fríggjadagur 25. august 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 163 - 25. august 2006
Ítróttur
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
U19 hjá
kvinnum
tikið út
Álvur Hansen, landsliðs
venjari, hevur tikið spæl
ararnar út, sum skulu við
U19 kvinnulandsliðnum
til EM-undankapping í
Svøríki síðst í september.
Spælararnir eru: Simona
Heinesen, Rannvá Poul
sen, Olga Kristina Hansen,
Hellen Haraldsen AB,
Unnur Danielsen, Rúna
Højgaard B36, Rak
ul Magnussen, Frida
Gregersen, Rudi Zachari
assen EB/Streymur, Hanna
Isaksen, Jacoba Langgaard
GÍ, Bjørg B. Syderbø
HB, Sigrid Petersen,
Heidi Sevdal NSÍ, Unn
Petursdóttir Kruse, Rutt
Thomassen,
Kristina
S. Joensen SÍ, Monika
Samuelsen VB/S.
Fremad
Amager avlýsti
Dysturin hjá Fremad
Amager í donsku steypa
kappingini í mikukvøldið
varð avlýstur. Ætlanin var,
at Fremad Amager skuldi
spæla á útivølli ímóti
Østerbro IF, men vøllurin
varð mettur at verða í so
ringum standi, at dysturin
var avlýstur. Nú verður
roknað við, at dysturin
verður spældur fyrst í
næsta mánaði, og tá verður
Andrew av Fløtum, sum
hevur drigist við skaða
seinastu vikurnar, helst
førur fyri at spæla aftur.
FCK fekk
United
Í gjár var lutakast
um, hvussu FC Keyp
mannahavn skal spæla í
Champions League kapp
ingini. FCK kom í bólk
saman við Manchester
United, Benfice og Celtic.
Fyrsti dysturin hjá FCK
verður tann 13. september,
tá ið Benfica vitjar í
Parkini. 1. november
spælir Manchester Uni
ted í Parkini, og seinasti
dysturin hjá FCK verður
ímóti Celtic tann 6. des
ember. Harafturat spælir
FCk eisini útiodystir ímóti
hesum feløgum. FCK
hevur í nógv ár roynt at
komið við í bólkaspælið í
Champions League, men
hetta er fyrstu ferð, at tað
eydnast størsta felagnum
í Danmark at koma so
langt.
Toftamenn hava allar
sínar menn tøkar, nú
teir skulu royna at
lyfta seg eitt sindur
úr botninum, sum
teir leingi hava hingið
fastir í
B68-KÍ
Jákup Mørk
Tað telur skjótt niður hjá B68.
Hóttanin av niðurflytingini
er stór. B68 er fimm stig
frá triði aftasta plássinum.
Við gongdini hjá VB/Sumba
seinastu ferðirnar í huga kann
roknast við, at toftamenn
skulu vinna nógv stig í sjey
teimum seinastu umførunum,
um teir skulu hava møguleika
at lætta sær á.
Mánakvøldið var B68 á
sigurskós í Gøtu, men í síðsta
minutti mistu teir tvey stig.
Allir B68 spælararnir eru
tøkir upp undir KÍ vitjanina.
Eitt ivamál er tó. Tað er Kári
Hansen, sum var skaddur, tá
ið B68 spældi 1-1 í Gøtu.
Heðin við aftur
Hjá klaksvíkingum, sum
skulu reisa seg eftir dyggan
lúsing á heimavølli móti
VB/Sumba, er Harley Bert
holdsen leikbannaður eftir
útvísingina sunnudagin.
Oddmar á Lakjuni verður
heldur ikk i við hesa ferð, tí
hann er framvegis skaddur.
Heðin á Lakjuni sat uttanfyri
seinast, tí hann ikk i hevði
verið førur fyri at venja.
Í hesi vikuni hevur Heðin
vant, og tí verður hann iva
leyst á KÍ liðnum.
KÍ fær stigini á útivølli
Fyrr í summar vann B68
púra óvæntað 3-1 í Klaksvík,
eftir at KÍ uppaftur fyrr í
summar hevði vunnið 4-0 á
Svangaskarði.
Merkisvert er tað, at
KÍ, sum oftast hevur verið
roknað at standa seg framúr
væl á heimavølli, í ár hev
ur staðið seg væl betri á
útivølli enn á heimavølli.
Klaksvíkingar hava hvørja
ferð havt stig við sær aftur
til hús, tá ið teir hava spælt
aðra staðni.
KÍ hevur vunnið seks úti
dystir, og fýra ferðir hevur
tað verið javnt.
Skansin hjá KÍ er á útivølli
Við sigri á heimavølli
kann oddaliðið EB/
Streymur, sum saknar
liðformannin, rættu
liga seta tingini upp á
pláss
EB/STREYMUR-NSÍ
Jákup Mørk
Oddaliðið í Formula deildini,
EB/Streymur, hevur vunnið
á øllum feløgunum í ár. Tó
er tað eitt undantak. EB/
Streymur hevur tvær ferðir
vitjað í Runavík, og báðu
ferðirnar hevur NSÍ fingið
fulla úrtøku.
Sunnudagin fær EB/
Streymur enn ein møguleika
at fáa bilbukt við NSÍ.
Oyggjauppgerðin verður á
Mølini, har heimaliðið ikk i
hevur tapt higartil í ár. Tíggju
ferðir hevur EB/Streymur átt
heimavøll. Átta ferðir hava
teir fingið fulla úrtøku, og
tvær ferðir hevur úrslitið
verið 1-1 – móti KÍ og HB.
Um tað eydnast samansetta
liðnum í Sundalagnum at
fáa fulla úrtøku, so fer tað
at síggja avbera gott út í
kappingini um FM.
Tað er dyggur smeitur,
at liðformaðurin og stýri
maðurin í verjuni, Egil á
Bø, ikk i verður førur fyri at
spæla, tí hann mikukvøldið
móti ÍF koykti fótin illa. Tað
kemur væl við, at hin fasti
miðverjin, Marni Djurhuus,
nú tykist vera komin fyri seg
eftir skaðasteðg. Harafturat
telur tað rætta vegin, at
Ronnie Samuelsen og Knút
Vesturtún, sum vóru leið
bannaðir, tá ið EB/Streymur
mikukvøldið vann 2-0 á ÍF,
nú eru tøkir aftur.
Jens Martin
tøkur aftur
Hjá NSÍ hevur tað hilnast illa
tvær tær seinastu ferðirnar,
tá ið mótstøðuliðini hava
verið úr høvuðsstaðnum.
Sunnudagin tapti NSÍ 3-1
á heimavølli móti HB, og
mikukvøldið tapti NSÍ 2-1
í Gundadali móti B36.
Úrslitini seinastu ferð
irnar bera við sær, at ván
irnar at vinna fyrsta FM
heitið nakrantíð eru nógv
versnaðar. Heiðursmerkini
eru kortini ikk i so ógvuliga
langt burtur.
– Seinastu tvey tapini hava
verið dýr, og nú hava vit
veruliga knívin á barkanum.
Vinna vit ikk i á Eiði, so eru
vit púrasta úti. So har verður
tað bara sigurin, sum telur,
sigur Sonni L. Petersen.
Karstin Joensen hevur verið
fínur avloysari millum stólp
arnar tvær tær seinastu ferð
irnar. Sunnudagin verður
tað tó ivaleyst Jens Martin
Knudsen, sum fer at verja
málið. Eftir leikbann er vet
eranurin aftur tøkur.
Mikukvøldið sótu eis
ini Brynjolvur Nielsen og
Jústinus R. Hansen leik
bannaðir uttanfyri. Nú eru
teir tøkir aftur. Tí er ivasamt,
um unglingarnir Filip
Egholm Jacobsen og Jann
Martin Mortensen, sum vóru
á beinkinum mikukvøldið,
hesa ferð fara at fáa boð.
Síðsti møguleikin hjá NSÍ
NSÍ hevur vunnið tvær ferðir á EB/Streymi í ár. Nú hittast liðini fyri triðju ferð, og hesaferð er dysturin á Mølini á Eiði
KÍ fær hvørjaferð stig við sær heimaftur eftir útidystir.
Sunnudagin spæla teir ímóti B68 á Toftum
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
20
12
-
5
-
3
48
22
26
41
2 HB
20
10
-
6
-
4
44
32
12
36
3 B36
20
10
-
6
-
4
33
23
10
36
4 NSÍ
20
10
-
5
-
5
41
26
15
35
5 KÍ
20
8
-
8
-
4
42
26
16
32
6 GÍ
20
7
-
10
-
3
25
20
5
31
7 Skála
20
6
-
5
-
9
26
22
4
23
8 VB/S
20
4
-
4
-
12
18
54
-36
16
9 B68
20
2
-
5
-
13
21
45
-24
11
10 ÍF
20
2
-
4
-
14
19
47
-28
10
– Tað nyttar einki at verða beskeðin. FCK skal royna at koma
víðari frá bólkaspælinum í Champions League
Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari í fótbólti