Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 7 tíðindi Í hesum døgum er ráðstevna fyri løgfrøðingar úr øllum norðanlondum í Hotel Hafnia. Tað er Nordic Lawyers Academy (NLA), sum skipar fyri ráðstevnuni. Á skránni eru fyrilestrar og skeið. Dentur verður eisini lagdur á tað sosiala, so at luttakararnir samskipa tað fakligu, sosialu og mentanarligu upplivingina NORÐURLENDSK RÁÐSTEVNA Orð & Myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Løgfrøðingar úr øllum norð­anlondum eru í hes­um døgum á ráðstevnu á Hotel Hafnia. Tað er NLA, sum skipar fyri ráðstevnuni, og tað er aðru ferð, at ráðstevnan verður hildin. Endamálið við ráðstevn­ uni er, at løgfrøðingarnir kunnu deila royndir og vit­an gjøgnum tað sosialu samveruna, fyrilestrar og skeið, so at teir kunnu verða betri brynjaðir til nýggju avbjóðingina. Við ráðstevnuni fáa løg­frøð­ing­ arnir høvi at hittast á einum meira óformellum støði, har ið kappingarelementið er lagt til viks, og tí vilja teir fegin deila teirra “marknaðarloynidómar”. Løgfrøðingar úr øllum norð­ anlondum hittast, og stórur dentur verður eisini lagt á tað sosiala og mentanarligu upplivingina í Føroyum. Soleiðis koma fólk eisini at kennast, og løgfrøðingarnir skapa sær eitt netverk av kontaktpersónum í granna­ londunum. Tað er heilt vist eisini ein fyrimunur hjá løgfrøðingunum at hava nógvar samstarvsfelagar. Tríggir føroyingar luttaka á ráðstevnuni. Ein av teimum er Jógvan Ellefsen frá Advokatfelagnum. Hann er vælnøgdur við ráðstevnuna. - Her fáa vit møguleika at læra frá hvørjum øðrum og samanlíkna skipanir og lógir. Hóast rættarsamfeløgini líkjast, so eru ymsir munir á, sigur hann. Jógvan hevur møtt nógvum nýggjum fólki, men hann hevði eisini samstarvsfelagar í øðrum londum áðrenn. Jógvan Ellefsen er sannførdur um, at útlendsku starvsfelagarnir hava lært okkurt av teimum. - Vit læra nógv frá teimum, men tað gongur heilt vist báðar vegir. Vit hava eisini royndir og førleikar, sum tey kunnu læra av, sigur Jógvan. Petur Ellefsen vil heilt vist ráða øðrum løgfrøðingum til at fara á eina slíka ráðstevnu. - HeiniK Rætting Í blaðnum í gjár var grein við yvirskriftini “Eingin umbering”. Í greinini vóru tvey nøvn komin skeivt fyri. Har stóð, at Jákup í Stórustovu var redaktørur á sjónvarpinum týsdagin, og at Georg Samuelsen gjørdi innslagið. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Høgni í Jákupstovu var redaktørur og Goerg L. Petersen hevði gjørt innslagið. Vit biðja um umbering og biðja lesaran halda okkum til góðar. Helle Pallesen, stigtakari til ráðstevnuna, heldur, at Føroyar eru eitt væl egnað stað at hava eina slíka ráðstevnu. Hon sigur, at altjóðagerðin er ein avbjóðing, sum løgfrøðingarnir mugu fyrireika seg til NORÐURLENDSK RÁÐSTEVNA Orð & myndir: Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Helle Pallesen er stjóri fyri Advokaternes Service Selskab. Hon er stigtakari til ráðstevnuna, sum í hes­ um døgum verður hildin í Føroyum. - Hetta er aðru ferð, at vit hava hesa ráðstevnuna. Fyrstu ferð vóru vit á Sval­ bard. Tað er ein fyrimunur at halda ráðstevnuna eitt sindur avsíðis, tí at so verða vit ikki órógvað av okkara dagligu uppgávum. Hella viðurkennir, at løg­frøð­ingavirkini í norðanlondum eru smá í mun til tey stóru í Evropa. Hendan ráðstevnan skal savna orkuna frá løgfrøðingafeløgunum og geva møguleika til eftirútbúgving og skeið. - Her kunnu vit møtast á einum meira óformellum støði, og vit kunnu deila ráð og geva og móttaka íblástur. Í gerandisdegnum liggja vit í kapping við hvønn annan, men her kunnu vit samstarva. Vit skulu kanska broyta kappingarelementið, soleiðis at vit ikki liggja í kapping við hvønn annan men heldur standa saman í kappingini við tey stóru London-kontórini, sum gera innrás í Evropa. Altjóðagerðin hevur brotið niður landamørk, og tí kunnu vit vænta okkum harða kapping frá útlendskum kontórum, og vit standa sterkari, um vit samstarva, sigur Helle. Altjóðagerðin er eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni. Helle sigur, at tað er ikki tí, at tey eru bangin fyri altjóðagerðini, at tey leggja so stóran dent á tað. Heldur vilja tey fyrireika seg og taka ímóti nýggju avbjóðingini. Ætlanin er, at ráðstevnan skal vera afturvendandi. Helle vónar, at luttakaratalið fer at vaksa fyri hvørt ár. Næstan øll, sum vóru á Svalbard seinast, eru eisini í Føroyum nú, so tey hava allarhelst verið væl nøgd við ráðstevnuna. Ráðstevnan frígevur orku til eftirútbúgving Ráðstevna fyri løgfrøðingar Ráðstevnan ein succés Lars Svenning Andersen er ein av fyrilestrarhaldaru­ num á ráðstevnuni. Hann kemur frá løgfrøðinga-kon­ tórinum “Bech-Bruun”, sum er eitt av teimum størstu Danmark. - Vit kunna hvønn annan um, hvuss u vit loysa trup­ ul­leikar, og saman kunnu vit soleiðis finna bestu loysnirnar og arbeiðs­hætt­ irnar. Vit hava nógvar felags avbjóðingar, og tí kunnu vit heilt vist bjóða hvørjum øðrum nakað, sigur Lars Svenning. Lars Svenning sigur, at tað verður lagdur dentur á tað sosiala, mentanarliga og tað fakliga á ráðstevnuni. - Ráðstevnan er eitt gott forum hjá okkum at møt­ast og fáa kontaktir í granna­ londunum, sigur Lars Svenn­­ing. - Ráðstevnan verður aftur næsta ár, og tá verða enn fleiri fólk, sigur hann at enda. - HeiniK Vit hava nógvar felags avbjóðingar, og tí kunnu vit heilt vist bjóða hvørjum øðrum nakað, sigur Lars Svenning frá Bech-Bruun. - Her kunnu vit møtast á einum meira óformellum støði, og vit kunnu deila ráð og geva og móttaka íblástur, sigur Helle Pallesen, stigtakari til ráðstevnuna. Føroyingar eisini við - Vit læra nógv frá teimum, men tað gongur heilt vist báðar vegir. Vit hava eisini royndir og førleikar, sum tey kunnu læra av, sigur Jógvan Ellefsen frá Advokatfelagnum. Jógvan tosar her við ein av sínum donsku starvsfeløgum. Jógvan stendur vinstrumegin á myndini.