Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2001 3 2 Nr. 1 - 3. januar 2001 Fløguútgáva Tíðindaskriv Nýggjársaftan gav Plátufel- agið Tutl enn eina fløgu út. Hesaferð er tað tann kenda LP´in hjá The Faroe Boys frá 1963, sum nú eisini kann njótast á fløgu. Á hesi útgávuni eru øll tey kendu løgini, sum vit seta í samband við The Far- oe Boys so sum: "Sweet little sixteen", "Barbara Allen", "Tú og eg á ástar- tingi" og "Vit fáa tevatn og breyð" - í alt 11 væl kend løg. Manningin í The Faroe Boys á hesi útgávuni eru: Kári, Jógvan, Robert, Bjarni og Jógvan Sofus. Í fløguhúsanum skrivar Simme "Hetta eru upptøkur av The Faroe Boys, slóð- brótarar í popp-musikki í Føroyum. Upptøkurnar vóru gjørdar í apríl 1967, beint áðrenn teir góvust at spæla saman og fóru hvør til sítt. – Mong eru, ið minnast tær hugnaligu løturnar, tá ið teir frá pallinum í Sjón- leikarhúsinum og aðra- staðni sungu og spældu seg inn í hjørtu okkara, og mín vón er, at henda fløgan skal varðveita minnið um teir fyri okkum, skrivar Svend Højgaard frá Plátufelag- num Tutl í tíðindaskrivi. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Ein ótryggari heimur Hóast góðynski og vónir til eitt friðarligt og trygt 2001 vóru mong í nýggj- ársrøðunum kring heimin, so er tað kortini ein sann- roynd, at heimurin vit lata dyrnar upp til nú er ikki serliga tespiligur á at líta. Umráðandi er at gera sær greitt, hvørjir vandar lúra og síðani vita, hvussu vit øll, eisini vit í Føroyum kunnu geva okkara íkast til eina betri og tryggari verð fyri øll. Serstakliga teir vandar lúra. Tað er forsetaskiftið í USA í jan- uar og valið av nýggjum forsætisráðharra í Ísrael í februar. George Bush verður tik- in í eið í januar. Ein høgr- avendur Bush, sum sjálvur manglar nógvar at teimum grundleggjandi fortreytu- num fyri at kunna virka sum ein góður forseti, er í sær sjálvum ein vandi fyri trygdina. Fyri at kunna viga upp egnu manglar hevur hann sett ráðharrar, sum nógvir hava fortíð í milliterinum. Bara tað er nóg mikið til, at umheim- urin eigur á kenna seg ó- tryggari. Tí nettupp við at hava umgyrt seg við milli- terfólki ella heykum sendir nýggi forsetin út signal um, at landið fer at reka ein harðari politikk, sum gongur á kollisións- kós. Tað er rætt, at ávísar kreppur, mugu loysast við vápnum ella vápnahótta- num. Men flestu kreppur skulu og kunnu loysast við diplomatiskum hegni og samráðingum. Tey signal, sum bæði Bush og næstu menn hansara longu hava givið umheiminum, eru ræð- andi. Tí tey byggja á jøda- filosofiina um eygað fyri eygað......Tvs. at tað í flestu førum verður brúkt herðnarlig hóttan ella beinleiðis valdsnýtsla. Politikarar eru fyrst og fremst settir til at forða fyri, at álvarsligar kreppu- støður taka seg upp. Tvs. at teir skulu við menniskj- ansligum hegni og virðing brúka orkuna til at forða fyri stríðum og kríggjum heldur enn at brenna brýr. Hetta loyva vit okkum at ivast í, at nýggja amerik- anska stjórnin fer at halda. Tí áliggur Europa og tess stjórnum ein størri upp- gáva í framtíðini at ganga undan fyri at tryggja frið- in og at leggja trýst á USA um at kenna felags ábyrgd mótvegis umheim- inum. Og ikki bert har USA hevur peningalig á- hugamál. Hin vandin, sum lúrir og sum kann seta eld í, er valið av nýggjum forsæt- isráðharra í Ísrael. Nú kann tað tykjast okkum í Føroyum óviðkomandi, hvør situr á hesum sessi í Ísrael. Men tað er ikki líka mikið fyri okkum. Tí við tí skeiva manninum í hesum sessi er stórur vandi fyri, at eldur kann koma í alt miðeystur við óhugnaligum fylgjum fyri okkum eisini. Høgravendi Sharon, sum vit øll minn- ast frá brutalu og áhugna- ligu morðunum á ósekar palestinar í flóttafólkaleg- unum í Libanon, Chatilla og enn eini, stendur nú til at vinna komandi valið. Er tað nakað, sum hvørki ísraelar, palestinar ella ar- abaralondini kunnu fáa nakað gott burtur úr, so er tað ein víðgongdur fanat- akari sum Sharon í lands- ins hægsta embæti. Tað verður endin á stríðnum og strevinum hjá teimum moderatu, hóvligu kreftu- num í bæði Ísrael og Pale- stina. Tað skal lítið til at tendra í stutta fjúsið hjá Sharon og "hernaðarstjór- nini" hjá Bush, um víð- gongdir palestinar ella ar- abar finna sær eitt høvi til at øsa tey upp. Hetta er kanska tann størsti vandin. At nettupp høgravendir leiðarar kunnu koma til at kappa á stokkinum og steðga øllum samráðing- um fyri enn meira konse- kvent at taka til hevndina. Tí er ikki heilt skeivt at ímynda sær, at tað verður valið av Sharon, sum verður skumpið til at seta eitt veruligt kríggj í gongd í øllum Miðeystri. Eitt kríggj sum Vesturheimurin - um enn hann er sterkur - fer at tapa so ella so. Einasta mótvektin til hetta er at lata teir hóvligu fáa valdið bæði í USA og Ís- rael. Men í løtuni bendir alt á tað øvugta. Og tí mugu vit eisini rokna við tí ringasta. Sosialurin NØVN Í VIKUNI Faroeboys komnir á fløgu Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, omma, langomma og vermamma Johanna Dorthea Nielsen f. Lydersen (Hanna Nielsen) andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Serliga tøkkir til deild 7 fyri tykkara umsorgan fyri mammu. Bjarna Bæk og Hans J. Joensen fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Theodor Petersen, skyldmann, fyri inniliga sangin. Kára av Reyni og hansara sangarum. Oddvør Johansen fyri fjálgandi urguleik. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í nýggja árinum. Jógvan G., Jonna, Selma, Bjørgfinnur og Jákup Fløguútgáva Tíðindaskriv Sonni gevur fløgu út, sum kallast »– hello! How do you do?« Nú um dagarnar kom enn ein nýggj fløga á føroyska marknaðin. Tað er føroyingurin Eiler Sonni Danielsen, búsit- andi í Danmark, sum gevur út fløguna »hello! – how do you do?«. Á fløguni eru 10 country- løg við tónleiki og ensk- um teksti, sum danin Tonny Aabo hevur skriv- að. Sonni syngur øll løg- ini á hesi nýggju fløguni. Plátufelagið Tutl distr- ibuerar fløguna og syrgir fyri, at áhugað handils- støð runt Føroyar og utt- anlands fáa fløguna. Nýggj fløga: Hello! – how do you do Manningin í The Faroe Boys á hesi útgávuni eru: Kári, Jógvan, Robert, Bjarni og Jógvan Sofus – Í Lopra vilja tey ikki uttan víðari góðtaka, at landið hevur tikið sær ognarrættin til vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholin- um. Tí er málið nú lagt fyri rættin VATNRÆTTUR Áki Bertholdsen Vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum, sigst at vera so gott, at tað kann seljast fyri pening. Og tað er ongin loyna, at tað eru mong, sum hava lúrt uppá møguleikan at gagnnýta tað til vinnuligt endamál. Eitt nú hevur verið tosað um at vatnið er so gott, at tað ber til at gera tað til eina útflutningsvøru. Men spurningurin er bara: Hvør eigur vatnið? Hetta er tann stóri spurn- ingurin, sum Føroya Rættur sleppur at taka støðu til í nærmastu framtíð. Herfyri samtykti Løg- tingið eina lóg sum segði, at tað er landið, sum hevur ognarrættin til vatnið, sum rennur úr Sumbiarberghol- inum. Men hetta vilja loprans- menn ikki góðtaka uttan víðari og teir vilja nú hava málið endaliga avgjørt. Tí hevur stýrið fyri Lopr- anshagan gjørt av at leggja málið fyri Føroya Rætt at taka støðu til. Vatnið, sum talan er um, er tað, sum rennur í stríðum streymum úr bergholinum Lopransmegin og tí er tað Lopranshagin, sum hevur áhuga í málinum. Og Jákup Joensen, sum er formaður í hagastýrinum sigur, at teir nú hava stevnt landsstýrinum tí teir vilja hava ognarrættin til vatnið endaliga avgjørdan á hægsta stigi. Lopransmenn vilja so- statt ikki uttan víðari geva seg undir lógina, sum Løg- tingið herfyri samtykti um, at tað er landið, sum eigur ognarrættin til vatnið. – Løgtingið kann sam- tykkja, hvat tað vil. Men eru tað aðrar lógir, sum siga, at onkur annar eigur vatnið frammanundan, sleppur landið ikki undan at gjalda endurgjald til teir, sum vatnið er tikið frá. Tí eigur onkur annar vatnið frammanundan, og landið tekur tað, er tað ognartøka, og tað kastar endurgjald av sær til eigaran, sigur Jákup Joensen. Formaðurin í hagastýrin- um sigur, at tað er ongin lóg á hesum økinum, uttan hendan eina lógin, sum beinleiðis snýr seg um vatnið úr Sumbiarberghol- inum. – Einasta lóg, ið annars er á økinum, er ein gomul lóg frá 1937, sum snýr seg um rennandi vatn, tað vil siga omanávatn. Og hendan lógin sigur, at vatnið er ogn hjá grundeigaranum, – Og hesin rættur er so grundleggjandi, at ongin annar kann við nøkrum ar- beiðið, hóast hann ger tað inni á ogn, sum hann eigur sjálvur, gera nakað, sum ávirkar gongdina av vatn- inum, so at tað skerjir rætt- indini hjá grundeigaranum. Í lógini verða dømi um arbeiði nevnd, eitt nú brúgvagerð og byrgingar. Hinvegin er tað ein ósvar- aður spurningur, hvussu langt niður ognarrætturin hjá grundeigarunum gong- ur. – Tað eru nógvar mein- ingar um tað. Summi halda, at tað er so langt niður, sum gundeigarin røkir jørðinina, tvs, at rætturin gongur eitt hakaskot, ella eitt spaðakot niður. Onnur halda, at rætt- urin gongur heilt inn í jarðarinnar innvøl. Jákup Joensen sigur, at tað er bara hendan spurn- ingin, sum teir nú vilja hava endaliga avgjørdan Omanávatn, ella ikki Spurningurin er so, um vatnið, sum rennur úr Sumbiarbergholinum er omanávatn ella ikki. Sjálvur heldur Jákup Joensen, at tað er tað. – Tað rennur í hvussu so er omaná og so er tað omanávatn. Og vit vita eis- ini, at tað er vatn, sum er regnað niður úr luftini eina- ferð fyrr ella seinni í tíðini. Vatnið er í hvussu so er ikki blivið til inni í fjallinum. Hann sigur eisini, at hann kann vísa heilt nágeiniliga á tað ávísa staðið, har Lorpransá, sum rennur uppi á fjallinum, beint yvir tunlinum, rennur niður í eitt hol í jørðini og inn i fjallið. – Hetta hendi eftir at Landsverkfrøðingurin gjørdi eina boring inn í fjallið í sambandi við tunn- ilsgerðina. Og tað førdi við sær, at omanávatnið, sum grundeigarin hevur ómiss- andi rætt til, hvarv. Bergholsvatn í rættin – Hetta er vatnið, sum stríðið stendur um. Vatnið rennur úr stríðum streymum úr Sumbiarbergholinum í eitt kar uttanfyri tunnilin. Og hetta vatnið er so reint, at nógv halda, at tað er søluvøru. Fyribils hevur tað runnið burtur í ár eftir ár eftir ár eftir ár…… – Løgtingið hevur samtykt, at í hesum árinum skulu fyrstu stigini takast til at gera tunnil ímillum Øravík og Hov. Bjarni Djurholm heldur at tað er skilabest at arbeiðið verður boðið út NýGGJUR TUNNIL Áki Bertholdsen Arbeiðið at gera tunnil ímillum Øravík og Hov liggur kanska ikki so langt frammi í tíðini, sum nógv hava hildið. Løgtingið hevur nevni- liga samtykt at arbeiðið skal byrja longu í ár Tað, sum løgtingið hevur samtykt, er, at arbeiðið at fyrireika tunnilsgerðina, at gera vegirnar í sambandi við tunnilin, at gera inn- sløgini til tunnilin og at gera arbeiðsøkið, skal ger- ast longu í ár. Fýra milliónir krónur eru settar av til endamálið. Skal vera skil í Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann sjálvsagt fer at gera eftir boðunum frá Løgtinginum. Tí fer hann fyrst í komandi ári at biðja Landsverkfrøðingin um eina meting av, hvat skal og kann gerast fyri tær fýra milliónirnar. Men landsstýrismaðurin leggur dent á, at skal nøkur meining vera við at brúka fýra milliónir til tunnilin ímillum Øravík og Hov í ár, er tað neyðugt at arbeiðið at gera sjálvan tunnilin heldur fram beinanvegin og at ar- beiðið verður gjørt liðugt út í eitt. – Tað ræður um at arbeið- ið er so effektivt sum gjør- ligt so at vit fáa sum mest arbeiði fyri sum minst av peningi, sigur hann. Tí heldur hann, at tíðin er farin frá, at slík arbeiðið verða gjørd í smáum við at nakrar fáar milliónir verða játtaðar um árið at bora fyri í nógv ár á rað. Tí fer hann at leggja stór- an dent á at kanna eftir, hvør tann politiski viljin er í hesum máli. – Eg má fáa at vita, hvat løgtingið ætlar í árunum framyvir og um ætlanin er at seta munandi upphædd av í 2002 so at farast kann undir sjálvan tunnilin bein- anvegin. Ein annar møgu- leiki er at vita um tað er politiskur vilji til at játta meiri pengar til arbeiðið á eini eykajáttan longu í ár, so at eisini sjálvt tunnilsar- beiðið kann byrja í ár. Í øll- um førum verður tað neyð- ugt at fáa eina politiska semju um, hvussu vit fara fram. Hann sigur, at í hesum sambandi hugsar hann sjálvsagt um, at landsstýri hevur setthámark fyri, hvussu nógv tað almenna skal byggja fyri um árið. – Men skal skil vera í at brúka fýra milliónir, er tað neyðugt at vita, at peningur er tøkur til at halda fram við arbeiðnum. Tí at brúka hesar fýra milliónirnar einsamallar, loysir ongan trupulleika, sigur Bjarni Djurholm. Arbeiðið helst bjóðað út Bjarni Djurholm sigur, at tað er mest sannlíkt at ar- beiðið at arbeiðið at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov verður bjóðað út. – Stendur tað til mín, verður tað boðið út. – Eg haldi, at tær royndir, vit hava av undirsjóvartunl- inum, vísa, at hetta er ein effektivur og skilagóður framferðarháttur, tí har gongur, sum eftir ánni. – Men um tunnulin ímill- um Øravík og Hov verður lagdur í eitt partafelag, eins og Vágatunnilin, er ikki greitt. Ein annar møguleiki er, at tað verður Landsverk- frøðingurin, sum bjóðar arbeiðið út. Landsstýrismaðurin sig- ur, at serliga um Lands- verkfrøðingurin skal gera Gásadalstunnilin, sum eis- ini er samtyktur, er tað sannlíkt, at tunnilin ímill- um Øravík og hov verður boðin út, tí Landsverkfrøð- ingurin hevur bara tað eina liðið av borifólki. – Men í øllum førum er tað neyðugt, at tað er neyð- ugt at tryggja peningur er tøkur at gera arbeiðið liðugt fyri, sigur landsstýrismað- urin í vinnumálum. Tunnil í Suðuroy bjóðast út