót
á staðið.
– Góðan dag. Eg eiti
Natascha Kampusch!
Løgreglan í Wien held
ur, at tann 44 ára gamli
burturflytarin gjørdist bang
in, tá nakrir løgreglumenn
fóru at leita eftir leivdunum
av einum barni uttan fyri
ein djóragarð í býnum. Ein
fangi hevði greitt myndug
leikunum frá, at ein av hin
um fangunum segði seg
hava beint fyri Nataschu
Kampusch og jarðað líkið
uttan fyri djóragarðin.
Tók lívið av sær
Hvussu er og ikki, so bað
Wolfgang P. ein vinmann
hjálpa sær, tí løgreglan var
farin at leita eftir sær. Sam
bært vinmanninum segði
hann, at hann hevði koyrt við
kenning, og at løgreglan tí
vildi hava fatur á sær.
Vinmaðurin fór eftir
Wolfgang P., men tá teir
høvdu koyrt eina løtu, bað
Wolfgang hin steðga. Løtu
seinni fekk løgreglan boð
um, at ein maður hevði
beint fyri sær við at leypa
út fyri eitt tok. Kanningarnar
staðfestu skjótt, at talan var
um Wolfgang Priklopil.
Grannarnir undrast
Í dag spyrja grannarnir í
Strashof, hvussu í verðini
Wolfgang Priklopil kundi
fjala Nataschu í bilhúsinum,
uttan at nakar teirra varnaðist
tað. Millum teirra er fyrr
verandi løgreglumaðurin
Franz Hafergut. Við blaðið
Die Presse sigur hann, at
síðani mikudagin hevur hann
fleiri ferðir spurt seg sjálvan,
hvussu tað ber til, at ein so
royndur løgreglumaður sum
hann ikki skal hava varnast
nakað. Franz Hafergut greiðir
frá, at Wolfgang Priklopil var
fyri tað mesta fyri seg sjálvan.
Av og á plagdi hann at skjóta
dúgvur og smáfuglar.
– Var tað veruliga Wolf
gang, sum burturflutti Nat
aschu, spyr ein annar granni.
Tann 66 ára gamli Josef
Jantschek hevur ilt við at
trúgva tí. Hann var tann
einasti av grannunum, sum
hevði nakað samband við
Wolfgang. Væl var hann eitt
sindur egin, men kortini ikki
serstakur á nakran hátt.
– Eg sá hann mánadagin.
Tá var hann í ferð við at
umvæla bremsurnar á
bilinum, sigur Josef Jant
schek við Die Presse.
Natascha var
burturi í átta ár
Wolfgang Priklopil var
sambært grannunum eitt
sindur egin
Natascha Kampusch sum tíggju ára gomul