Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. januar 2001 7 6 Nr. 1 - 3. januar 2001 Løgmaður staðfesti í nýggjársrøðu síni, at stór framgongd er í føroyska samfelagn- um. Men hann minti á, at framgongdin setir krøv, og at stórar avbjóðingar standa fyri framman NÝGGJÁRSRØÐAN John Johannessen – Hóast tað er gott at vera føroyingur í dag, so merkir tað ikki, at tað er lætt. Millum annað soleiðis segði løgmaður um búskap- arligu framgongdina í røðu síni gamlaárskvøld. Løgmaður vísti á, at ár 2000 hevur verið eitt gott ár hjá Føroyum, eins og 1999 eisini var tað. Hann stað- festi, at vit aftur í ár hava verið vælsignað við góðum fiskiskapi og góðum fiska- prísum, eins og alivinnan eisini hevur havt stóra framgongd. – Hetta eiga vit at fegnast um og vera takksom fyri. Tað er mennandi, og tað er spennandi at vera partur av einum samfelag, sum hevur framgongd. – Men tað setir eisini stór krøv. Tá ferðin er stór, er vandin fyri at fara av kós eisini stórur. Tað vita vit av beiskum royndum, segði Anfinn Kallsberg, løgmað- ur. Avbjóðani ár Anfinn Kallsberg staðfesti, at sera stórar avbjóðingar standa fyri framman í árin- um, sum vit júst eru stigin inn í. Og hetta eru avbjóð- ingar, sum koma at krevja nógv av okkum. – Tær kunnu hava við sær stór framstig, um vit megna at taka við teimum og tora at loysa tær á ein skilagóðan hátt. Men talan er eisini um avbjóðingar, sum kunnu gerast ein stór hóttan, og kanska enntá taka skorðarnar undan okkara samfelag, sum vit kenna tað í dag, segði løgmaður og vísti á, at tað tí er umráðandi at vit við hegni loysa tær uppgávur, sum avbjóðingarnar hava við sær. Stóru avbjóðingarnar, Anfinn Kallsberg røddi um, vóru serliga tríggjar; nevniliga oljuvinnan, stóra yvirskot landskassans og ríkisrættarliga framtíðar- støða Føroya. Oljan veldug avbjóðing Í summar fara oljufeløg at bora eftir olju á føroyskum øki. Hetta heldur løgmaður vera eina velduga avbjóð- ing fyri ta politisku skipan- ina, umsitingina, vinnulívið og fyri alt Føroya fólk, tí tá skulu vit stýra størri kreft- um og møguliga umsita størri virði, enn vit nakran- tíð hava gjørt áður. – Tað kann hugsast, at oljuvinnan fer at ávirka lønarlagið í landinum. Hetta kann gera, at aðrar vinnur – og serliga fiski- vinnan – verða raktar, tí fólk heldur vilja arbeiða innan oljuvinnuna. Hesum mugu vit royna at fyri- byrgja, tí vit vita, at olju- vinnan bert varir í nøkur ár. Skulu vit ikki standa á ber- um, tá hon endar, mugu vit syrgja fyri, at hon ikki køvir fiskivinnuna, men samvirkar við hana, segði løgmaður. Men løgmaður væntar eisini, at oljuvinnan fer at hava við sær stórar mentan- arligar avbjóðingar. Hann vísti í røðu síni á, at málið í oljuvinnuni er enskt, og tí verður uppgávan at varð- veita og menna føroyska málið størri og torførari orsakað av oljuvinnuni. Harafturat vísti løgmaður á, at tað eisini kann fara at ávirka mentanarlív okkara á annan hátt, um nógvir út- lendingar koma til Føroya við øðrum siðum og øðrum krøvum til frítíðartilboð enn tað, vit eru von við í Føroyum. – Alt hetta krevur av okkum, at vit gera okkum greitt, hvat tað eru fyri virði, vit ynskja at byggja okkara samfelag á. Og tað krevur av okkum, at vit gera karmar og seta krøv, sum gera, at okkara sam- felag veruliga verður skip- að eftir hesum virðum. Málið skal vera, at vit skulu stýra oljuvinnuni – hon skal ikki stýra okkum, segði løgmaður. Anfinn Kallsberg minti í nýggjársrøðu síni á, at vit skulu øll vera í landinum, uttan mun til úrslitið av fólkaatkvøðuni í apríl. Í sama sam- bandi heitti hann á fólk um at vera saklig, siðillig og fólkalig í orðaskiftinum undan atkvøðuni NÝGGJÁRSRØÐAN John Johannessen Tað var ein alfaðirligur peikifingur á lofti í nýggj- ársrøðuni hjá løgmanni hesaferð. Anfinn Kallsberg nýtti gamlaárskvøld høvi til at heita á føroyingar um at vera siðiligir í orðaskiftin- um um føroyskt fullveldi. – Tað er einki dulsmál, at ósemja er um hendan spurning millum føroying- ar. Tað hevur tað altíð verið. Men eg vóni, at tað upp undir fólkaatkvøðuna fer at bera til at hava eitt sakligt orðaskifti um fyrimunir og vansar við hesi ætlan. – Eg vóni, at allir føroy- ingar fara at kunna taka støðu til hetta álvarsmál á sakligum grundarlag. Og eg vóni, at tann politiski skilnaður, sum ein fólkaat- kvøða altíð hevur við sær, ikki fer at hava við sær skilnað millum persónar. Eru vit ein mentað tjóð, eigur tað at bera til at vera ósamd, uttan at tað elvir til persónligt agg, klandur og spjaðing. – Eg fari tí at nýta hetta høvi til longu nú at heita á øll tey, sum fara at taka lut í orðaskiftinum upp undir fólkaatkvøðuna, um at vera saklig, siðilig og fólkalig. Eg fari at heita á øll um at minnast til, at vit skulu vera her í landinum, eisini aft- aná – uttan mun til, um úrs- litið verður eitt ja ella eitt nei til ætlan landsstýrissins. Eydnast tað at forða fyri spjaðing og klandri, er nógv vunnið, segði løg- maður í nýggjársrøðu síni, sum hann helt í Tinganesi gamlaárskvøld. Hvassorðaður móti dønum Løgmaður tók eisini aftur í gongdina í fullveldismál- inum og samráðingarnar við donsku stjórnina. Her var løgmaður eitt sindur hvassorðaður. Hann stað- festi, at danska stjórnin noktaði at fylgja vanligum samráðingarreglum og ferð eftir ferð breyt tær avtalur, sum landsstýrið og danska stjórnin høvdu gjørt. Hetta var nakað, sum gav afturljóð í donskum fjøl- miðlum, sum hildu, at løg- maður hevði verið heldur ógvusligur í sínum útsagn- um um samráðingarnar. Anfinn Kallsberg vísti í røðu síni á, at landsstýrið royndi at halda fram við samráðingunum, hóast danska stjórnin ikki vildi samráðast um fíggjarliga partin og ferð eftir ferð breyt gjørdar avtalur. – Men á fundinum við donsku stjórnina 26. okto- ber kundu vit staðfesta, at vit ikki fingu eina loysn, sum var nøktandi, og sum vit mettu kundi fáa undir- tøku frá Føroya fólki. Á hesum fundi kom eisini til sjóndar grundleggjandi ósemja um, hvørji rættindi føroyingar eiga sum tjóð, staðfesti løgmaður í røðu síni. Anfinn Kallsberg ásann- ar, at hetta var ein ógvuliga hugstoytt uppliving fyri hann sum løgmann, og hann vísti á, at neyðugt var at fara frá samráðingar- borðinum, um landsstýrið ikki skuldi siga frá sær aldargomum rættindi hjá føroysku tjóðini. Men løgmaður er kortini glaður um, at landsstýrið áhaldandi royndi at fáa nakað burturúr. Hann stað- festir, at hesar áhaldandi royndir hava givið føroy- ingum eina týðandi vitan, sum er, at danska stjórnin ógvuliga treyðugt vil lata frá sær yvirvaldsrættin yvir Føroyum. – Tað merkir, at skulu vit vinna Føroyum tjóðar- frælsi, mugu vit gera tað sjálv. Og tað er júst tað, landsstýrið er farið í holt við, segði løgmaður í røðu síni gamlaárskvøld. Framgongdin setir stór krøv Løgmaður ávarar ímóti spjaðing – Eru vit ein mentað tjóð, eigur tað at bera til at vera ósamd, uttan at tað elvir til persónligt agg, klandur og spjaðing, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, í nýggjársrøðu síni Formaður Sambands- floksins, Edmund Joensen, dámar væl tað, sum løgmaður segði um búskapar- ligt skynsemi og sameinan av føroy- ingum. Men honum dámar lítið tað, sum landsstýrið veruliga ger á hesum økjum. – Niðurstøðan má vera, at tað er sera langt frá tí, sum landsstýrð sig- ur til tað, sum lands- stýrið ger, heldur Edmund Joensen NÝGGJÁRSRØÐA Rúnar Reistrup Lyftini vóru vøkur og áheitanirnar vóru góðar í nýggjársrøðu løgmans, men tað broytir ikki uppá tað, sum í veruleikanum fer fram í landsstýrinum. Hetta var niðurstøðan hjá for- manni Sambandsfloksins, Edmundi Joensen, eftir at hava hoyrt løgmann bera fram nýggjársrøðu sína. – Orð um sameinan held- ur enn spjaðing verða brúkt í leysum lofti í røðuni, men veruleikin er, at landsstýrið eftirhondini er blivið eks- pertur í at gera tað beint øvugta. Sitandi samgonga hevur hesi seinastu árini verið íðin at býtt fólkið upp í betri og minni betri føroyingar. Føroyingar sum vilja taka ábyrgd og so hini. So orðini hjá løgmanni samsvara yvirhøvur ikki tað, sum í veruliekanum fer fram. Men tað er tað van- liga í slíkum nýggjársrøð- um, sigur Edmund Joensen. Skelkaður av ákærunum Annars bleiv formaður Sambandsfloksins ikki sørt skelkaður av teirri viðferð, sum danski forsætisráð- harrin og danska stjórnin fingu í nýggjársrøðu løg- mans. – Løgmaður legði við stórum orðum donsku sam- ráðingarnevndina undir ferð eftir ferð at hava brotið gjørdar avtalur. Sum ting- maður í andstøðu og limur í Uttanlandsnevnd Løg- tingsins má eg siga, at eg kenni einki til at nakrar avtalur eru blivnar brotnar, sigur Edmund Joensen. Tann partin av løgmann- røðuni, ið snýr seg um samráðingarnar, heldur formaður Sambandsfloks- ins sum heild vera tann mest ivasama, og hann heldur tað vera upp á sítt pláss at krevja eina nærri frágreiðing av løgmanni. – Hvat eru hetta fyri brotnar avtalur, og hví er Uttanlandsnevndin ikki blivin kunnað um tær?, spyr formaður Sambands- floksins og leggur afturat: – Eg haldi at løgmaður skyldar bæði føroyingum og donsku stjórnini at greiða frá, hvat tað er hann meinar við, tí hetta eru grovar ákærur hann kemur við. Einki orð um fólkaatkvøðuna Edmund Joensen heldur eisini, at løgmaður skyldar føroyingum eina frágreiðing um hvat tað er fyri ein fullveldisætlan, sum landsstýrið arbeiðir við í løtuni. – Tað eru ikki meira enn tríggir mánaðir til føroy- ingar skulu til fólkaatkvøðu um fullveldisætlan lands- stýrisins, men enn sita øll fullkomuliga óvitandi um hvat tað er, sum landsstýrið arbeiðir við. Landsstýrið skyldar enn føroyingum at siga frá, hvat hendir í løt- uni, men sjálvt ikki í nýggj- ársrøðuni segði løgmaður nakað um hvat er í væntu til fólkaatkvøðuna. Hetta tekur formaður Sambandsfloksins sum eitt tekin um at landsstýrið helst ikki sjálvt veit, hvat tað ger. – Men løgmaður dugir væl at tosa rundan um tað, sum samgongan er ósamd um, og tí kemur hann als ikki inn uppá hvat lands- stýrið ætlar í sambandi við fólkaatkvøðuna, sigur Ed- mund Joensen, formaður Sambandsfloksins, um nýggjársrøðu løgmans. Formaður Javnaðar- floksins, Jóannes Eid- esgaard, er væl nøgd- ur við at løgmaður nýtti nýggjársrøðuna sum høvi til at tala fyri sameinan heldur enn spjaðing millum føroyingar, og gevur løgmanni ein mánað til sjálvan at ganga undan og vísa at hann veruliga meinar tað, hann sigur NÝGGJÁRSRØÐA Rúnar Reistrup Orðini hjá løgmanni í nýggjársrøðu síni, um at vit øll skulu liva í hesum land- inum, eisini eftir komandi fólkaatkvøðuna um full- veldisætlanina hjá sam- gonguni fáa góða móttøku hjá Jóannesi Eidesgaard. – Eg má siga, at mær dámdi sera væl endan á røðuni, har løgmaður tosar um hvussu umráðandi tað er ikki at seta kílar millum fólkið. Fyri mær er júst hetta, at fólk verða býtt sundur í tveir ella fleiri partar, eitt tað størsta vandamálið í føroyskum politikki í løtuni. Men meðan formaður Javnaðarfloksins er nøgdur við orð løgmanns, so bíðar hann enn eftir gerðunum frá landsins politiska leiðara. – Eitt er at hann heitir á fólki um at forða fyri spjað- ing og klandri, men eg haldi at vit onnur nú mugu krevja av løgmanni, at hann sjálvur gongur undan og vísir í verki, at hetta ikki bert eru vøkur orð. Tað kundi løgmaður sam- bært Jóannesi Eidesgaard passaliga gjørt við at ar- beiða fyri einari breiðari politiskari semju um fram- tíðarstøðu Føroya. – Enn hava vit ikki sæð nøkur greið tekin um at samgongan vil sameina før- oyingar, men eftir løgmans- røðuni at døma er sam- gongan við at hálsa um, so lat okkum nú geva løg- manni ein mánað ella so og síggja hvat tað verður til, heldur Jóannes Eidesgaard. Fer ov illa við dønum Formaður Javnaðarfloksins var staddur í Danmark á nýggjárinum, og upplivdi har at Danmarks Radio endurgav løgmann fyri at siga at danska samráðingar- nevndin ferð eftir ferð hevði brotið avtalur undir samráðingunum um fram- tíðarstøðu Føroya. Hesi heldur hvøssu orð- ini og pástandurin í røðuni um at danir noktaðu at fylgja vanligum samráðing- arreglum skurra eitt sindur oyrunum á Jóannesi Eidesgaard. – Nú veit eg ikki hvørjar samráðingarreglur løgmað- ur sipar til og tað ber illa til hjá mær at gera viðmerk- ingar beinleiðis til tað, sum fór fram á fundum, har eg ikki var hjástaddur, men fakta er, at tað liggur eitt tilboð frá dønum eftir sam- ráðingarnar. Tí haldi eg tað vera skeivt av løgmanni at fyrigykla fyri fólkinum, at danir royna at forða føroy- ingum í at loysa. Tað er jú ikki í trá við veruleikan. Støðan er heldur tann, at løgmaður situr eftir við einum samráðingarúrsliti, sum hann ikki torir at standa við og leggja fram fyri føroyingar. Krokudillutár frá løgmanni Løgmaður segði í nýggjárs- røðu síni, at skuldu aldar- gomul rættindi hjá før- oysku tjóðini ikki missast, var einki annað at gera, enn at fara frá samráðing- arborðinum. Hetta trýr Jóannes Eides- gaard lítið uppá. – Tað er bestemt ikki vanligt at vera verri fyri eftir at hava samráðst, og um hatta veruliga var støð- an, so hevur onkur klokka alvorliga í tí. Fyri Jóannes Eidesgaard líkjast orðini mest einari burturforkláring av samráð- ingarslitinum, sum mest av øllum líkist krokodillutár- um. – Veruleikin er at bæði Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin eru innar- liga fegnir um, at teir nú fingu høvi til at leggja kós- ina um. At løgmaður turkar samráðingarslitið upp á danir er ein lættur máti at koma uttanum at tað í veru- leikunum fer ein innanhýs- is telving fram í samgong- uni. Men um sæð verður burt- ur frá partinum um samráð- ingarnar við danir, er Jó- annes Eidesgaard væl nøgdur við løgmansrøðuna. Løgmaður vísir til náttúr- una sum orsøk til at tað gongur væl búskaparliga, og leggur dent á at avbjóð- ingin í framtíðini verður at vísa skynsemi. – Vit hava fyrr upplivað ein løgmann, sum gav sær sjálvum æruna av at fiskur- in var komin aftur á grunn- arnar, so í mun til tað, er sitandi løgmaður realistisk- ur, og tað dámar mær væl, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Jenis av Rana, for- maður Miðfloksins, heldur tað vera í fín- asta lagi at løgmaður gav donsku stjórnini eina lítla fleingju í nýggjársrøðu síni, sum floksformaðurin kallar eina fitta og góða røðu. NÝGGJÁRSRØÐA Rúnar Reistrup – Eg var sjálvur við teimum niðri í Danmark undir samráðingunum, og eg eri líka keddur av handfaring- ini hjá stjórnini av full- veldismálinum, sum løg- maður tykist at vera í røðu síni, sigur Jenis av Rana í eini viðmerking til nýggj- ársrøðu løgmans. Tí var tað hvørki óhósk- andi ella ófólkaligt av løg- manni at finnast eitt sindur harðliga at teirri viðferð, sum føroyska landsstýrið fekk av donsku stjórnini undir fullveldissamráðing- unum, heldur formaður Miðfloksins. – Vit vera undirmettir av dønum. Teir vístu onga virðing fyri landsstýrinum, men hetta eru fólkavaldir menn, og teir má danska stjórnin virða. Kundi verið djúpri Jenis av Rana dámdi væl røðuna hjá løgmanni og rósar honum fyri at tora at taka upp málið um skaði- ligu árinini, ið standast kunnu av komandi olju- vinnuni. – Hesi oljufólkini hava jú nøkur krøv – eisini til frí- tíðartilboð – sum løgmaður orðaði tað, og tí mugu vit vera til reiðar, tá oljufólkini byrja at streyma inn í landið. Tað var djarvt av løgmanni at taka hetta upp, haldi eg. Tað einasta Jenis av Rana hevur at fílast á viðvíkjandi nýggjársrøðuni er, at hon ikki var serliga djúp. – Eg kundi ynskt, at løgmaður fór eitt sindur djúpri og kanska kom inn upp á raðfestingar av teimum íløgum, sum vit kunnu tilláta okkum at gera komandi árini. Eftir mínum tykki er raðfesingin púra skeiv sum er, sigur Jenis av Rana, sum lýsir røðuna sum eina fitta og pena, men kanska nakað grunna, løgmansrøðu. Formaður Javnaðarfloksins um nýggjársrøðu løgmans: Sameiningarlyndið skal vísast í verki Formaður Miðfloksins um nýggjársrøðu løgmans: Eitt fitt røða Formaður Sambandsfloksins um nýggjársrøðu løgmans: Langt frá orðum til gerð