Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 9 tíðindi Odile Poulsen var útsett fyri blóðskemd sum barn, seinni kom hon út í skøkjulevnað. Í dag er hon sloppin burtur úr skøkjuumhvørvinum og hevur skrivað tvær bøkur um evnið. Hon er ein av teimum, ið skal halda fyrilestur á ráðstevnuni, Nordiske kvinder mod vold 2006. Ráðstevna Ella Larsen ella@sosialurin.fo - Eg fari at tosa um mytuna, sum er um tær kvinnur, ið liva sum skøkjur, og upp­ lýsa fólk um hesar kvinnur, so teirra fordómar kunnu broytast. Eg vil eisini greiða frá, hvat tær møta, tá tær koma útaftur úr skøkju­ umhvørvinum. Odile Poulsen hevur tos­ að við nógvar politikarar í danska Fólkatinginum um at kriminalisera kundarnar hjá skøkjunum, hon fer í fyri­lestrinum at tosa um politiska holdningin til skøkju­levnaðin í Danmark. Hon sigur, at nakrir einstakir po­lit­ik­ar­ar hava givið henni rætt og vilja gjarna gera eina lógarbroyting, so skøkju­levanður skal ger­ast ólóg­lig­ur. Flestu av po­lit­ik­ ar­un­um, ið vilja gera lóg­ ar­broytingina, eru kvinnur, men tað er ikki undirtøka fyri uppskotinum í politisku flokkunum, og tí verður einki gjørt við tað. Hóast evnið ikki hevur verið uppi sum lógarupp­ skot í Fólkatinginum, so vita fólk í Danmark nógv um evnið, sum eisini hev­ ur verið nógv umrøtt í donsku miðlunum. Men skøkjulevnaður er eitt tabu, og tað er ringt at tosa um, og tað ger tað ikki betri, at tað eru so nógvar mytur um skøkjurnar. - Fólk halda, at hetta eru kvinnur, ið sjálvar hava valt at gerast skøkjur. Tey vita ikki, at hetta ikki er eitt starv, ein velur á jøvnum føti, sum ein hevði valt at blivið pedagogur ella journalistur. Fólk halda, at um ein ikki hevur rúsevnistrupulleik­ ar, so er tað eitt starv, ein sjálv­ur velur. Hetta er ikki satt. Umleið 90 prosent av teimum kvinnum, sum eru skøkjur, hava verið kyns­ liga misnýttar, tá tær vóru børn. Hetta heldur Odile vera, tí tá ein genta er blivin misbrúkt sum barn ella tann­ár­ing­ur, missur hon alla sína sjálv­virð­ing. Um gent­ an ikki fær professionella hjálp, er stórur møguleiki fyri, at hon, tá hon verð­ ur vaksin, heldur fram at halda, at hon ikki er nakað verd. Tær hava lært at tæna kynsliga, og tá tær verða vaksnar kvinnur, halda nógv­ar, at hetta er einasti máti at verða saman við mann­fólki. - Tað eru tvær grundir til, at eg haldi, at kundarnir hjá skøkjunum skulu krimi­ naliserast, sigur Odile Poul­ sen. - Fyri tað fyrsta, so haldi eg ikki, at vit kunnu siga, at vit hava javnstøðu, tá annað kynið kann seljast til hitt. Fyri tað næsta, so eru avleiðingarnar ræðuligar fyri tær kvinnur, ið eru skøkj­ur, og tær hava stóran tørv á hjálp. Alvleiðingarnar eru mill­ um annað, at 70 prosent av teimum fáa post-trau­mat­ iskt stresssyndrom. Nógvar skøkjur doyggja uttan at sleppa burturúr tí aftur. Ant­ in verða tær dripnar ella forgera tær sær. Harafturat verða nógvar bundnar av rúsevnum og rúsdrekka, og nógvar blíva sálarliga sjúkar. Egnar royndir - Eg fari at greiða frá skøkjulevnaði út frá míni egnu søgu. Eg gekk ongantíð á gøt­ uni og brúkti ikki rúsevni, so fólk hildu, at eg var ein luksusskøkja. Tey hildu, at eg var frígjørd, at mær dámdi at vera saman við nógvum ymiskum monn­ um, og at eg tjenti nógvar pengar uppá tað. Men eg vil greiða frá, at tað er ikki so nógv gull og Gucci yvir tí, sum fólk halda. Eg var kynsliga misnýtt sum barn, og tá eg var 29, kom eg inn í skøkjulevnað. Líka sum allar aðrar kvinn­ ur, ið gerast skøkjur, hugs­ aði eg, at hetta bara var nakað, eg skuldi gera eina heilt stutta tíð. - Í mun til nógvar aðrar, var eg so heppin, at tað eydnaðist mær at koma úr aftur skøkjulevnaðinum. Eg hevði alla tíð eitt ann­ að starv, samstundis sum eg var skøkja. Eftir at eg hevði verið skøkja í tvey ár, fekk eg boðið eitt leiðandi starv í tí fyritøkuni, har eg arbeiddi. Eg tók av, og tað var hetta, ið hjálpti mær at koma burtur úr skøkju­levn­ aðinum. Eg hevði eisini alla tíð syrgt fyri, at eg ikki skyldaði nøkrum alfonsi pengar, so at eg skuldi hava ein møguleika at koma burt­ urúr tí aftur. - Síðstu tíðina eg var skøkja, hevði eg tað ringt bæði likamliga og sálarliga. Eg byrjaði at gerast sera ágangandi ímóti monnum, og eg var bangin fyri at eg fór at nýta harðskap ímóti onkrum av mínum kundum. Tað stóð so illa til, at eg fekk hjálp frá einum sálarlækna, greiðir Odile Poul­sen frá. Vanligar kvinnur Odile heldur, at tær kvinnur, ið gerast skøkjur, eru heilt vanligar kvinnur, sum allar aðrar: - Tær hugsa, at tær bert skulu gera hetta eina stutta tíð, men tað eru nógvar, ið aldrin koma burturúr tí aftur. Eingin av teimum hev­ur hugsað, at tær fegin vilja gerast skøkjur. - Tær hava kenslur og dreymar sum allar aðrar kvinn­ur. Nógvar av teimum hava ikki nakra útbúgving, hava kanska eina stóra skuld og hjá summum er tað mað­ urin ella sjeikurin, ið vil hava tær at vera skøkjur fyri at vinna pengar. Aðrar gera tað fyri at forsyrgja børnunum og hava somu ynskir sum aðrar kvinnur, um at børnini skulu hava tað gott, og tær royna bara at gera sítt besta fyri at náa málið. Odile sigur, at skøkju­ levn­að­ur er kynsligur harð­ skap­ur: - Tað er líka sum neyð­tøka. Munurin er, at í skøkju­ levnaði eru pengar inn­ bland­aðir, men tey mein, ið kvinnurnar fáa, og tær fylgjurnar, tað gevur, eru tey somu, sum hjá kvinnum, ið eru neyðtiknar, sigur Odile at enda. Odile Poulsen skal halda fyrilestur á ráðstevnuni, Nordiske kvinder mod vold 2006. Mynd: Ulrik Jansen - Kriminaliserið skøkjukundar Ein kvinna er útsett fyri harðskapi, um hon skal laga sína atferð eftir krøvum og vónum hjá einum øðrum persóni á ein sovorðnan hátt, at hon verður noydd at fara út um síni egnu mørk. Kvinnan nýtist ikki at hava sjónlig merkir á kroppinum sum prógv fyri, at hon hevur verið fyri harðskapi. Harðskapur kann vera likamligur og sjónligur. Men harðskapur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan, materiellan ella fíggjarligan harðskap. Her eru nøkur dømir um harðskap: Sálarligur harðskapur At verða hótt við harðskapi. At síggja síni børn verða hótt við harðskapi. At tað verður rópt ella funn­ist at einum í heilum. At vera undir eftirliti. At vera avbyrgd frá øðrum menniskjum. At verða niðurgjørd með­an onnur eru til staðar. Sálarligur harðskapur kann vera torførur hjá kvinnuni at prógva, tí hann gevur ongi sjónlig spor. Men sálarligur harðskapur er sera skaðiligur og niðurbrótandi. Likamligur harðskapur At verða sligin, bukað, sparkað, skumpað, pínd. At vera fyri harðskapi við vápnum ella øðrum lutum. Kynsligur harðskapur At vera noydd til kynsligar handlingar, ið býða einum ímóti og sum ein ikki ynskir. Materiellur harðskapur At eins ognarlutir verða oyðilagdir, til dømis heim, innbúgv, klæðir, bilur. Hesin harðskapur kann eisini vísa seg við, at maðurin tveitir kvinnuna á dyr, uttan at lata hana fáa nakað við sær, og at maðurin ger tað torført hjá kvinnuni at seta búgv av nýggjum, tí møgulig hús skulu seljast og innbúgv býtast. Fíggjarligur harðskapur At verða fíggjarliga avmarkað við ikki at ráða yvir egnum pengum, alt fer á kontoina hjá manninum. Kvinnan fær møguliga pening til keyp av mati, men hevur lítið og onki innlit í fíggjarstøðuna hjá familjuni. Harðskapur av øllum slag er niðurbrótandi. Tað vísir seg, at um harðskapur stendur uppá í langa tíð, er tað torført hjá kvinnuni at koma sær burtur úr harðskapinum. Kelda: www.kvinnuhusid.fo FAKTA Nær er ein kvinna harðskapsrakt? Í vikuskiftinum skipar Kvinnu­húsið fyri ráð­ stevnuni “Nordiske kvind­ er mod vold 2006”. Hetta er ein árlig ráðstevna og í ár er trettanda ferðin hon verður. Ráðstevnan hevur ver­ ið hildin í teimum norð­ urlendsku londunum, og var eisini í Føroyum í 2000. Ráðstevnan er fyri starvs­fólk, bæði lønt og sjálv­boð­in, ið arbeiða á kreppu­mið­støð­um, in­cest­ sent­rum og kvinnu­ráð­ gevin­um í norð­ur­lond­um. 175 luttakarar verða á ráð­stevn­uni, flerstu teirra eru kvinnur, men eisini nakrir menn, ið arbeiða á kreppumiðstøðunum eru við. Á ráðstevnuni fáa starvs­ fólk­ini nógva fakliga vit­­an og inspiratión til arbeiðið við harskaps­rakt­ um kvinnum. Harafturat eru tey saman uttanfyri skránna og kunnu út­­ veksla sína vitan og er­far­ ing­ar við hini. Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, sigur, at eftir ráðstevnuna brúka kvinnurnar eisini hvørja aðra, serliga til at deila nýggja vitan. Til dømis tá nýggj gransk­ ing er gjørd innan økið, verða úrslitini send við teldu­posti til allar hin­ar kreppumiðstøðirnar, ið síð­an kunnu nýta tað í sínum arbeiði. - ella Kvinnur móti harðskapi Myndirnar til grein­­ ina “Ger ikki tveir líka kjólar” í Pla­net­ blaðnum miku­dagin, hevði Inga Katrin Winther tikið. Rætting