Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 163 - 25. august 2006 Oljumálaráðharrin eftir vitjan á boripalli: - Hetta sær gott út - Eg havi mistanka um, at tað verður ikki so galið, tá samanum kemur, og kanska verður okkurt spennandi at frætta tær komandi vikurnar sigur Bjarni Djurholm eftir at hava vitjað umborð á boripallinum Stena Don. Umborð á Stena Don Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin Tað var ein bæði spentur og áhugaður oljumálaráðharri, sum týsmorgunin fyri fyrstu ferð nakrantíð sett sín fót umborð á einum boripalli. Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað var ein sera væl nøgdur landsstýrismaður, sum tveir tímar seinni aftur setti seg í tyrluna hjá FaroeCopter, sum flutti hann aftur á flogvøllin í Vágum. Bjarni Djurholm fór saman við stjóranum á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu og stjóranum á Statoil, Rúna Hansen við nýggju tyrluni hjá FaroeCopter á hesa forvitnisligu kunningarferð út á Brugduleiðina. Tað tók umleið 45 minuttir at flúgva teir umleið 80 fjórðingarnar úr Vágum og út á pallin Stena Don. Veðrið var av tí besta. Komnir umborð á pallin, sum hevur borað síðani 13. juli, fekk ferðalagið eina skjóta briefing um trygdina umborð og síðani varð farið at síggja umstøðurnar umborð á hesum flótandi frálandavirkinum. Vitjað varð á brúnni, har kønir menn greiddu frá, hvussu pallurin ber seg at at kunna liggja púra stillur uttan at hava akkerð úti. Alt verður stýrt við nútímans tøkni og við hjálp frá fylgisveinum. Leiðin gekk síðani niður á boridekkið, har høvið varð at síggja borifólkini til arbeiðis. Hesa løtuna oddafiskarnir í føroyskum oljuhøpi vitjaðu umborð vóru boriarbeiðararnir í ferð við at hála upp kilometrar longu borirørini, nú tíð var at skifta sjálvt borihøvdið. Landsstýrismaður og stjórin á Jarðfeingi fingu síðani kunning um gongdina í boringini, hvussu hevur gingist og hvør støðan er beint nú. Vegamót Bjarni Djurholm, sum tók við sum landsstýrismaður í oljumálum eftir Eyðun Elttør eftir seinasta val, er sera fegin um at hava verið á síni fyrstu vitjan úti á boripalli til havs. Hann vónar, at hetta verður heldur ikki seinastu ferð. - Túrurin eysturi á landgrunn­ inum vísti, at vit eru á einum vegamóti. Vit hava fingið gjørt sjónligt, at tað at bora í basaltinum, er lættari enn hildið varð frammanundan, og tað í sær sjálvum ger alt tað føroyska økið meira áhugavert. Hetta eru góð tíðindi heldur landsstýrismaðurin. Vit fingu at vita, at man í løtuni er á markinum millum basaltið Umborð á Stena Don fv. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, Helge Verhaug, boristjóri hjá Statoil, Rúni Hansen, stjóri Statoil, Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri og Garreth Allinson, leiðandi jarðalisfrøðingur hjá Statoil. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður: - Eitt sera stórt upplivilsi at vitja umborð á boripalli á fyrstan sinni