fríggjadagur 25. august 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 163 - 25. august 2006
AB kann
taka stórt
fet móti
bestu
deildini
Sunnudagin
spæla AB og LÍF
avgerandi dyst í
toppinum í næst
bestu deildini. AB
kann við sigri taka
seg sjey stig fram
um LÍF
1. deild
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
AB og LÍF spæla ein
veruliga seks-stigdyst á
Argjum sunnudagin. Lið
ini kappast um at sleppa
upp í Formuladeildina, og
dysturin sunnudagin kann
vera avgerandi í hesari
kapping.
Í løtuni liggur B71
fremst við 48 stigum,
meðan AB er næstfremst
við 46 stigum. LÍF ligg
ur nummar trý við 42
stigum, og teir skulu
fram millum tvey tey
fremstu feløgini, um
uppflytingin skal gerast
veruleiki.
Tí standa týdningar
mikil stig upp á spæl,
tá ið AB og LÍF bresta
saman sunnudagin. Vinn
ur AB dystin, fer liðið
eitt góða leiðslu upp á
sjey stig til LÍF. Klára
leirvíkingar hinvegin at
vinna, so er rættiligur
spenningur komin íaftur,
tí so verður bert eitt stig
á muni millum liðini.
– Vit verða noyddir at
vinna dystin, um vit skulu
gera okkum galdandi. Vit
skulu spæla stabilt, og tað
er týdningarmikið, at vit
spæla soleiðis, sum vit
gjørdu fyrr í kapping
arárinum, sigur Andrias
Lava Olsen, álopsspælari,
við heimasíðuna hjá LÍF.
B71, sum liggur best
fyri, skal sunnudagin,
skal spæla ímóti HB í
Havn, meðan TB, sum
er fjórði kandidaturin til
uppflyting, fær vitjan av
KÍ.
Skotska landsliðið tikið út
Walther Smith hevur tikði 23 spælarar út til hópin, sum skal spæla landsdystir ímóti Føroyum og Litava.
Í hópinum eru spælarar úr kendum feløgum sum Manchester United, Everton, Celtic og West Ham.
Hesir spælarar eru tiknir út: Neil Alexander (Cardiff City), Craig Gordon (Heart of Midlothian),
Graeme Smith (Motherwell), Graham Alexander (Preston North End), Russell Anderson (Aberdeen),
Gary Caldwell (Celtic), Christian Dailly (West Ham United), Stephen McManus (Celtic), Graeme
Murty (Reading), Gary Naysmith (Everton), Robbie Neilson (Heart of Midlothian), Steven Pressley
(Heart of Midlothian), David Weir (Everton), Darren Fletcher (Manchester United), Paul Hartley
(Heart of Midlothian), Lee McCulloch (Wigan Athletic), Nigel Quashie (West Bromwich Albion),
Scott Severin (Aberdeen), Gary Teale (Wigan Athletic), Kris Boyd (Rangers), James McFadden
(Everton), Kenny Miller (Celtic) og Garry O’Connor (Lokomotiv Moscow).
Sparkivøllur í Lamba
Fríggjadagin varð nýggi sparkivøllurin í Lamba tikin í nýtslu.
Í hesum sambandi hevði Runavíkar Býráð skipað fyri einum
lítlum hátíðarhaldi við vøllin, har heilt fitt av fólki vóru
møtt. Hetta er tann 7. vøllurin av umleið 40 Sparkivøllum,
ið alment er tikin í brúk. Fleiri aðrir sparkivallir eru í ger í
løtuni, og í heyst fer FSF saman við nøkrum kommunum í
holt við at gera nakrar nýggjar afturat.
– Eg havi ambitiónir
um at spæla í super
liguni aftur, og tí fari
eg til Danmarkar
at royna meg aftur,
sigur toppskjúttin
í Formuladeildini,
Christian Høgni
Jacobsen, sum sein
astu tvey árini hevur
spælt fyri NSÍ
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið fótbóltskappingin í
Føroyum endar í oktober
mánaði, pakkar álopsessið
hjá NSÍ, Christian Høgni
Jacobsen, kuffertini og
flytir til Danmark at búgva.
Fótbólturin dregur hann av
landinum aftur, og málið
er at spæla á hægsta stigi í
Danmark.
– Eg havi ambitiónir um
at spæla í superliguni aftur,
og tí fari eg til Danmarkar
at royna meg aftur, sigur
Christian Høgni.
Gingið strúkandi
Christian Høgni hevur
áður spælt fyri donsk feløg
og hevur eisini roynt seg í
superliguni, men fyri hálv
umtriðja ári síðani flutti
hann heimaftur til Føroya
við álvarsomum skaða.
Seinastu tvey árini hevur
Christian Høgni spælt fyri
barndómsfelagið
NSÍ,
og serliga í hesum kapp
ingarárinum hevur hann
verið flúgvandi.
– Tað hevur gingið væl í
ár, og eg ætli mær eisini at
spæla hetta kappingarárið
liðugt í NSÍ, áðrenn eg fari
avstað, sigur hann.
Fleiri møguleikar
Christian Høgni ætlar at flyta
til danska høvuðsstaðarøkið,
og har eru nógv feløg, sum
spæla á høgum stigi.
Fyrrverandi landsliðsvenj
arin Henrik Larsen er venjari
hjá 1. deildarfelagnum Køge,
og har er áhugi fyri Christian
Høgna.
– Eg havi ikki gjørt av,
hvar eg fari at spæla. Eg havi
nakrar møguleikar, sum eg
umhugsi, sigur hann.
Sámal Joensen og
Magni Jarnskor eru
klárir at spæla aftur
fyri GÍ, meðan ÍF má
spæla uttan fleiri av
sínum føstu spælarum
ÍF-GÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagin spæla ÍF og GÍ
grannauppgerð í Fuglafirði.
GÍ er dragnað nakað í topp
stríðnum, men hongur fram
vegis í teimum fremstu feløg
unum og vil hava ein sigur.
ÍF liggur niðast í Formula
deildina og hungrar eftir
stigum. Fortreytirnar eru
tí góðar til ein góða dyst í
Fuglafirði sunnudagin.
ÍF manglar fleiri spælarar
til dystin. Bartal Eliasen
hevur fingið ein snudd í øst
beinið, og hann kann ikki
spæla. Bartal var heldur
ikki við ímóti EB/Streymi
mikukvøldið, og møguliga
gongur nakað av tíð, áðrenn
hann kann spæla aftur.
Hanus Eliasen fekk ein løst
í armin á Eiði mikukvøldið.
Í fyrstu syftu varð stúrt fyri,
at armurin var brotin, men
so álvarsamt var tað ikki, og
roknað verður við, at Hanus
spælir sunnudagin. Beiggin
Símun hevur eisini drigist
við eini minni snudd, men
hann spælir eisini ímóti GÍ.
Klaksvíkingurin Tórður
Lervig fekk gult kort seinast,
og hann hevur leikbann. Har
afturat er Fritleif í Lamban
um ikki komin fyri seg aftur
eftir skaða.
GÍ fær góðan styrk
Hjá GÍ stendur heilt væl til
við fólki til dystin um viku
skiftið. Seinastu dystirnar
hevur miðvallarovastin Sám
al Joensen ikki verið við,
men hann hevur nú vant
aftur, og hann kann spæla
sunnudagin.
Eisini Magni Jarnskor
hevur drigist við skaða í
hælsinuni, men hann er
somuleiðis klárur at spæla
sunnudagin.
Tí fær GÍ góðan styrk frá
tveimum royndum spælarum
til dystin ímóti ÍF.
Sam Jacobse hevði leik
bann seinast, men hann er
tøkur aftur. Hinvegin hevur
Símun Louis Jacobsen leik
bann til dystin sunnudagin.
GÍ fær styrk til grannadystin
Christian Høgni fer til
Danmarkar at spæla
Formuladeildin
27/8 HB-Skála
Rúni Gaardbo
27/8 EB/Streymur-NSÍ
Petur Reinert
27/8 VB/Sumba-B36
Lassin Isaksen
27/8 B68-KÍ
Lars Muller
27/8 ÍF-GÍ
Dagfinn Olsen
1. deild menn
26/8 TB-KÍ
Páll Augustinussen
26/8 HB-B71
Regin Egholm
26/8 FSV04-VB/Sumba
Dan Højgaard
26/8 SÍ-Royn
Jón S. Gleðisheygg
27/8 AB-LÍF
Ransin N. Djurhuu s
1. deild kvinnur - finalubólkur
27/8 AB-EB/Streymur
Bergleif Sólsker
27/8 GÍ-KÍ
Edvard Højgaard
1. deild kvinnur – B-bólkur
27/8 B36-NSÍ
Ørvur á Lag
27/8 SÍ-HB
Jóhan H. Ellefsen
Christian Høgni Jacobsen,
sum hevur verið millum
bestu spælararnar í
Formuladeildini í ár,
fer í oktober aftur til
Danmarkar at royna seg
sum fótbóltsspælari