Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nr. 163 - 25. august 2006 B36 hevur hvørki leikbann ella skaðar at dragast við sunnudagin, og hjá VB/Sumba er Jón Krosslá Poulsen einasti leikarin, ið ikki fer norður um suðuroyarfjørð FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey eru tvey lið við tveimum góðum úrslitum í skjáttuni teir báðar seinastu dystirnar, ið hittast í Gundadali sunnu­ dagin. Fyri viku síðani eydn­aðist tað meistarunum at koppa oddaliðnum, EB/ Streymi, og mikukvøldið vunnu teir á NSÍ. Teir báðir dystirnir vórðu spældir í Gundadali, og báð­ ir endaðu teir við einum 2-1 sigri til B36. VB/Sumba skifti venjaran herfyri, og fyrsti dysturin hjá nýggja venjaraparinum, Bjarna Johansen og Finn Johanne­sen, var ein javn­ leikur móti GÍ í Vági. Næsta uppgávan hjá nýggju venjarunum var í Klaksvík, og har eydnaðist tað at stjala øll trý stigini. Allir mans tøkir Hjá B36 stendur so væl til sum sjáldan áður i hópinum. Ikki ein skaða ella eitt leik­bann merkir liðið, og verður spennandi at síggja hvørt tað verður sama lið, ið byrjar móti VB/Sumba sum í móti NSÍ, ella um Sigfríður Clementsen ger onkrar broytingar á liðnum. Eisini í Suðuroy stendur væl til manningarliga. Ein­asti leikarin, ið hevur givið avboð er Jón Krosslá Poulsen. Í Vági er lagið annars gott fyri tíðina, hóast tey langt frá kenna tilveruna í deildini tryggjaða. Vónirnar at fáa eitt hampiligt úrslit í Gundadali sunnudagin, eru avgjørt til staðar, og minnast tey aftur á seinastu vitjanina í Gundadali, tá teir leiktu javnt í móti B36. Hetta er eitt úrslit vanligi B36’arin heldur enn gjarna vil vaska av sær, og tí er onki annað enn ein sigur nøktandi hjá teimum sunnudagin. Ein lyklaleikari fer út við leikbanni, og ein annar kemur aftur eftir at hava verið leikbannaður seinast. Tað er støðan hjá HB undan dystinum móti Skála, sum framvegis má vera Bjarna Jørgensen fyri uttan FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo HB liggur á øðrum plássi, og eftir at B36 spældi út­setta dystin móti NSÍ miku­kvøldið, eru tey bæði høvuðsstaðarliðini jøvn í stigum. Teir hava 36 stig og NSÍ hevur 35 stig, so kapp­ingin í oddinum er gróthørð. Ein sigur er eitt krav, líka­mikið um HB ætlar at varð­veita næstfremsta sæti í deildini, ella um teir ætla at fáa oddaliðið aftur. Vanta hvør sín mann Bæði liðini, sum fara á vøllin sunnudagin mugu vera hvør sín lyklaleikara fyri uttan. Í dystinum móti NSÍ seinast fekk Vagnur Mohr Mortensen tvey gul kort og noyddist av vøllinum. Hann verður tí ikki við í dystinum móti Skála sunnudagin. Hinvegin verður ein annar lyklaleikari hjá HB við aftur, eftir at hann hevur sitið ein dyst yvir. Tað er Jákup á Borg, og hann er sera væl fyri fyri tíðina. HB-venjarin hevur flutt nógv runt við fólkinum í ár, og teir eru fáir, ið hava kent seg tryggar á sínum plássi á liðnum. Ein av teimum fáu, ið hevur verið rímiliga tryggur á sínum plássi, er netupp Vagnur M. Mortensen, sum nú er úti og tískil skal ein maður finnast til miðverjuplássið. Her tykjast mest uppløgdu boðini at vera annaðhvørt Svend Jacobsen ella Poul Thomas Dam. Hjá Skála hevur Bjarni Jørg­ ensen spælt millum lítið og onki í ár, og hann er framvegis ikki tøkur. Í vikuni var hann hjá ein­um serfrøðingi, ið kundi staðfesta, at Bjarni Jørgensen hevur betendilsi í lærkrikanum. Hann skuldi síðani binda frið í eina tíð, men venur nú aftur spaku­ liga. Annars eru allir mans tøk­ ir, og hóast Skála ikki hev­ ur nógv at spæla fyri sum so, siga teir, at teir al­tíð spæla fyri at vinna. Eis­ ini sunnudagin móti HB í Gundadali. Og júst heimavøllurin í Gundadali ger, at HB ikki kann loyva sær annað enn at fara eftir øllum trimum stigunum. Úr HB siga teir, at teir hava nógva virðing fyri Skála hóast teir ikki hava havt eitt so væleydnað kappingarár, men at teir fara eftir øllum trimum stigunum sunnudagin. Vagnur út og Jákup inn B36 skal halda fast U19 landslið í flogbólti tikin út U19 landsliðini hjá monnum og kvinnum í flogbólti eru tikin út. Liðini skulu taka lut í Nevaz Cup í Ikast síðst í hesum mánaðinum Kappingin verður rokn­að sum NM og verð­ur hildin frá 31. august til 3. september. Landsliðsvenjararnir hava tikið hesi lið út: U19 hjá monnum: Heini Holm Andersen, Nøvan Hallur Johannesen, Nøvan Jan Jacobsen, Nøvan Hanni Niclasen, Mjølnir Gunnar Jørgensen, Mjølnir Leif á Stongunum, Mjølnir Thorvald Danielsen, Mjølnir Jón Syderbø, Mjølnir Janus Ortind, SÍ Ingi Ole-Jacobsen, SÍ Kim Christiansen, SÍ Magnus Remberg, Fleyr U19 hjá kvinnum: Birgir Guttesen, SÍ Unn Petursdóttir, SÍ Elsa Nielsen, Dráttur Eva Black, Mjølnir Maria Steinkross, SÍ Eina Kalsø, Mjølnir Sólva Dimon, TB Ruth Thomassen, Dráttur Óluva Mohr, Fleyr Kate Kalsø, Mjølnir Annika á Stongum, SÍ Símun tapti og varð skiftur Keflavík spældi í gjárkvøldið í íslendsku landskappingini, og dysturin endaði við tapi fyri IA av Akranesi, sum hevur ligið illa fyri á stigatalvuni alt kappingarárið. IA skoraði einasta málið, sum kom í dystinum, og tað gjørdu teir eftir ein slakan hálvan tíma. Sigurin hjá IA hevði við sær, at teir nú eru triðniðast í deildini, meðan Keflavík misti næstfremsta plássið til KR, har Rógvi Jacobsen spældi við fyrr í ár. Símun Samuelsen byrjaði inni hjá Keflavík, men hann varð skiftur út í hálvleikssteðginum. Todi ikki við til UEFA Cup dyst Start kom í gjárkvøldið víðari í UEFA Cup kappingini, eftir at liðið spældi ein spennandi dyst ímóti írska liðnum Dogheda. Dysturin endaði við brotsspørkum, og hesa kapping vann Start. Todi Jónsson var ikki við í norska hópinum, tí hann hevur fingið ein minni skaða. – Eg fekk eitt spark undir dystinum ímóti Lillestrøm, og tað gongur í øllum førum ein vika, áðrenn eg fái spælt aftur, sigur Todi. Bergur Midjord og restin av B36-manningini skal halda fast um góðu gongdina, og tað gera teir bara við einum sigri á VB/Sumba