fríggjadagur 25. august 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 25. august 2006
13
Kjartan Sofus Nielsen, Saltangará, andaðist
í heiminum mikumorgunin 23. august, 79 ára
gamal. Farið verður úr heiminum í Glyvra kirkju,
í dag kl. 18. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju
leygardagin kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast
Kjartan, kunnu lata eina peningagávur til Glyvra
kirkju. Konta í peningastovninum.
Bodil Davidsen av Sandi, ættað úr Fredrikshåb,
andaðist í heiminum týskvøldið, 68 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Karl Monrad Joensen, Klaksvík, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hósmorgunin 24. august,
76 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni
Jarðarferðin hjá Hans Jørgen Jensen, tannlækna
í Hvalvík, verður úr Hvalvíkar kirkju, leygardagin
kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá høgt elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Diana Hansen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimasjúkrasystrar og heimahjálparar.
Tøkk fyri umlættingardagar á røktarheiminum og
dagarnar á sjúkrahúsinum.
Tøkk til tykkum, sum komu inn á gólvið og
tykkum, sum ringdu.
Eisini ein tøkk til tykkum, sum góvu og hjálptu til
við ervinum.
Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum, í Betesda
og á grøvini.
Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara
síðsta hvíldarstað á fold.
Tøkk fyri gávur til Zarepta.
Harrin signi tykkum øll.
Familjunna vegna
Esmar, Anna, Malena, Ólav Jákup
og Jógvan Kári við familjum
Best sum sólin kagaði fram, og alt
rundan um okkum angaði av blómum,
fingu vit tey tungu boð um at tú góða
Siri ikki var ímillum okkum meira.
Alt steðgaði upp, ein blóma var
følna. Líka so bjart sum sólin skein
hendan dagin, líka so nógv skein tú
ímillum okkum. Tú vart ein sólstrála,
altíð við tí góða, tú hevði so nógva
umsorgan fyri øllum, ikki minst børn
unum, tú tók tey til tín, sum um tey
vóru tíni egnu. Vit eru takksom fyri,
at vit fingu loyvi at hava teg her í
útibarnagarðinum í Miðvági í tvey
ár, tvey góð ár, har tú vísti okkum
við tínum góða sinni og spaklindi, at
tað ikki altíð er neyðugt við stórum
orðum, tú gleddist altíð yvir alt tað
góða, ongantíð eitt ringt orð um
nakran.
Tú segði altíð, hvussu gott tú hevði
tað her hjá okkum í Miðvági, og tá
nýggi barnagarðurin í Sørvági søkti
eftir fólki, vóru vit bangin fyri at
missa teg til Sørvágs, men tú segði:
“eg kann ikki fara frá mínum børnum,
eg eri so góð við tey”. Nú ert tú ikki
ímillum okkum meira góða Siri, sakn
urin er stórur, men vit koma ongantíð
at gloyma teg, men altíð at goyma teg
í okkara hjørtum.
Tankarnir leita heim til foreldur og
syskin, sum Siri var so góð við, tit
hava mist tað dýrabarasta tit áttu, má
Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara,
sum versið so gott sigur tað: Frið lati
Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg
tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og
missi ikki mótið. Johs. 14:27.
Eitt av børninum segði tað so gott ,
at vit sluppu at læna Siri, og tá Jesus
pápi skuldi hava ein at ansa eftir øll
um børninum í himlinum, so var
tað gott at hann valdi Siri, tí so hava
børnini tað gott.
Takk fyri góð minnir góða Siri.
Starvsfelagar
í Útibarnagarðinum í Miðvági
Minningarorð um Siri Davidsen
★ 18. juli 1979 ✞ 3. august 2006
Bræv til Siri
Góða fitta Siri!
Nú tú ikki kemur aftur í barnagarð, tí
tú ert blivin ein eingil hjá Jesuspápa,
vilja vit á Títlingastovuni, takka fyri
alt tú hevur verið fyri okkum.
Minnist tú, tá vit plagdu at
klandrast um hvør slapp í tín bil, til
Trøllakambasand ella til Vatnsoyrar. Tá
vit sníttu, og tú gav okkum bomm.
Tá vit plagdu at sita og tekna hestar,
hundar, perla og Tara kom at vitja í
ljósareyðari troyggju.
Tú segði ongantíð nej, tá øll hini
søgdu nej. Minnist tú hvussu stuttligt
tað var, tá vit plagdu at fanga krabbar
og gera okkum vát.
Góða Siri-mamma, sum vit plagdu
at kalla teg, tú var so pen sum ein
sól, og tú føldi, sum um vit vóru tíni
børn. Vit vilja minnast teg, hvussu
góð tú vart við okkum, og allan tann
kærleika tú gavst okkum, og goyma
tað í hjartanum.
Heilsan Títtlingarnir
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið okkara elskaði sonur og beiggi
Rókur Sunason Fjallsbak
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til prest og sangarar.
Ein serlig tøkk til føðideildina, læknar, sjúkrasystrar
og jarðamøður.
Takk fyri blómur og kransar.
Takk fyri hjálp til ervið.
Stóra tøkk til tykkum, ið fylgdu Róki
til hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Teresa, Suni og Heiðrun
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á 100
ára degnum 9. august 2006.
Ein serlig tøkk til leiðslu og starvsfólk á
Ellisheiminum.
Vinarliga
Jóhanna Mathea Skaale
Lesið
-so eru tit við!