Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 163 - 25. august 2006 Ítróttarfelagið Bragdið í Havn skipar á øðrum sinni fyri kvinnurenning í Føroyum leygardagin 2. september kl. 16. Ætlanin er, at kvinnurenningin skal verða eitt afturvendandi tiltak Tíðindaskriv Áhugin fyri renning er alsamt vaksandi í Føroyum. Eitt nú eru rennikappingar fastir tættir á summarstevnunum, og luttakaratalið er stútt vaksandi hjá monnum og ungdómi. Nú er so tíðin komin til at kvinnurnar finna renniskógvarnar fram og mýkja vøddarnar. ”Burtur við ”bilringum” og ”appelsinhúð” og inn við føstum afturpørtum”! Renningin er ætlað kvinn­ um yvir 18 ár. Teinurin er umleið 4,2 km, og sera vælegnaður til bæði at renna og ganga. Byrjað verður við upp­ hiting kl. 15.30 á park­ eringsøkinum við Stud­ enta­skúlan í Hoydølum. Runnið­/gingið verður frá Studentaskúlanum og niðan á Ringvegin, eftir Hvítanesvegnum oman til tyrlupallin yviri við Strond og síðan eftir gøtuni til Studentaskúlan. Teinurin verður runnin/gingin tvær ferðir. Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, so heiðursmerki verða ikki til tær skjótastu kvinnurnar, men vinningar verða lutaðir millum allar luttakarar, sum koma á mál. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt at drekka. Tilmelding fer fram á heima­síðuni hjá www. athle­tics.fo, og seinasta freist at melda til tiltakið er fríggjadagin 1. september kl. 12. Luttakaragjaldið er kr. 50,- og verður goldið, tá ið start nr. verða avheintað við startøkið kl. 14 – 15. Kvinnurenningin 2006 Dagurin í morgin 26. august. Líradagur. Dagurin verður eisini róptur líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella kirkjuligan týdning; navnið hevur dagurin fingið bara av teimum mongu mariumessunum um heystið. 26. august eitur eisini Ireneus til minnis um ein halgan munk úr Lyon, sum doyði umleið 258. 27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja. 28. august. Augustinus, deyður ár 430. Føddur í Tagaste í Norðurafrika. Eftir mongum ymiskum vegum gjørdist hann kristin og endaði biskupur í Hippo í Norðurafriku. Hann doyði tá ið vandalakongurin Geiserik kringsetti staðin. Augustin var mætasti kiskjulærarin í fornkirkjuni og hevði tær komandi øldirnar mikla ávirkan á kristna heimspeki og guðfrøði. Navnið Augustus er latínskt og merkir hin hátt upphevjaði. Í sambandi við ráðstevnuna “Nordiske kvinner mod vold 2006” sum er fyri fólk sum arbeiða á kreppumiðstøðum í Norðurlondum komu tíggju kvinnur frá “Hera Døtrenes kricesenter” í Kal­undborg fimm dagar áðr­enn ráðstevnuna, sum verð­ur í vikuskiftinum, fyri at uppliva Føroyar sum ferðamannaland. Tær hava verið fleiri útferð­ir kring landið eitt nú í Vest­ mannabjørgunum. Myndin er tikin beint áðrenn tær fóru til Nólsoyar fríggjadagin við Sámal Bláhamar sum ferðaleiðara. mg. Hera Døtrenes krisecenter, Kalundborg: Vildu uppliva Føroyar Týsdagin 22. august fylti Steinbjørn í Dali í Havn 50 ár. Steinbjørn er havnarmaður, sonur Honnu og Heðin í Dali, hon úr Funningsfirði (f. Berg) og hann úr Havn. Hanna andaðist í 2001, 73 ára gomul. Steinbjørn er giftur við Randi, dóttir Marjun Lama­in, og tey hava tvey børn, Jan­us og Sólja. Eisini tvey abba­børnini eru komin, Liam, sonur Janus, og Natali, dóttir Sólju. Steinbjørn eigur tvey systk­in, Snæbjørn og Marin. Steinbjørn er miðlingur. Fyrstu árini búði fam­ilj­an í miðbýnum í Havn. Tá Steinbjørn var um skúla­aldur fluttu tey yvir í Bókbindaragøtu, har hann vaks upp millum “lona­dreingir”. Sum smádrongur hjálpti Steinbjørn ofta til hjá pápa sínum, sum hevði vaskifyritøkuna “Kvikvask”. Eitt skifti aftaná realskúla arbeiddi hann hjá Emil Juul Thomsen og serviseraði útbúnað frá Electrolux. Steinbjørn búði í Bók­bindaragøtu, til hann møtti Randi. Tey fluttu fyrst oman í Vertshúsið (við Cafe Natúr) og seinni niðan í Vertshúsið (við Sjónleikarhúsið). Fyrst í 80-unum byggja tey síni egnu hús í Norðurrás, og har hava tey búð síðan. Hvat skúlagongdini víð­víkur gekk Steinbjørn fyrst í barnaskúla í Komm­ unuskúlanum og tók eisini realprógv har. Hann var ein av teimum fystu sum tóku HH- og HD-prógv á Føroya Handilsskúla og millum tey fyrstu sum tóku cand. merc. aud í Føroyum. Summarið 1979 sigldi hann við Smyrli. Hann ar­beiddi eitt skifti hjá Kosan­gass, har hann eisini hevði bókhaldið um hendi. Síðan fór hann í starv hjá Com-Data í Havn. Síðst í 80- unum vóru Steinbjørn og Randi í Nuuk í tvey ár, har hann eitt skifti arbeiddi á deildini hjá Com-Data har, og síðani tók hann við sum roknskaparleiðari á Godthaab Fiskeindustri. Hann fór aftur til Com-Data, tá hann kom heim aft­ur til Føroyar, og var eitt skifti stjóri í fyritøkuni. Síð­an tók hann við sum rokn­skaparleiðari í Rúsuni, tá hon byrjaði. Tá hendan var komin væl og virðiliga í gongd, tók hann við nýggjum avbjóðingum og tók við sum stjóri á nýstovnaðu Kassamiðstøðini. Fyri nøkrum árum síðan varð hann settur sum ráðgevi á KT-stovuni, og síðan KT-stovan varð løgd saman við Menningarstovuni, hevur hann arbeitt har. Hann er eis­ini knýttur at Bitland- verkætlanini og er stjóri í einum felag, sum arbeiðir við verkætlanini um sporføri í fiskivinnuni, sum er eitt av hansara hjartabørnum. Steinbjørn er av raskastu monnum, og hann hevur ofta tikið aðrar uppgávur upp á seg umframt sítt vanliga ar­beiði. Hann er góður í ráðum, tá arbeiðast skal við teldu, og hevur hann eisini havt roknskap fyri fleiri feløg og einstaklingar. Frá ungum av hevur Stein­bjørn verið sera virkin innan SSB skótarnar. Hetta sæst eisini aftur í hansara vinarskara, sum teir flestu eru gamlir SSB skótar. Honum dámar væl at koma út í náttúruna. Hann er ofta úti í Tindhólmi, har tey halda til í nýggju húsunum. Saman við vinum hava hann og Randi verið í at kalla øll­um oyggjum í Føroyum. Eis­ini dámar honum væl at fara á flot, og nú sær tað út til, at hann ætlar sær at gera meira við tað, tí í vár tók hann dugnaskapsprógv í sigling. Saman við vinfólki hevur hann verið bátaferðir í londum sum t.d. Írlandi og Italia. Steinbjørn hevur altíð ver­ið HB- ari og er fastur fús­ur í Gundadali, tá HB spælir. Hann tekur eisini eina hjálpandi hond við í roknskapinum og billetsøluni hjá HB og er aktivur limur í HB-stuðlum. Sjálvur spælir hann fótbólt í Lunsj United, tá til ber. Steinbjørn hevur spælt billiard í mong ár, fyrst við Mimir og seinastu árini við Kagganum. Fleiri ferðir hevur hann verið føroyameistari í liðkappingini. Hann er eis­ini álitið tá skipast skal fyri billiardkappingum. Stein­bjørn er formaður í Billi­ardsamband Føroya. Saman við pápanum, Heð­ini, hevur hann stóran áhuga fyri ættargransking, og er hann ein av nevndarlimunum í KT-slekt. Sum smádrongur gjørdist mamman sjúk, og var hann vanur at hjálpa til við tí hús­liga. Hetta hava familja, skót­ar og vinir notið gott av. Steinbjørn tímir væl at fáast við innløgu, og er hann ein óførur kokkur – serliga á grillini. Og so dámar honum væl eina Guinnes afturvið. Steinbjørn er sera hjálp­samur og altíð klárur um tað er onkur, sum treingir til eina hjálpandi hond. Hann er sera lættur av lyndi, og ein hoyrir sjáldan nakað neiligt koma frá honum. Vit ynskja Steinbirni hjarta­liga tillukku við degnum. Vinir Steinbjørn í Dali 50 ár www.sosialurin.fo