Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2001 5 4 Nr. 1 - 3. januar 2001 Tordur Niclasen verð- ur bygdarráðsfor- maður á Eiði kom- andi valskeiðið KOMMUNUVAL Edvard Joensen Nýggi bygdarráðsformað- urin í Eiðis Kommunu eitur Tordur Niclasen. Tað varð greitt eftir bygdarráðsfund- in fríggjakvøldið, har bygd- arráðið valdi formann og næstformann. Til næstfor- mann varð vald einasta kvinnan í bygdarráðnum, Anna Maria Poulsen. Í Eiðis Kommunu eru tríggjar bygdir. Eiði, Ljósá og Svínáir. Anna Maria Poulsen býr við Ljósá, meðan hinir bygdarráðs- limirnir allir búgva á Eiði. Nýggi bygdarráðsfor- maðurin á Eiði sigur, at ætl- an hansara verður at reka ein varnan fíggjarpolitikk komandi skeið. Konsoli- dering og raðfesting verða lyklaorðini, sigur nýggi bygdarráðsformaðurin. Tordur Niclasen starvast dagliga sum fyristøðumað- ur á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hann hevur leiðsluroyndir síðan 1984. Eisini hevur hann drúgvar royndir í politikki. Hann hevur verið tingmað- ur í 16 ár, umframt eisini at hava sitið eitt skeið í lands- stýrinum. Tordur Niclasen er annar av tveimum bygdarráðslim- um á lista B við bygdar- ráðsvalið á Eiði. Hann fekk næstflestar persónligar at- kvøður á valinum. Tordur bygdarráðs- formaður Meðan fýrverk dundi yvir høvuðsstaðin, byrjaði fyrsti føroy- ingurin í nýggju øld- ini at gera vart við seg. FØÐINGAR Turið Kjølbro Tað er ósvitaligt nakað ser- ligt at verða fyrsta barnið, sum er føtt í einum ári. Og ikki minni serligt at verða fyrsta barnið, ið er føtt í eini nýggjari øld. Nýggj- ársdag vóru tvey børn fødd á Landssjúkrahúsinum. Fyrra barnið, ein drongur, varð føtt beint fyri middag, kl. 11.19. og tað seinna, somuleiðis ein drongur, kom kl. 19.10. Báðir hava teir fingið serligu føði- dagfestingina 01.01.01. Tað var Sólvá Jacobsen í Havn, sum varð so heppin at eiga fyrsta føroyingin í hesi øldini. Hon var sett at eiga 29. des. So skuldi kortini ikki verða. Meðan rakettir og annað fýrverk myndaðu himmalin yvir høvuðsstaðin, byrjaði fyrsti føroyingurin í nýggju øld- ini at gera vart við seg. – Um tað vóru rakettirnar ella okkurt annað, sum settu verkirnar í gongd, veit eg ikki. Vit fóru á sjúkra- húsið klokkan hálvgum fimm og beint fyri middag átti eg. Alt gekk væl og vit hava tað fínt, greiðir Sólvá frá. Drongurin vigaði 3825 gramm og var 53 cm lang- ur. Sólvá og maður hennara Jóannes eiga frammanund- an dóttrina Ragnhild, sum er 6 ár. Hon er sum vera man ógvuliga errin av at hava fingið ein lítlabeiggja. Og ikki minni errin av, at lítlibeiggin líkist henni. Í Klaksvík er einki barn komið í verðina í nýggja árinum. Tað seinasta, sum varð føtt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom millum jólanna. Heldur ikki í Suð- uroy er nakað nýggjárs- barn. Tað síðsta barnið, ið varð føtt í oynni, kom væl fyri jól. Fyrsti føroyingurin í hesi øldini saman við systrini Ragnhild ið er 6 ár Mynd: Jens Kr. Vang Nýggja rækjuskipið hjá JFK fer í vikunitil Eysturgrønlands. JFK skal hava nýggjan trolara fyri 135 milli- ónir krónur FISKIVINNA Eyðun Klakstein Tað var svart av skipum við bryggjurnar í Klaksvík á jólum og millum jóla og nýggjárs. Øll skipini hjá JFK-samtakinum vóru inni um jólini, og harafturat lógu eisini stóru nótaskip- ini, línubátar, útróðrarbátar og onnur før við bryggju. Nógv av skipunum eru farin aftur til fiskiskap. Seint annað jólakvøld fóru Norðborg og Christian í Grótinum avstað, og leyg- ardagin fór Næraberg útaft- ur. Restin av flotanum hjá JFK fer aftur til fiskiskap hesa vikuna. Nýggja rækjuskipið hjá JFK Prawns, Fuglberg, fer til Eysturgrønlands ein av fyrstu døgunum eftir nýggjárið. Fuglberg kom til Klaksvíkar beint fyri jól, og liggur í løtuni í Havn, har skipið verður gjørt klárt. Sundaberg fer í Barents- havið, og Sjúrðaberg fer á Flemish Cap. Byggja nýggjan trolara JFK Trol skal hava nýggjan Skálaberg fyrr tann, sum varð leigaður grønlendar- um við forkeypsrætti. Nýggi Skálaberg verður størri enn tann undanfarni. Hann verður næstan 75 metrar langur og 16 metrar breiður, og hann verður eis- ini nakað hægri enn gamli Skálaberg. Nýggja skipið, sum fer at kosta 135 milliónir at byggja, verður bygt á norsku skipasmiðjuni Ki- mek, men skrokkurin skal gerast í Ukraine. Skipið skal eftir ætlan latast JFK Trol á heysti í 2002. Nýggi Skálaberg fer at kunna trola við trimum trolum samstundis, og knapt 50 mans kunnu verða við trolaranum. Umframt hetta skipið er hann eitt líknandi skip um- fatað av nýggja sáttmálan- um, men enn er endalig støða ikki til, um JFK fer at byggja tvey skip. Nýggja rækjuskipið hjá JFK fer til Eysturgrønlands í komandi viku. Mynd: Jan Muller JFK-skipini aftur til fiskiskap Sløkkiliðið í Klaks- vík varð boðsent til eldsbruna í tunnl- inum til Hvanna- sunds, men talan var var um øðrvísi nýggjárshald ROYKUR Eyðun Klakstein Nýggjársdag um hálvg- um fimm tíðina vóru boð eftir sløkkiliðnum í Klaksvík. Orsøkin var, at nógvur roykur var í norðara enda á tunnlinum til Hvannasunds. Líkindini at koyra mánadagin vóru út av lagi vánalig, tí nógvur krapi var á vegnum. Tveir bilar hjá sløkki- liðnum komu tó fram, men tá var roykurin burtur, og eingin eldur var nakrastaðni. Heksaýl Orsøkin til nógva roykin var tó funnin, tí onkur hevði havt fragd av ein- um øðrvísi nýggjárs- haldi í norðara borðoy- artunnlinum. Ein pakki av teimum larmandi heksaýlunum var brendur av í tunnlin- um, og tað hevði nógva roykin við sær. Fólk, sum komu í tunnilin stutt eftir hetta, vóru illa við av nógva roykinum í tunnlinum og boðsendu tí sløkki- liðnum. Nógvur roykur í tunnlinum GRIND Jógvan H. Gardar, Oslo Norska fiskimálaráðið hevur sagt nei til at norskir hvalaveiðumenn skulu drepa grindahval. Norges Småkvalfanger- lag hevur fleiri ferðir sent umsókn til myndug- leikarnar, har biðið verður um loyvið at drepa grindahval sum eina royndarveiðu. Sambært Havgransk- ingarstovninum í Bergen kann grindastovnurin tola eina veiðu uppá 15.000 hvalir. Men granskingarstovnurin meinar grindahvalurin er tann tannhvalurin í Norðuratlantshavinum sum vit vita mest um. Tískil er ikki neyðugt at kannað hann enn meir gjøgnum eina royndar- veiðu. Norðmenn drupu grindahval heilt fram til sjeytiárini. Norðmenn sleppa ikki at drepa grind Føroysku nótabát- arnir gjørdu rættiligt hál millum jóla og nýggjárs, og árið hev- ur eisini verið gott sum heild FISKIVINNA Eyðun Klakstein Nótaskipini Christian í Grótinum, Norðborg og Tróndur í Gøtu høvdu sera góðan fiskiskap millum jóla og nýggjárs. Skipini hava roynt eftir makreli í ES-sjógvi, og gjáramorgunin landaðu tey í Noregi fyri aðru ferð, síð- ani tey fóru avstað annan jóladag. Makrelkvotan í ES- sjógvi varð hækkað í nov- ember mánaði, og tí var nakað eftir at fiska nú við árslok. Prísurin er eisini vanliga góður við árslok, og tí hava túrarnir vestan- fyri Hetland givið nógvar pengar. Besti túrurin Christian í Grótinum gjørdi ársins besta túr og landaði í gjár 800 tons av makreli. Hósdagin millum jóla og nýggjárs landaði hann 200 tons. Prísurin hevur verið góð- ur – 4,70 krónur fyri kilo hósdagin og 5,03 krónur fyri kilo í gjár. Norðborg hevur eisini landað tvær ferðir – saman- lagt 1030 tons – men prís- urin hjá honum var eitt sindur lægri enn hjá Christian í Grótinum, sum fekk besta prísin. Tróndur í Gøtu landaði hósdagin 490 tons fyri 3,78 kilo, og í gjár landaði hann um 800 tons, og tá varð prísurin 4,30 krónur. Trivaligir manninga- partar Tey trý nótaskipini hava so- statt selt fyri umleið fimm milliónir krónur í part sein- astu vikuna, og tað skuldi givið ein manningapart upp á einar 50.000 krónur fyri hesar dagarnar. Christian í Grótinum kom við hesum seinastu túrunum upp á 63.000 tons fyri 2000, og í pengum hev- ur hetta verið veiða fyri 105 milliónir krónur. Nótaskipini fara nú aftur til fiskiskap, men tá vit tos- aðu við reiðaríini í gjár, var ikki greitt, hvaðar tey fara nú. Nótaskipini rimmar fiskiskap Føroysku nótaskipini hava gjørt góðar túrar í ES-sjógvi seinastu dagarnar. Mynd: Jan Muller Havnardrongur fyrst- føddi í nýggju øldini Leygarnáttina vórðu trý innbrot fram í Havn. Gamli Bók- handil, Tórshøll og Sankta Josefs barna- garður stóðu fyri skotum, og í øllum trimum førum varð peningur tikin LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Kriminaldeildin á løg- reglustøðini kann siga frá trimum innbrotum um høgtíðina. Tey vórðu øll framd fríggja- náttina og vórðu frá- boðað leygarmorgun 30 januar. Tórshøll hevði tann størsta peningaliga missin av hesum inn- brotum. Har hevði onk- ur brotið inn og tikið eini 7000 krónur um- framt nakrar sigarettir. Í Gamla Bókhandli vantaðu 200 krónur og ein telefon, tá fólk varn- aðust, at onkur óynskt- ur gestur hevði verið á vitjan. Í barnagarðinum hjá nonnunum í Varðagøtu varð eisini eitt innbrot framt. Har vórðu nakrar hundrað krónur tiknar, men løgreglan veit ikki júst, hvussu nógv vant- ar í. Felags fyri øll hesi innbrot er, at løgreglan ikki hevur handtikið nakran í hesum málum. Teir arbeiða við at finna fram til gerningsmenn- inar. Leygarnáttina sóu løgreglumenn eina heldur margháttliga sjón. Ein rúsaður maður var á veg til hús við einum barr- stóli á rygginum. Hesin varð tó stolin í Marco Polo og er nú latin aftur. Um- framt hetta skuldi løgreglan eisini taka sær av harðskapi í brúdleypi LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Tað er nógv, sum fólk kunnu finna uppá at taka við sær, eftir at tey hava verið á vertshúsi og fingið sær uppí nev- ið. Tað plagar at vera gløs og tílíkt, men leygarnáttin hevði ein maður funnið uppá ráð. Hann hevði tikið ein barrstól uppá ryggin og hevði lagt leiðina heim. Tíverri fyri mannin rendi hann seg beint í løgregluna klokkan hálvgum fimm á morgni, tá løgreglubil- urin koyrdi ígjøgnum býin. Løgreglumenn fingu beinanvegin illgruna um, at stólurin varð stolin og steðgaðu tí manninum. Hann vildi einki siga og varð tí tikin inn á støðina, har hann svav rúsin av sær. Stólurin stendur nú aftur á Marco Polo, og maðurin fær eina sak at dragast við. Harðligt brúdleyp Í Havnar Klubba varð brúdleyp 29. januar. Tað endaði heldur harð- liga, tí ein maður varð fluttur á sjúkrahúsið og ein annar á løgreglu- støðina. Ein ungur maður varð vorðin ómøguligur í fyllskapi. Hann hevði brotið okkurt og síðani sparkað ein annan mann, sum fekk snudd í høvdið. Neyðugt varð at seyma hann aftur. Harðligi unglingin verður ákærdur fyri harðskap. Annars verður sagt av løgreglustøðini, at ellivu hava verið á støð- ini og sovið rúsin av um høgtíðina, meðan tveir eru tiknir fyri at koyra við kenning. Umframt hetta er ym- iskt herverk framt ymsastaðni í býnum, sum vanligt er hvørt vikuskifti. Á hvørjum ári kannar løgreglan fleiri av teim- um handlum, sum selja fýrverkarí. Hetta er fyri at tryggja, at einki ólóg- ligt fer fram. Tað er ofta betri at gera fyribyrgj- andi arbeiði. Her verður kannað, um kundarnir eru nóg gamlir, um vøran verð- ur goymd á rættan hátt, og um nakað ólógligt fýrverk verður selt. Onkur handil fekk ávaring um at fáa ymisk viðurskifti í rættlag. Trý innbrot í Havn Tikin við barrstóli