fríggjadagur 25. august 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 163 - 25. august 2006
tíðindi
- Tað er nakað
tvass, at føroyingar
ikki kunnu gera
sína egnu lóg um
foreldramyndugleika.
Tað sigur Kári á
Rógvi, formaður í
Javnstøðunevndini,
sum heldur, at um
Innlendismálaráðið
ikki kundi gjørt
tað, so kundi
Javnstøðunevndin
havt eitt lógaruppskot
klárt í vetur
- Vit kundu byrjað
í morgin, um tað
skuldi verið, sigur
Kári á Rógvi
FORELDRA
MYNDUGLEIKI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Javnstøðunevndin hevur nú
svarað Innlendismálaráðnum
um ætlanina at seta donsku
lógina frá 1995 um foreldra
myndugleika í gildi í Før
oyum. Nevndin mælir til
at seta lógina í gildi, tí hon
inniber, at foreldur sum ikki
eru gift og kunnu semjast,
hava møguleika at avtala
felags foreldramyndugleika
yvir teirra børnum. Tað hava
tey ikki møguleika at gera
í dag.
Hinvegin mælir Javnstøðu
nevndin eisini til, at ein
bólkur verður settur alt fyri
eitt at viðgera, hvussu lógin
kann smíðast, so hon verður
so væl egnað sum gjørligt
til føroysk viðurskifti, sum
nevndin málber seg í tíð
indaskrivi.
Kári á Rógvi, formaður í
Javnstøðunevndini, ásannar,
at tann danska lógin ikki er
nøktandi, og at tey í nevndini
kenna til fleiri dømi, har
pápar eru komnir illa fyri í
donsku skipanini.
Dámar ikki antin-
ella-støðuna
Hagtøl vísa, at mammur
vinna fleiri enn 80 % av
rættarmálum um foreldra
myndugleika. Í mun til
nógv onnur lond rundan um
okkum hevur ein danskur
dómari ikki møguleikan
at geva báðum foreldrum
foreldramyndugleikan,
hóast bæði verða mett
egnað sum foreldur. Danski
dómarin skal velja annað av
foreldrunum, og tað heldur
Kári á Rógvi vera nakað
“tvass”, sum hann tekur til.
Higartil hevur verið ført
fram, at føroyingar ikki
kunnu smíða egnar lógir á
økinum, av tí at vit ikki hava
yvirtikið familjurættarøkið,
men hesum er Kári á Rógvi
ikki samdur við.
– Vit hava í fleiri hundrað
ár gjørt lógir sjálv, sigur
Kári á Rógvi, og kallar tað
ein spurning um “teknikk”,
um hetta skal gerast við
ríkislógartilmæli, konga
ligari fyriskipan ella onkum
triðja møguleika.
– Tað skulu vit juristar
nokk finna útav, sigur Kári
á Rógvi, sum ikki heldur,
at støðan í dag er ov nógv
merkt av einari “antin-ella”-
støðu. Tvs. at antin kunnu vit
yvirtaka eina danska lóg ella
einki gera.
Ikki nøktandi fyri
javnstøðuna
Kári á Rógvu heldur, at
um støðan er so, at Innlend
ismálaráðið brúkar langa tíð
at svara, um hetta ber til ella
ikki, so kundu vit ístaðin latið
Javnstøðunevndina gjørt
eitt lógaruppskot ella verið
skrivstova hjá eini møguligari
nevnd, sum smíðaði eitt
uppskot til føroyska lóg um
forerldramyndugleika.
– Vit kundu byrjað í
morgin, um tað skuldi
verið.
– So kundu vit givið
tilmælið í vetur, sigur Kári á
Rógvi, sum leggur afturat, at
núverandi danska lógin um
foreldramyndugleika, sum
Innlendismálaráðið ætlar at
leggja fyri Løgtingið, ikki er
nøktandi fyri javnstøðuna.
Hóast Sosialurin
fyrr í vikuni spurdi
seg fyri í danska
undirvísingar
málaráðnum um
orsøkina til, at
føroyingar hava mist
síni pláss á Danmarks
Journalisthøjskole,
hevur tað enn ikki
eydnast ráðnum at
koma við nøkrum
endaligum svari
FJØLMIÐLAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Herfyri frættist, at føroyingar
hava mist tey bæði plássini,
sum føroyingar higartil
hava átt á Danmarks Jour
nalisthøjskole í Århus.
Orsøkin segðist at vera
tann, at danska undirvís
ingarmálaráðið metti tað vera
skeivt at geva føroyingum
serrættindi, og at føroyingar
skulu verða javnsettir við
aðrar sonevndar etniskar
minnilutar. Hetta frættist av
Journalistháskúlanum.
Sosialurin hevur sett
seg í samband við danska
undirvísingarmálaráðið og
spurt, hvørjar orsøkirnar
vóru til avgerðina, og hvør
hevur tikið avgerðina.
Thomas Lyng Johannes
sen á skrivstovuni í Undir
vísingarmálaráðnum, sum
varðar av vinnuútbúgvingum,
sigur, at arbeitt verður við
málinum í løtuni við at
kanna, nær og hví hendan
avgerðin er tikin. Hetta tikist
tó ikki at vera so einfalt at
finna fram til, tí hóast fólk
í Undirvísingarmálaráðnum
hava kannað málið tað mesta
av hesi vikuni, hevur tað enn
ikki eydnast teimum at finna
svarið.
Helst gomul kunngerð
Thomas Lyng Johannessen
sigur, at kjakið, um føroyingar
skulu hava eina kvotu á
jour nalistútbúgvingini
í Århus er gamalt, og at
avgerðin helst skal finn
ast í einari sonevndari
“adgangsbekendtgørelse”,
sum hevur nøkur ár a baki.
Vanliga hava slíkar eina
trý ára fráboðanarfreist, tvs.
at tað kanska er ein minst trý
ára gomul fráboðanarfreist
í einari tílíkari kunngerð,
sum tí ikki merkist fyrr enn
í ár, tá eingin av teimum tólv
umsøkjarunum úr Føroyum
slapp inn.
Erik Farmann, leiðari í
upptøkunevndini á Danmarks
Journalisthøjskole, segði fyrr
í vikuni við Sosialin, at tann
endaliga avgerðin varð tikin
í Undirvísingarmálaráðnum,
men at tey í upptøku
nevndini mæltu
til at
broyta reglugerðina við tí
grundgeving, at føroyingar
ikki skulu hava serrættindi
fram um aðrar etniskar
minnilutar í danska samfel
agnum.
– Javnstøðunevndin kann gera føroyska
lóg um foreldramyndugleika
Kári á Rógvi heldur, at hann og aðrir løgfrøðingar nokk skulu
finna út av at smíða eina føroyska lóg um foreldramyndugleika,
hóast málsøkið ikki er yvirtikið
Orsøkin liggur helst fleiri ára gomul
Brot úr brævi frá Kára á Rógvi, formanni
í Javnstøðunvndini, til Rúna Joensen
aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, dagfest
25. august 2006:
“Serliga er neyðugt at viðgera nærri,
hvørjar reglur skulu galda fyri foreldur,
ið ikki búgva saman og ikki semjast
um foreldramyndugleika og samveru.
Til dømis kundi áseting verið um, at
foreldrini eisini sambært dómi kunnu
hava felags foreldramyndugleikar eftir
at samlívið er endað, um tað er best fyri
barnið(...)
Hvussu foreldramyndugleikalógin
skal setast í gildi er bert spurningur um
teknikk. Í donsku lógini er áseting um,
at lógin kann setast í gildi í Føroyum
við teimum broytingum, sum neyðugar
eru eftir føroyskum viðurskiftum. Har
afturat kemur, at løgtingið alt síðani
tað var endurreist hevur kunna mælt
fólkatinginum til at samtykt lógir fyri
Føroyum, umframt at til ber at yvirtaka
málsøkið. Tí er málið tíbetur spurningur
um at antin at seta donsku lógina í
gildi ella ikki. Vit kunnu og eiga at fáa
ta foreldramyndugleikalóg, sum er best
hóskandi
”