fríggjadagur 25. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 163 - 25. august 2006
Stjórnarlóg – sjálvandi!
Tær nýtist hvørki at vera løgfrøðingur ella
politikkari fyri at staðfesta, at verandi stýris
kipanarlóg ikki riggar. Henda nú galdandi
lóg er alt ov fírkantað og læsir allar partar í
politisku skipanini. Tað er tí í tøkum tíma,
at Føroya fáa eina nýggja stjórnarlóg. Men
hetta er sjálvsagt ikki høvuðsorsøkin til, at
vit skulu hava eina stjórnarlóg. Føroyar eru
eitt land og Føroya fólk eru ein tjóð. Tí skulu
vit hava okkara egnu stjórnarlóg.
Stjórnarlógin verður okkara grundlóg, hóast
heitið verður eitt annað. Tað er einki, sum
forðar okkum í at hava okkara egnu grund
lóg, hóast danska grundlógin er galdandi
fyri alt ríkið. Henda danska grundlóg er
fyri alt tað ikki meira galdandi enn so, at
vit, eitt nú, kunnu loysa frá Danmark, um
føroyski veljarin skuldi ynskt slíka loysn.
Danska grundlógin er frá eini heilt aðrari
tíð og er púra óhóskandi á summum økjum,
tí kann tað bert vera gott við eini føroyskari
stjórnarlóg.
Núgaldnandi stýriskipanarlóg fekk í síni tíð
onga veruliga viðgerð. Lógin er eitt embætis
mannaverk, sum var meira ætlað sum eitt pol
itiskt upplegg enn sum eitt liðugt lógarverk.
Hetta er ein orsøkin til, at lógin er so fírkantað
og fundamentalistisk, at hon meira ella minni
blokerar fyri einum tøttum og fruktagóðum
samstarvi millum løgting og landsstýri.
Hartil kemur, at galdandi stýrisskipanarlóg
tykist flyta vald frá løgtingi til landsstýri,
og er hon sostatt eitt demokratiskt afturstig.
Hvussu so er og ikki, so er vanlig semja um,
at løgtingið er nógv viknað og landsstýrið
og embætismannaveldið eru nógv styrkt, síð
an henda løgna lóg kom í gildi fyri skjótt
tíggju árum síðani. Tíð er nú til aðra og meira
tíðarhóskandi og demokratiska stjórnarlóg,
og tískil vóna vit, at løgtingið og Føroya fólk
megna at fáa nýggja stjórnarlóg til vega.
Vónandi fáa vit ta breiðu tjóðskaparligu
semju, sum henda tilgongd krevur.
Sosialurin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Faktum er eisini, at Jóannes Patursson, ikki bert einaferð,
skrivaði í norska fascistavinarliga tíðarritinum Norsk Årbog.
Jóannes Patursson visti um linjuna í hesum riti.
Rolf Guttesen
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Rætting
Tíverri var endin burtur í greinini
hjá Dánial á Dul Jacobsen, sum
varð prentað í blaðnum á gjár.
Síðsti setningur í greinini skuldi
verið soljóðandi:
»...Tá samfelagið lá í skeljasorli
og fiskaloysi valdaði í fleiri ár, útlit
ini vóru av teim ringastu, tá sam
eintust tey í Føroyum, sum trúgva,
at bøn er til stóra nyttu, og uttan
at nakar vísindamaður tá var før
ur fyri at greiða frá, hvat hendi,
so vendist fiskaloysið til fiskiríki
dømi. Restin er søga. Jú, bønin er
til stóra nyttu.«
Vit biða greinskrivaran umbera
okkum mistakið.
blaðstj.
Nú hevði eg væntað
at fáa nakað nýtt at
vita, tá sjálvur Jógvan
Sundstein trívur
í pennin, og fer at
rættleiða meg um
ymiss viðurskifti um
Jóannes Patursson.
Jógvan, fyrrverandi
Føroya Løgmaður
og formaður í Fólka
flokk inum hevur jú
eitt langt og aktivt
lív verið frammalaga
í sama flokk i, sum
Jóannes Patursson
var uppi í, í síni tíð.
Men eiðasørt. Her kemur
einki nýtt fram. Og ikki
ein setningur í tí eg havi
skrivað, kann hann dement
era ella vísa aftur. Eks-løg
maðurin brúkar bara pláss
uppá ábendingar um at eg
vil ”niðurgera” JP og havi
”haturskenslur” móti hon
um.
So er ikki. Eg haldi tvørtur
ímóti, at JP er ein sera áhug
averdur persónur í sínum
samansetta kompleksiteti.
Men ein partur av hesum
kompleksiteti letur til at vera
burturgloymdur ella goymd
ur av nógvum í dag.
Trúðarsetningar
sum prógv?
Her nytta trúðarsetningar
einki. Tað nyttar einki at
”prógva” við gomlum talu
mátum, sum: ”Tað skerst jú
ikki burtur, at høvuðsorsøkin
til alla framgongd í Føroyum
hevur verið sjálvstýris- og
sjálvbjargnishugsjónin. Her
var Bóndin jú ein høvuðsper
sónir…” Hatta vísir nakað
um eina nokkso grunna søg
uvitan hjá JS.
Hesin Bóndin var – til døm
is – ein høvuðspersónur í
stríðnum ímóti, at ognarleys
fingu jørð sum traðarmenn.
Hann arbeiddi politiskt ímóti
traðarmonnum, sum royndu
at lívbjarga sær við einum
hálvum ella heilum kúfóðri.
Les tað, sum JP skrivaði og
talaði um ”gráubók”. Hetta
hevur hann eisini skriv
að um í fascistavinarliga
”Norsk Årbog”. Hann kallar
traðirnar fyri: ” eit revolusjo
nerande indgrip i dei rettar
som jordbrukarne hadde
havt frå norsketidi av etter
lov og sedvane” Hetta er
eingin framburðsmaður, sum
skrivar. Hetta er Junkarin,
góðseigarin, miðaldarleivd
in, ein stokk-konservativur
politikkari..
Herðaklapping í
”sjálvstýrisrørsluni”
Annars, at ”øll framgongd í
Føroyum” er komin frá sjálv
stýrishugsjónini, vísir eina
tankagongd, sum er djúpt
sjálvforherligandi, egocen
trisk og skeiv.
Hvaðani er vælferðarsam
felagið komið? Ikki frá Fólk
aflokkinum. Og enn minni
Jóannes Patursson eigur lut í
tí. Tað skuldi verið óneyðugt
at nevnt flokk og persón,
sum var kraftin og dynamo
í hesum.
Mín vurdering er, at uttan
tær fyrstu vælferðarlógirnar,
sum blivu gjøgnumførdar
síðst í 50-unum, hevði Før
oyska samfelagið upp á allar
mátar verið lítið í dag. Men,
sum sagt ein vurdering. Onn
ur kunnu hava aðrar vurder
ingar.
JS ”trýr” (aftur ein trúðar
setningar) heldur ikki at H. J.
Debes hevur forvanskað søg
una um JP. Hartil er bert at
svara, at mín gamli vinur H.
J. Debes ikki hevur skrivað
alla søguna.
Er JS púra óvitandi?
Sundstein skrivar: ”So kemur
ein kryptisk (gátufør; rg) við
merking um, at JP ikki var
einsamallur.” Nei, sum nevnt
vóru hetta ár har fascisman
blómaði í Europa. Men er
JS óvitandi um, at persónar
høvdu nazi-sympatiir, eisini
í hansara flokki? Tað kann
ikki passa!
Faktum est!
Faktum er framvegis – at JP
hevði norska nazistin Adolf
Hoel sum gest og agitator í
Føroyum. JP visti at Hoel
var nazistur.
Faktum er eisini – at JP,
ikki bert einaferð, skrivaði
í norska fascistavinarliga
tíðarritinum Norsk Årbog.
JP visti um linjuna í hesum
riti.
Søgan verður
ongantíð liðug
Hetta eru bert tvey faktuel
ting, sum eru framløgd,
og sum lýsa ein part av
kompleksitetinum í Jóannesi
Patursson. Fýra menn, Jac
obsen, Mohr, Vang og Sund
stein, sum ikki dáma at fáa
”keðilig” søgulig fakta fram,
hava nú tikið til orðanna.
Eingin hevur so mikið sum
roynt at mótprógvað ella arg
umentera ímóti tí lítla, sum
er framlagt! Felags er, at allir
halda at hetta er skrivað í ”ill
sinni” ella ”blindari øði.” So
er slett ikki.
Tað var meiri ein undran
á manglandi fornemilsi av
proportiónum og søguligari
vitan. Nú hetta er farið fram
við, undrist eg enn meir. Eg
undrist kanska minst á tað,
sum hesir fýra hava skrivað.
Kanska meira á tøgnina
annars. Eg respekteri teirra
sjónarmið, men eri ikki
samdur.
Hvat hevði Sundstein so at bera fram?
Rolf
Guttesen