Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 15 tíðindi Oskar Jensen, sum býr á ellisheimi á Vífilsstøðum í Garðarbær í Íslandi, fylti tann 18. august 100 ár. Oskar er elsta núlivandi starvsfólk á Dimmalætting Oskar Jensen er føddur í Íslandi. Pápin var ættaður úr Føroyum, og eftir at mamman doyði frá stórum barnaflokki, kom Oskar sum átta ára gamal saman við trimum systkjum til Føroya at vera. Her vaks hann upp, og sigur í dag, at hann kennir seg sum føroying. Hóast hann er 100 ára gamal og hevur búð størsta part av ævi síni í Íslandi, tosar hann væl føroykst mál. Oskar fór í 1921 í læru sum prentari á Dimmalætting og varð útlærdur haðani í 1925. Tá var Poul Niclasen stjóri á Dimmu, minnist hann. Hann heldur tað vera stuttligt at hava 100 ára føðingardag sama dag sum Sambandsflokkurin, ið gamla lærupláss hansara hesa øldina hevur verið ímynd av, eisini heldur sín 100 ára føðingardag. Eftir lokna lærutíð fór Oskar aftur til Íslands, fekk familju og arbeiddi sum prentari ymsastaðni í Íslandi. Tó mest á Ísafirði, har hann bygdi og búði. ej 100 ára føðingardagur Oskar Jensen fylti 100 ár tann 18. august. Hann er klárur og tosar væl føroykst, hóast 81 ár í Íslandi. “Eg kenni meg sum føroying”, sigur hann Mynd: Edvard Joensen Mánakvøldið 28. august kl. 20 byrjar Føroya Fila­telistfelag aftur eftir summarfrítíðina. Tá koma fleiri av frí­ merkja­savnarunum við ym­iskum áhugaverdum, teir eru komnir fram á í summarferiuni. Felagið heitir á fólk kring landið, sum liggja inni við frímerkjum, rabattmerkjum jólamerkjum, ella hvat tað skal vera, um at seta seg í samband við felagið. Felagið heldur til í hús­ unum hjá Havnar Hand­ verk­arafelag, Sjúrðargøta 20 í Havn. Adressan er: Før­oya Filatelistfelag, post­boks 2088, FO-165 Argir. Føroya Filatelistfelag: Frímerkjasavnarar byrja aftur Her er eitt av stuttligu frímerkjunum, sum er komið undan kavi í summar. Frímerkið er stemplað í Saltangará 26. mai 2295 Brúdleyp Leygardagin 26. august kl. 15.00 gift­ast í Leirvíkar kirkju Sonja Eliasen, Leir­ vík og Hans í Kálvalíð Hansen, Mið­ vágur. Veitslan verður fyri innboðin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Leygardagin 26. august kl. 11.00 giftast í Herlev Magle kirkju, Nancy Hansen, Tórshavn og Jan Christensen, Gelsted. Adr. Engvej 32, 4160 Gelsted, Herluf Magle. Leygardagin 26. august kl. 14.00 giftast í Ebenezer, Senøva Johansen, Sandavágur og Dánjal Petersen, Tórshavn. Veitslan verður hildin í Bilfríðkan á Hjalla kl. 18.00 fyri innboðin. Leygardagin 26. august giftast í Højslev Kirke, Monica Olsen úr Klaksvík og Tommy Nielsen úr Højslev. Brúdleypsadr.: Ørslevklostervej 54, DK-7840 Højslev. Prógv 18. august hevur Sóley› Holm, Vágur, búsitandi í Brønshøj, loki› útbúgving sum Cand.merc.scm (supply chain management) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. 50 ár Leygardagin 2. september verður Kirstin Strøm Bech, Vágur 50 ár. Føðingardagurin verður hildin frá kl. 19.00. 75 ár Leygardagin 26. august verður Jákup Andreas Joensen á Eiði, 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 80 ár 25. august verður Kaj Christiansen, Tórs­havn, 80 ár. hann er burturstaddur føðingardagin. 90 ár Leygardagin 26. august verður Jógvan Gerðalíð, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin við hús, Heygavegur 21, frá kl. 10.00 til kl. 16.00. Øll eru vælkomin. 95 ár Mánadagin 28. august verður Petrina Berg, Nes í Hvalba, 95 ár. Um nakar vil heilsa uppá Petrinu, er hon at hitta á Sambýlinum í Hvalba, mánadagin frá kl. 12.00-16.00. Allar eita Sára Tá Dagrøktin á Eiði var í Nesvík í mai mánað í ár, vóru 5 gentur har, sum allar eita Sára. Tær fimm eru f.v.: Sára Alfredsdóttir Vesturtún, Sára Østerø, Sára Joensen, Sarah Sømark og Sára Dahl