fríggjadagur 25. august 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 25. august 2006
23
tíðindi
vikuskifti
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Eingin mjørki á
Fjarðafestivalinum
veðrið
Tað sær ikki út til, at Fjarðafestivalurin
fær sama trupulleika við mjørkanum, sum
bæði G! Festivalurin og Summarfestivalurin
høvdu.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur,
metir um veðrið í vikuskiftinum, og
hann sigur, at tað verður eingin mjørki í
vikuskiftinum. Seinnapartin í dag verður
veðrið turt, og sólin sær kanska í glottum.
Tó skulu vit ikki vænta okkum rættiligt
summarveður, men heldur passaligt
festivalveður.
Leygardagin verður lítil vindur og
møguliga sól. Tað verður framvegis turt
og klárt í veðrinum. Hitin verður millum
10-13 stig.
Sunnunáttina fáa vit regn. Sunnudagin
verður framvegis lítil vindur, og møguliga
ælaveður eisini.
Mánadagin og týsdagin verður ælaveður,
og vindurin kemur frá landnyrðingi. Tað
verða møguliga einkultir sólglottar. Hitin
verður millum 8 til 11 stig.
Veðrið sær út til at hilnast væl hjá
fyriskiparunum av Fjarðafestivalinum.
- Eitt træ skal doyggja fyri, at tú kanst gera ein bass, so tí
mugu vit hava høg góðskukrøv. Eg haldi ofta, at bløðini
gloyma tað, at trø mugu doyggja fyri, at tey skulu útkoma, og
at hetta setur krøv til góðskuna
Øssur Johannesen
Á konsertum hetta viku
skiftið fer Øssur Johanne
sen m. a. at spæla tónleik
av komandi útgávuni hjá
sær, ið leitar aftur til meira
melidiøsa tónleikin, ið var
á fyrstu fløguni hjá Øssuri
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Øssur Johannesen spælir hetta
vikuskiftið konsertir í Kagganum
í Havn og í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Hann er triðja navnið
á plakatini á útgávukonsertunum
við 200 og Marius. Men meðan
200 og Marius er bólkar er Øssur
einsamallur maður á pallinum.
Øssur Johannesen hevur á
sínum solofløgum og saman
við Hjalta Joensen skapt nakrar
heilt serligar tónleikaupplivingar.
Øssur og bassurin klæða óvan
liga væl hvør øðrum, og skapa
saman villar og óvanligar
upplivingar, ið eru heilt egn
ar og best kunnu lýsast sum
kensluligar útferðir, har tón
leikurin málar ofta ógvusligar
kenslur. Øssur dyrkar bassin sum
soloinstrument og arbeiðir nógv
við dynamikki og temposkiftum.
Hann letur seg ikki binda niður
av genrum ella vanahugsan, men
ferðast í øllum genrum við sín
um tónleiki.
Ætlanin var, at Øssur skuldi
spæla á G!Festivalinum, men
hann var noyddur at geva avboð.
- Eg eri keddur av, at eg varð
noyddur at avlýsa konsertina hjá
mær á G!Festivalinum, men tað
er gott, at sleppa at spæla aftur.
Eg gleði meg til at hita upp fyri
200. Eg haldi teir eru ein vulkan
av orku, sigur Øssur.
Hann vísir á, at honum dámar
tað, at 200 er so uppreistrarsinn
aður.
- Tekstirnir hjá teimum eru
stuttligir, men viðkomandi, sigur
Øssur.
Høg góðskukrøv
Øssur setur høg góðskukrøv til
bæði sínar fløgur og til sínar
framførslur.
- Eitt træ skal doyggja fyri, at
tú kanst gera ein bass, so tí mugu
vit hava høg góðskukrøv. Eg
haldi ofta, at bløðini gloyma tað,
at trø mugu doyggja fyri, at tey
skulu útkoma, og at hetta setur
krøv til góðskuna.
Fyri at vera til reiðar til fram
førsluna, mediterar Øssur altíð
ein tíma, áðrenn hann skal á
pallin, soleiðis verður eisini hes
aferð.
Á konsertini væntar Øssur, at
tað sum hann spælir er okkurt
av komandi útgávuni, onkrar
improvisatiónir og kanska lesur
hann eina yrking, ið hann hevur
skrivað á læstu deild.
Ambitiøs útgáva
- Mín komandi útgáva er tann
mest kostnaðarmikla og amb
itiøsa higartil. Hetta er ein dupult
fløga og DVD, greiðir Øssur frá.
- Fyri at útgávan skal blíva til
nakað, skal ymiskur stuðul koma
upp á pláss, men eg vænti, at tað
fer at ganga, sigur hann.
Tann eina fløgan verður við
yrkingaupplestri, hin verður við
solobassi og DVD’in verður við
ymiskum konsertupptøkum, fram
sýningum og samrøðum.
Á fløguni við solobassi fer
Øssur aftur til tað melidiøsa,
ið vit kenna av fyrstu fløguni
hjá honum. Her verður talan
um egnar kompositiónir og
nøkur coverløg. Coverløgini
verða tó spæld á Øssursa egna
hátt. Serliga ambitiøst er eitt 17
minuttir langt verk, eitt bland,
av lagnum Kashmir hjá Led
Zeppelin, einum syrgiligum mel
odii hjá Tchaikovsky, Gypsi hjá
Uriah Heep, Hall Of The Moun
tain King úr Per Günt hjá Grieg
og lagnum The Park hjá Uriah
Heep.
Gamlir skurar
Sum myndlistamaður er Øssur
enn virkin. Næsta framsýningin
við listamanninum, verður tó ikki
við nýggjum verkum.
- Eg havi fingið fatur í teimum
linoleumsskurunum, sum eg
gjørdi í Danmark í 90’unum,
og eg fari at endurprenta teir,
og ætli at sýna teir fram í gallar
ínum hjá Zacarias Wang, sigur
Øssur.
Nær hetta verður er tó enn ikki
heilt greitt
Konsertin í Kagganum er
fríggjakvøldið 25. august, meðan
konsertin í Fuglafirði er leygar
kvøldið 26. august. Við sær hava
200, Marius og Øssur rokk plátu
vendaran DJ Sakin Spakin.
Øssur Johannesen leitar aftur til tað melidiøsa
Á konsertini væntar Øssur at
spæla okkurt av komandi útgáv
uni, onkrar improvisatiónir og
kanska lesur hann eina yrking, ið
hann hevur skrivað á læstu deild