Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 163 - 25. august 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í morgin, leygardagin 26. august, verður Jógvan Gerða­líð í Klaksvík 90 ár. At Jógvan framvegis er virkin sæst eitt nú í, at hann í summar hevur sligið nógvar teigar í Gerðabø. Jógvan er klaksvíkingur. Hann er føddur í Gerðum, og har hevur hann búð mest sum alla sína tíð. Foreldrini vóru Malvina fødd Steffensen og ættað úr Árnafirði og Jacob Joensen, nevndur Jakku á Geilini og eisini kendur sum Sterki Jakku. Jógvan er elstur av níggju systkjum: Jógvan (1916), Jacob (1919), Solborg (1920), Absalon (1922), John (1923), Erland (1926), Benjamin (1927), Karla (1930) og William (1931). Øll uttan Solborg, sum býr í Leirvík, búsettust í Klaks­vík. Fyri næstan hálvt hundrað árum síðani flutti John til Havnar, og fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðani búsettist Willi í Hirtshals. Absalon og Erland eru ikki á lívi longur. Jógvan var í tríati árunum í Jyllandi fyri at útbúgva seg at taka við tí partinum av Niðristovufestinum, sum pápin sat við. Jógvan lærdi nógv um bóndaskap í Danmark, og bæði handaliga og andaliga var útisetatíðin við til at mynda mannin. Tá ið Jógvan var heimaftur komin, fór hann eitt nú undir at bróta upp úr nýggjum. Bygdin vaks nógv, og tað var skjótt, at tørvurin á byggi­øki fór við víddunum, sum høvdu verið ætlaðar til grasfløtur. Áhugan fyri at bóndast hevur Jógvan varðveitt, og at vera eysturi í Barmi, har teir hava gott hús, dámar honum framvegis ógvuliga væl. Tá ið samfelagsliga gongd­in avmarkaði menningina í landbúnaðinum, fór Jógvan at fáast við annað virksemi, sum so at siga var í familjuni. Farbróðurin Hugo hevði sand­bát, og Jógvan var í mong ár uppi í vegagerðum og havnaútbyggingum, eitt nú saman við Dávuri Jacobsen. Á so mongum økjum hev­ur Jógvan verið, og er hann fjøltáttaður maður. Hann vaks ikki upp við far­telefon, interneti og teldu­posti. Men tað eru nógv ár síðani, at Jógvan sum radio­ amatørur, ið tað varð nevnt, fór at samskifta við fólk kring knøttin. Fleiri av hesum sambondum hevur hann støðugt hildið við líka. Jógvan hevur fylgt væl við í menningini, og nú situr hann frammanfyri telduna, sendir teldupostar, skrivar í Word og leggur tilfar út á heimasíðuna hjá húsinum eysturi í Barmi, har tað ber til at síggja, at talan er um søgufróðan mann, sum eitt nú hevur skrivað um torvskurð í Barmi. At Jógvan er innarlaga í nógvum av tí, sum hevur við Barm, Gerðar og Klaksvík at gera hoyrdist nøkur ár herfyri, tá ið hann var við í fleiri áhugaverdum útvarpssendingum. Jógvan hevur alla sína tíð verið trúfastur í Betesda. Bæði har og alla aðra staðni, har hann fær møguleikan, hevur hann verið og er hann klárur við einum upp­muntr­andi orði, og honum dámar væl sang og tónleik. Hann hevur sungið í kóri og eitt skifti í seksti árunum eisini stjórna kóri. Tað var á sangferð í Keyp­mannahavn í 1946, at áhugin fyri at taka upp á plátu kveiktist. Jógvan skip­aði fyri, at upptøkutól varð keypt, og við hesum syrgdi hann fyri, at nógvar upptøkur vórðu gjørdar, ið eru sannur mentanarskattur. Millum upptøkurnar eru eitt nú tær við Kingo sangarum úr Tjørnuvík. Tað hevur ligið væl fyri hjá Jógvani at seta saman og yrkja. Framúr sangirnir til serstøk høvi hava verið nógvir, og Jógvan hevur yrkt og umsett sálmar og sangir og stórslignar yrkingar til serligar løtur. 4. oktober í 1941 gift­ist Jógvan Astrid fødd Simon­sen og ættað av Gørðum. Tey bæði bygdu í Gerðum, har hesi fryntligu og fyrikomandi hjún­ ini, sum hava hildið saman í hjúnarlagi í næstan 65 ár, framvegis búgva og gleðast um lívið og Skap­ar­ans gávur. Tey takka fyri, at tey framvegis eiga forrættin at vera virkin, og tey eru mong, sum fegnast um, at Astrid og Jógvan so dyggiliga eru við til at gleða og uppmuntra onnur. Børnini hjá Astrid og Jógvan eru Jákup (1942), Jens Christian (1945), Øssur (1948) og Henny (1952). Jákup er giftur Lenu Joensen úr Búðunum, Jens Christian er giftur Elsebeth Joensen úr Búðunum, Øssur er giftur Helgu Hilmarsdóttir av Akureyri, og Henny er gift Bjarna Nielsen av Gørðum. Tey búgva øll í Klaksvík, og Jógvan eigur nógv abbabørn og eisini langabbabørn. Føðingardagin er Jógvan at hitta heima við hús, har tað í morgin verður opið hús millum klokkan 10 og 16. Tíðliga á morgni Líradag plagar sólin at skýna úr Oyra­skarði og oman á trappuna á Heygavegi 21. Um nakað samband er millum lív og levna og føðingardag, so eigur hon eisini at fara at gera tað í morgin! Hjartaliga tillukku góði frændi, ynskja vit øll! Jóannes Jógvan Gerðalíð 90 ár Føðingar 29. juli fingu Irdi og Kári Müller Jacobseb, Norðdepil, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 4. august fingu Elin Maria Isaksen, Tjørnuvík og Tummas Thomsen, Strendur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3600 gr. 15. august fingu Charlotta og Remy á For, Nes, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3680 gr. 17. august fingu Lív Fjallsbak og Ivan Niclasen, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3900 gr. 17. august fingu Elin Dam og Jóan Edvard Jóhannessen, Klaks­vík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long ov vigaði 3400 gr. 17. august fingu Hilma og Kurt Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2700 gr. 17. august fingu Guðrið undir Kletti og Ingi Símunarson, Tórshavn, tvíburðar, gentu og drong. Gentan var 48 cm. long og vigaði 2680 gr. og drongur var 49 cm. langur og vigaði 2675 gr. 18. august fingu Judith og Allan Ellingsgaard í Belfast í Norður Írlandi ein son. Hann var 45 cm. langur og vigaði 1990 gr. Hann eitur James Petur. 18. august fingu Beinta Berg og John Kris Guðmundsson, Tórs­havn, eina dóttur. Hon var 47 cm. long og vigaði 2340 gr. 19. august fingu Helen og Oddfríður Gaardbo, Runavík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr. 19. august fingu Ruth N. og Jógvan Símun Sevdal, Leir­vík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3780 gr. 19. august fingu Salua Manai og Hanus R. Jensen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3750 gr. 20. august fingu Karis Johansen og Hjalmar Joensen, Argir, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3950 gr. 20. august fingu Lelani G. Joensen og Poul M. Joensen, Kambs­dalur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3150 gr. 20. august fingu Malbjørg Thomsen og Merwyn Thomsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3705 gr. 20. august fingu Heidi í D. Jacobsen og Kurt F. Jacobsen, Tórshavn, tvíburar, gentu og drong. Gentan var 42 cm. long og vigaði 1610 gr. og drongur var 43 cm. langur og vigaði 1490 gr. 21. august fingu Alma á Lava og Báður Persson, Sanda­ vágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 21. august fingu Ingun Klakstein, Norðragøta og Hans Pauli Petersen, Syðrugøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 22. august fingu Jackline og Poul Johannesen, Signabø, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3240 gr. 22. august fingu Kristianna Petersen og Regin Hammer, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3920 gr. 22. august fingu Arina Bischoff og Høgni H. Debes, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4140 gr. 23. august fingu Jónhild og Brian Rasmussen, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 2950 gr. Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kári av Reyni í Havn fríggjamorgunin 25. august, 59 ára gamal. Kári var elstur av teimum átta børn­unum hjá Elsu og Ingálvi av Reyni. Hann lærdi til elektrikara hjá pápabeigjanum Sigirdi av Reyni og hevði í mong ár sína egnu elektrikarafyritøku. Eitt skifti í 60- unum sigldi hann við trolaranum Leivur Øssursson sum elektrikari. Kári hevði góða sangrødd, og hon­ um dámdi sera væl at syngja. Hann var t.d. við á plátuni “Meistarans hond” hjá M.C. Restorff, og saman við Bjarna Restorff var hann við til at stovna Tórshavnar Manskór í 1986. Hann hevði solopartin av ólavsøkukantatuni í 1987. Eisini gav hann út sína egnu fløgu “Eg elski teg land” í 1995. Í mong ár var hann ein av teimum, sum syngja fyri til jarðarferðir í Havn. Kári hevði eisini góð listarlig evni til málningalistina. Sum heilt ungur var hann við á einum skeiði fyir lista­ málarar sum pápin, Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri síðst í 50-unum. Kári eigur tveir synir: Andreas F. Hansen, sum býr í Havn, og Oddur av Reyni Eliasen, sum býr í Fuglafirði. Kári av Reyni farin