mikudagur 3. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 3. januar 2001
9
8
Nr. 1 - 3. januar 2001
Frændurnir úr Klaks-
vík hava tað fram-
vegis í sær. Teir duga
at undirhalda og at
fáa áhoyrararnar við
sær á konsertum. Tað
prógvaðu teir enn
einaferð á Nýggjárs-
konsertini í fjør, sum
var 29. desember
NÝGGJÁRS-
KONSERTIN
Stefan í Skorini
Frændur megnaðu veruliga
at fáa gongd í áhoyrararnar
á
Nýggjárskonsertini
fríggjakvøldið.
Nógvir
ungdómar høvdu leitað sær
niðan í høllina á Hálsi at
lýða á, og tey hugnaðu sær
óført við tónleikinum frá
Frændum, sum nú kann
sigast at vera fólkaogn.
Hóast tað eru seytjan ár
síðani, at Frændur fóru
undir at spæla regluliga, so
hava teir ikki mist tann
eldhugan, sum hevur eyðk-
ent teir, síðan teir byrjaðu í
1983. Teir tríggir Eyðun
Nolsøe, Rani Nolsøe og
Steintór Rasmussen vóru
enn einaferð á palli, og tað
fekk hjartað at pumpa
skjótari hjá fleiri, sum vóru
til staðar.
Frændur er tann eldsti
føroyski tónleikabólkurin,
sum framvegis veruliga er
virkin. Hann hevur nógv ár
á baki, og er tann bólkurin,
sum tey flestu vilja hoyra
við eitt slíkt serstakt høvi
sum á nýggjárinum.
Kendir sangir
Tað vóru ikki nógvir nýggir
rættir,
sum
Frændur
borðreiddi við á konsertini.
Tað varð heldur ikki vænt-
að
frammanundan,
og
áhoyrararnir vilja eisini
hoyra nógv av tí góða,
gamla
tilfarinum
frá
Frændum, har boðskapurin
er kærleiki, friður og sosial-
isma.
Áhoyrararnir vildu hoyra
løgini, sum vit øll kenna
væl og kunnu syngja við til.
Tað var eisini tað vit fingu.
Hvørja ferð Frændur eru
á palli, spæla teir tær góðu,
gomlu landaplágurnar frá
teimum fyrstu útgávunum
frá miðskeiðis í 80-unum.
Hesi kunnu eisini fram-
vegis røra fjøldina, sum tey
gjørdu fyrr.
Evergreens sum Hundur-
in Brúni, Eros og Føroyar,
ið komu út fyri eini fimtan
árum síðani, eru framvegis
floorfillers og ógvuliga væl
dámd millum manna.
Hesir sangir hava í dag
fingið tann status í Føroy-
um, at teir verða sungnir til
veitslur og prentaðir í sang-
heftum.
Millum tey eldru løgini
vóru eisini nøkur av teim-
um nýggjaru, ið eru á út-
gávum frá teimum seinnu
árunum, har ikki allir lim-
irnir í Frændum hava verið
við.
Væl upplagdir
Tað sást á øllum brøgdum,
at tónleikararnir, sum stigu
fram á pallin miðskeiðis í
høllini, vóru væl upplagdir.
Tað hoyrdist væl, at teir eru
væl samanspældir. Teir
tríggir hava eisini spælt
saman í nærum tjúgu ár.
(Vit bíða spent eftir at
síggja, hvat verður gjørt
burturúr tjúgu ára degnum,
sum verður um trý ár)
Rani spældi el-gittar,
yngri
bróðirin
Eyðun
spældi akkustiskan gittar,
meðan Steintór Rasmussen
sang fleiri av sangunum.
Erik Biskopstø var á bass-
inum og Høgni Klakkstein
sló á trummurnar.
Tað er einki, sum bendir
á, at bólkurin hevur mist
sambandið við ungdómin,
hóast teir allir hava rundað
tey tredivu árini. Teir høvdu
allatíðina gott samband við
áhoyrararnar, og tað var við
til at gera konsertina enn
betri.
Tað er kanska vert at
leggja til merkis, at umleið
ein helmingur av áhoyrar-
unum ikki vórðu føddir ella
gingu framvegis við blæðu,
tá Rani, Eyðun og Steintór
fyrstu ferð trinu fram á
føroyska tónleikapallin í
1983.
Umaftur
Tað tóktiskt ikki, at fólk
vildu hava teir at gevast, tí
tá konsertin leið móti end-
anum út ímóti hálvgum
fýra á morgni, kunngjørdi
Steintór, at teir fóru at
gevast.
Tá kom róp í fjøldina,
sum rópti »umaftur, um-
aftur«.
Teir eftirlíkaðu kravinum
frá fjøldini og spældu
tríggjar sangir umaftur,
sum teir longu høvdu spælt
fyrr í konsertini.
Tað vóru Eros, Føroyar
og Lívsmynd. Hetta eru
sangir, sum ikki ber til at
sleppa uttanum, tá talan er
um Frændur. Hesir hava
eisini tann týdningarmesta
boðskapin, sum Frændur
hava at bera.
Góðu gomlu Frændur
Rani Nolsøe brillieraði á el-gittarinum. Teir vóru annars allir væl upplagdir
Mynd: Jens Kr. Vang
Høgni Klakkstein er nýggi trummusplarin hjá Frændum
Mynd: Jens Kr. Vang
Ungar gentur í góðum hýri
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var ein sera fjøl-
broytt gudstænasta í
Dómkirkjuni í Havn
nýggjársdag. Um-
framt kantatuna hjá
Kára Bæk og prædiku
frá Bjarna Bæk var
eisini lovsongur frá
hvítusunnusamkomu
num at hoyra, og
aðrar samkomur
høvdu síni innlegg.
Bert spell, at kirkjan
ikki var full á hesi
fagnaðargudstænastu
FAGNAÐAR-
GUDSTÆNASTA
Stefan í Skorini
Gudstænastan í Dómkirkj-
uni nýggjársdag fekk heitið
fagnaðargudstænasta. Hetta
var tí, at hon markerar
endan á einum fagnaðarári,
har tað hevur verið hátíð-
arhildið, at Føroyar hava
verið kristnar í 1000 ár.
Tað var mikið kjak um,
hvørt Føroyar vórðu kristn-
aðar í ár 999 ella í ár 1000.
Komið varð tó fram til, at
fagnaðarárið skuldi vera í
ár 2000, sum nú er farið
afturum bak.
Stýrisbólkurin, sum hev-
ur staðið fyri at seta í gongd
og samskipa øll tiltøkini,
hevur
havt
hendurnar
fullar, tí sera nógv ymisk
tiltøk hava verið á skránni.
Krúnan varð sett á verkið
í Dómkirkjuni, har skipað
varð fyri fagnaðargudstæn-
astu við luttøku frá fleiri
trúarbólkum.
Fyri einum ári síðani var
eisini fagnaðargudstænasta
í Dómkirkjuni. Tá varð
hetta fagnaðarárið alment
sett við luttøku frá teimum
trúarbólkum, sum hava
luttikið.
Fjølbroytni
Tað,
sum
eyðkendi
gudstænastuna,
var
fjølbroytni.
Lagt varð fyri við kantat-
uni »Harri Vár Dráttin« hjá
Kára Bæk. Kantatan er fyri
sopransolo, kór, tvær trom-
petir og tvær trombonir.
Um fólkið ikki fylti
kirkjuna hetta kvøldið, so
fylti hesin tónleikurin so
sanniliga kirkjuna. Kári
Bæk var sjálvur leiðari. Tað
var eisini stuttligt at síggja
mann, konu og dóttir lut-
taka. Kona Kára, Marjun
Bæk, og dóttirin ,Kristin,
vóru við í kórinum.
Gudstænasta varð send
beinleiðis í sjónvarpi og
útvarpi, og tað hevði við
sær, at fleiri valdu at sita
heima og lýða á.
Síðani
varð
vanligur
sálmasangur aftur sungin,
áðrenn deknur og bispur
sluppu framat.
Við í fagnaðargudstæn-
astuni vóru eisini umboð úr
øðrum trúarbólkum. Hesi
settu eisini sín dám á guds-
tænastuna.
Katólski
diakonurin
Christian Gabrielsen las
fyrsta evangeliið. Presturin
í Adventistakirkjuni, Jens
Vilhelm Danielsen, las úr
Josva kapittul 8, tá ísraels-
fólk fór yvir um Jordan
ánna. Hann legði í sínari
talu dent á, at Gud fram-
vegis ikki hevur slept valdi
og ávirkan síni á søguna.
Síðani bar eitt lítið kór úr
hvítusunnusamkomunum
fram lovsong. Tað er ikki á
hvørjum degi, at so lívligur
tónleikur er at hoyra í
fólkakirkjuni, og tað var
stuttligt at síggja.
At enda prædikaði Bjarni
Bæk, og Frelsunarherurin
spældi horntónleik.
Bjarni Bæk segði í præd-
iku síni, at vit eiga at halda
fram við óttaleys at tæna
Gudi og at líta á, at Harrin
fer at fullføra gerning sín í
Føroyum.
Hann legði harumframt
dent á, at hóast tey hava
verið ymisk, so hava tey
staðið saman í hesum
fagnaðarári.
Torførar
arbeiðsumstøður
Stýrisbólkurin, sum hevur
fyrireikað túsundárahaldið,
varð settur í november
1997. Tá varð farið undir at
fyrireika fagnaðarárið.
– Tað hevur verið ógvul-
iga torført hjá okkum at
leggja tær endaligu ætlan-
irnar, tí vit hava ikki altíð
vitað, hvussu nógvan pen-
ing vit hava havt tøkan, sig-
ur Niklas Foldbo, sum hev-
ur verið í stýrisbólkinum.
– Tað torførasta hjá okk-
um hevur verið, at hava
samsvar millum tiltøkini og
peningin. T.d. fingu vit ikki
endaliga trygd fyri teimum
seinastu pengunum fyrr
enn í september í ár, sigur
Niklas.
Hann sigur eisini, at eftir
umstøðunum er hann væl
nøgdur við tað, sum stýris-
bólkurin og ráðið hevur
fingið at skafti, síðan tey
byrjaðu.
Um hann skal taka nakað
tiltak fram, sum nakað
serligt, so er tað sunnu-
dagsskúlin á Svangaskarði,
har 5000 fólk vóru komin
saman ein fagran summar-
dag og fagnaðargudstæn-
astuna, sum var í Dóm-
kirkjuni á hvítusunnu, har
fleiri danskir bispar lut-
tóku.
Túsundárahaldið er av