Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 11 tíðindi Í einum ”aftursvari” til mín, brúk­ar Jón Ell­end­ er­­sen eitt gamalt snildi: Fyrst verða ”meiningar”, sum eg ongantíð havi havt, bastant projicerað­ ar om­­an­ yvir meg, - og so brúk­ar hann øgiliga nógv lóður, eisini óviðkomandi leysakrút, m.a Mein Kampf (sic) til at jarðleggja hesar ikki-eksisterandi fiktivu ”mein­ingar” hjá mær! Slík argumentatión er ikk i psyk­ o­logiskt ónteressant, men hon er valla serliga upp­ lýs­andi ella mennandi fyri debattina!. 1 ) Tí fyri tað fyrsta, harra Jón Ellendersen, so eri eg púra samdur við tyg­um um, at søguskrivng ikki skal vera selektiv – eg havi fak­t­iskt í meira enn eitt mannaminni, bæði á fundum og í bløðum framført hetta sjónarmiðið, júst tí at ta mesta av føroyskari søg­u­skriv­ing hevur verið eks-tremt selektiv og lopið nógv kontroversielt tilfar um! Men, harra Jón, sjálvt um skrivingin ikk i skal vera sel­ektiv, má tann justerandi metodan viðhvørt vera tað, annars kódnar øll vanlig skriving. Tað svitast ikk i, at sam­ bands­­menn ofta hava ver­ið ótrúliga arro­­g­ant við­farn­ir, meðan sjálvs­stýr­is­­menn oftast hava ver­ið glor­i­ ficeraðir og skamm­róst- ir! Hetta er eitt fakt­ um, sum lættliga kann dok­u­ ment­erast. (Hygg bara í skúl­­a­­søgubøkurnar)! So, um tygum eru fúsur at fáa søguna skrivaða í eini sann­ ari og betri kontekst, ber væl til hjá okk um báðum at draga eina línu! 2) Fyri tað næsta, harra Jón, so kann ein rætting til eina ráðandi subjektiva uppfatan aldri verða univers­ el – annars hevði tað fylt eina heila bók! Og tað er tí heilt legitimt, og als ikki sel­ ek­tivt ætlað, at ein serliga kontroversiellur søgupartur verður settur undir lupp av og á! Hetta verður gjørt nógv her í Danmark í løtuni, har einstakar hendingar frá øðrum heimsbardaga verða eirindaleyst debatteraðar og end­urskoðaðar! Viðhvørt er stutt sagt neyðugt við sel­ek­ tiv­ari og sorterandi metodu fyri at náa fram til eitt alment skriv­að úrslit! 3) Fyri tað triðja, harra Ell­end­ ersen – havi eg ongastaðni skriv­að, at føroyingar eru hálv­býttir – men eg haldi har­aft­ur­ímóti, at nógv, ser­ liga tey yngru, eru heldur ó­upp­lýst, og tað standi eg við, men tað er avgjørt ikki teirra egna skyld! 4) Fyri tað fjórða, Ellend­ er­sen, sjálvt um eg loyvdi mær at skriva, at Jóannes Patursson hevði nazistiskar vinir, so havi eg aldri skriv­ að, at Jóannes sjálvur var naz­ ist­ur! Men eg veit frá mín­um barnaárum undir krígnum, at nógv fólk hildu hann vera tað – eg kann t.d. vísa til Før­ oya Soc­­­ialdemokrat frá 18. febr­­uar 1939, har ein grein á forsíðuni eitur ”Nazifundur í Skálavík”. Einasti røðari og fyrilestrarhaldari á hes­ um fundi var Jóannes Pat­ urs­son! Almenna umdømi hjá agr­ar­høvd­ing­i­num var so mikið minkað millum manna, av tí at hann hevði leikað so í gjøgnum tretivu- ár­ini, at javnaðarblaðið loyvdi sær hesa sterku yv­ir­ skrivt (apropos yvir­skrivt­ ir) – sostatt mettu nógv­ir menn hann at vera ov­mik­ ið væl við Hoel og aðr­ar ultranationalistiskar norð­ menn! Hesin Skálavíkar-fundur varð ofta umrøddur í barn­ dóms­heimi mínum, og tað vóru gestir sum Petur Mohr Dam, Leivur Mortensen(úr Skálavík), Martin Joensen, Heðin Brú, Jóhan Petur Dav­idsen, pápabeiggjar mín­ir og fleiri, sum ofta og títt refereraðu til henda fundin sum Karthago- fund­in hjá Jóannesi, - for­ eldu­­r míni sipaðu ofta bara stutt til fundin sum Dan­s­i­stov­u­fundin! Men ó­ans­æð, hvussu fundurin varð umrøddur, hildu øll, at Jóannes var reduceraður til ein tragiskan figur, eina anakronismu, sum man ikk i kundi taka í álvara, men bara taka synd í! Sjálvandi vóru nógv hús, har hann framvegis var kritikk leyst hetj­u­dyrkaður! Men alment var hann ikk i nógv í mæti, aftaná stríðið um Gráubók, og bæði sjónarmiðini mugu við, harra Ellendersen. Tað er júst ikki selektivt! Sum eitt kuriosum úr hesi grein, sum øll sjálvi kunnu lesa, kann eg nevna, at Jó­annes móti fundarenda royndi at billa fólki inn, at orsøkin til, at hann og hinir bøndurnir høvdu fingið grið og ikk i vórðu settir fastir fyri yvirgang móti Heðini Brú, landbrúkskandidati og Hàkuni Hansen, sýslumanni í bóndastríðnum norðuri í Klaks­ vík, var tann, at Dan­ mark ikki tordi at seta hann í skansan fyri millum øðrum sjálvum Týsklandi. Man má viðganga, at kongsbóndin hevði ein heilt serligan sans fyri proportiónum!. – Annars var reella orsøkin til, at teir sluppu undan fongsli tann einfalda, at teir í november 1938 so miriliga høvdu bøn­ að og biðið danska ju­stits­ min­ist­aran, Steincke um náði, og tað fingu teir! - Í hesum stubba mátti eg vera ”selektivur”, tí greinin fyllir tveir teigar! 5) Fyri tað fimta , harra Ell­ end­ersen, - so havi eg ong­ antíð samanborið Hoel við Hitler, tað er tín idé. Eg havi bara sligið fast, og tað kann ikk i reingjast, at Hoel var lim­ur av naziflokk inum hjá Quislingi, Nasjonal Samling, og sjálvt um tað vóru nógv­ir nazisympatisørar í Noregi, so vóru ikk i nógvir, sum fóru so langt, at teir beinleiðis meldaðu seg inn hjá Quislingi! Tað er púra rætt, at Hoel hjálpti fólki, sum vóru kom­in illa fyri, tá ið tað var týðuligt, hvør fór at vinna kríggið. Men hann var avgjørt ikki hjálpsamur fyrst í krígnum! Tá leiddi hann Oslo universitet við jarn­harð­ari hond, og setti tað akademiska frælsið úr gildi, og nógvir studentar rýmdu ella vórðu settir fast­ir! At hann hálsaði um í 1943 kundi eins væl vera opportunisma sum hum­an­ isma! Sjálvandi eru nógvir størri krígsbrotsmenn enn Ho­el, og teir vórðu eisini skotn­ir rættiliga skjótt! Men sjálvt, um Hoel slapp undan deyðarevsing og ikk i var millum teir allarfúlastu brotsmenninar, er tað langt úti, fyri at brúka títt orðalag, at tú og Bratholm, professari royna at vaska Hoel frían fyri á­byrgd. - Tit verða rættiliga eins­a­mallir! Tá ið hampamaðurin Seip varð koyrdur úr rekt­ ar­a­starv­ i­num av Quislingi, varð Ho­el glaðbeintur at taka við starvinum. Tað var gávan frá Quislingi til sín maktsjúka vin og partamann, Hoel! Hann kundi, um hann var heið­urs­maður, havt sagt nei­ takk ! Men sjálvandi hevur tú rætt í tí, at einki er svart/ hvítt, og Hoel var avgjørt ein dugandi geologur og pol­ar­granskari – bert spell, at maktsjúkan blindaði hann soleiðis, at hann eftir Haag- dómin gjørdist so beisk­ur og hatskur, at hann leit­aði sær stuðul millum ultr­a­nat­ i­on­al­ar fantastar, sum ár­ið eftir stovnaðu norska naz­ist­a­ flokk­in, Nasjonal Samling. 6) Fyri tað sætta, harra J. E., verður ofta tikið til: Sig mær hvørjum tú kemur sam­an við, og eg skal siga tær, hvør tú ert! Sjálvandi var Jóannes Patursson ikk i organiseraður nazistur, men hann hýsti Hoel í Kirkjubø, gisti hjá Hoel í Noregi og ferð­aðist um bæði londini við Hoel! Munnu teir ikk i hava havt okk urt tankagóðsið til felags? Tá ið fólk spurdu Jóannes um hansara løgnu norsku kontaktir, fekst aldri nakað greitt svar, bara utt­ anumtos! Tað minnast fleiri fólk, sum enn eru á lívi! 7) Fyri tað sjeynda, harra J, so havi eg als onga fjalda dags­skrá, tvørturímóti – mín dagsskrá er sera manifest: Eg vil bara hava erliga søg­ u­skriving. Tað sigur tú, at tú eisini vilt, og hóast tú brúk­ar sterk orð, dugi eg ikk i at síggja, at vit eru fund­a­mentalt ósamdir! Vit vilja helst báðir hava, at tann søgan, sum er skamferað av for­dómum, burturtagdum til­ fari og viðhvørt beinleiðis skeiv­um upplýsingum verður just­er­að og reviderað! So eg vænti, at tú venur teg av við tína allergi yvirfyri selektivum avdúkingum, har tær kunnu bøta um ta al­mennu søguskrivingina! Teir menn, sum vága sær at skriva søgubøkur og ikk i brúka so frægt sum eitt kap­ it­tul um bóndastríðið og Grá­ u­bók og als ikk i nevna Hoel, ein fremmandan mann, sum kom til Føroya og blandaði seg uppí føroyskan politikk , - hava teir ikki onkra fjalda dagsskrá, Ellendersen? 8) Fyri tað áttanda, so haldi eg, at tú sjálvur mást er­ kenna, at títt postulat um, at ¾ av fólkinum í Europa vóru racistar, áðrenn kríggið er heilt burtur úr vón og viti – men tað hevur tú helst longu gjørt! Forargilsi og firtni kann ikk i brúkast til nakað – tað gagn­ar ikk i søguligum er­kenn­ilsi. Eru vit yvirhøvur ósamdir? Virgar t. dalsgaard - Alt er ikki hundrað pro­sent, men at tað er nakar sum vandi fyri trygdini hjá børn­unum, er heilt burt­urvið at siga. Tvørt­ur­ímóti er grav­gangur eftir at sleppa á skúlan, sigur Levi Mørk, leiðari á frítíðarskúlanum í Hoy­ vík Frítíðarskúli og trygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er heilt burturvið at siga, at trygdin hjá børnunum í nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík, er í vanda. Levi Mørk er leiðari á nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík og hann er alt enn enn samdur í tí, sum ein ónevndur pápi og eitt ónevnt starvsfólk føra fram í Sosialinum leygardagin. Har varð ført fram, at trygdin og umstøðurnar í nýggja frítíðarskúlanum í Hoyvík er út av lagi. Trappurnar eru vandamiklar, tey hava hvørki køk ella telefonir, lítið er av leikum, einki hegn forðar fyri, at børnini renna oman á vegin og túnið minnir mest um eitt byggipláss. - Tað er rætt, at alt er ikk i akk urát, sum tað eigur at vera. Men tað er heilt burturvið at siga, at trygdin ikk i er í lagi. Var hon ikk i tað, vóru børnini heldur ikk i tikin inn á skúlan, sigur Levi Mørk. Hann sigur, at hetta er ein nýggjur stovnur í einum nýggjum húsi og tað er ringt at fáa alt hundrað prosent frá allarfyrsta degi. - Men at alt skal vera beinleiðis kaotiskt taki eg als ikk i undir við, tvørturímóti. Tað sum manglar er ikk i so álvarsligt, at tað ikk i hevur verið fult forsvarligt at hava børnini í skúlanum. Fáa alt í rættlag Leiðarin á skúlanum sigur, at arbeitt verður hvønn dag og sumt av tí, sum funnist varð at í Sosialinum, er longu gjørt, ella er um at verða gjørt. Soleiðis er køkin næstan liðug, telefonirnar eru komnar, nógvar leikur eru komnar og koma afturat og teldur eru komnar. Somuleiðis er rekk verk, sum manglaði við eina trappu, eisini gjørt. - Hinvegin er ikk i rætt, at onki hegn er oman til vegin, tí har er fyribils hegn sett upp, til tað ordiliga hegnið kemur. Levi Mørk sigur, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa í nýggja frítíðarskúlanum. Nú eru 116 børn í skúlanum og sostatt er ikk i pláss fyri fleiri. - Men tað eru ikk i eini einastu foreldur, sum hava vent sær til mín við nakrari ónøgd um umstøðurnar og enn minni við nakrari klagu um trygdina. - Tvørturímóti er tað sera hugaligt, at tað er so stórur áhugi fyri at sleppa á skúlanum og tey foreldur, sum hava tosað við meg, lata sera væl at umstøðunum. - Enn eru vit nóg illa komin ígongd og tá ið alt er fingið ordiliga í rættlag, er hetta eitt sera spennandi tiltak, har vit samskipa pedagokikk og undirvísing og vit hava atgongd til fakhøli av ymsum slagi. Hetta er eitt nýskapandi tiltak, tí hetta er fyrstu at skúli og frítíðarskúli samstarva á hendan hátt. Tað sær út til at virka sera væl og tí er hetta ein samanrenning, sum vit kunnu læra av og sum kann brúkast aðrastaðni eisini. - Men tað kann verða tungt at byggja ein nýggjan stovn upp, men vit eru komin heilt væl ávegis. - Og tað er rætt, at túnið uttanum er ikk i sum tað skal. Men vit hava so nógvar hentleikar uttandura, sum kunnu brúkast, tí vit hava bæði atgongd til fótbóltsvøll og til ítróttarhøll og tilsamans eru umstøðurnar heilt framúr. - Vit hava eisini børn við serligum tørvi og tað skeivt, tá ið funnist verður at, at tað er eitt bakk ast fyri hesi børnini, at tey nú flyta í nýggjan skúla við fremmandum starvsfólki, tí at tey tola ikk i ov stórar broytingar. - Veruleikin er, at gomlu stuðlarnir hjá børnunum fylgja í skúlan í Hoyvík, sigur leiðarin í frítíðarskúlanum. Ongin vandi fyri børnunum í frítíðarskúlanum í Hoyvík Alt er ikki akkurát sum tað skal, men tað er fult forsvarligt at hava børnini í skúlanum, sigur Levi Mørk, leiðari, sum vísir atfinningum aftur