Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006  og tey niðaru løgini, og tað er kanska beint undir basaltinum ella uppaftur longur niðri, at man roknar við at finna kolvetni, og tí verða teir komandi dagarnir og vikurnar ógvuliga spennandi fyri at vita, hvussu úrslitið verður av hesi týðandi boringini. Uttan mun til um rakt verður við olju í hesum umfarinum so heldur landsstýrismaðurin, at vit í hvussu er hava staðfest, at tað at bora í basalt í føroyska økinum gevur nakrar møguleikar, sum vit ikki vóru varugir við frammanundan, og tí meti hann, at vit hava gjørt eitt stórt framstig við hesi boringini, og tí eru vit í veruleikanum á einum vegamóti, sum fer at gera tað føroyska økið áhugavert, sjálvt um vit ikki finna nakað í hesum umfarinum. -Eg havi mistanka um, at tað verður ikki so galið, tá samanum kemur, og kanska verður okkurt spennandi at frætta tær komandi vikurnar leggur hann aftrat. Spennandi arbeiðspláss Bjarni Djurholm, sum ongantíð áður hevur vitjað umborð á einum boripalli, sigur, at hetta í sær sjálvum var eitt stórt upplivilsi, at síggja mannagongdirnar og hvussu fólk arbeiða umborð, og hvussu væl alt er skipað. Tað í sær sjálvum gevur eisini eina kenslu av, at tú er komin í eina verð, sum er nýggj í Føroyum, og sum eisini er ein veldug avbjóðing, ikki bert sum ein inntøka fyri Føroyar men eisini fyri føroyingar, tá hugt verður at møguleikunum fyri at starvast í øðrum vinnugreinum enn vit kenna til higartil. At arbeiða umborð á einum boripalli, serstakliga tá tú hevur eina tøkniliga útbúgving ella sum sjómaður, mátti verið ein møguleiki, sum nógvir føroyingar kundu tikið av, serliga um vit raka við olju við Føroyar. - Samanlagt hevur hetta fyri meg verið ein sera hendingarríkur túrur, og eg eri glaður fyri, at Rúni Hansen hevur boðið til henda túrin. Og eg vildi ynskt, at hetta bara er byrjanin til nakað serligt. Eftir at hava verið umborð á boripalli á føroyska landgrunninum gekk leiðin hjá landsstýrismanninum í oljumálum víðari til stóru oljuráðstevnuna ONS í Stavanger, har hann m.a. skuldi hitta forstjóran í Statoil, Helge Lund og eisini hitta norska starvsbróðurin, Odd Enoksen á máli. Eisini skuldi hann vitja framsýningina og har m.a. føroyska básin. Hetta metir hann alt sum ein náttúrligan part av gerandisdegnum innan oljuøkið, sum hann framhaldandi skal umsita í Tinganesi. Umborð á Stena Don Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo -Tað er altíð spennandi at koma út á ein boripall við eini kompetentari manning og síggja, hvussu hon arbeiðir. Eg havi verið umborð á pallum áður, men tað er nakað serligt, nú borað verður gjøgnum basalt fyrstu ferð sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, júst afturkomin av vitjan á boripallinum Stena Don á landgrunninum. Hann heldur tað er sera tryggjandi at vita og síggja, at umstøðurnar at arbeiða undir eru góðar, og at tað eru professionell fólk, sum standa fyri arbeiðinum vegna okkum. So tað at vit hava bæði eitt gott fyristøðufelag og borifelag, sum standa fyri hesi týðandi boringini, kenst sum ein góð trygd fyri víðari gongdini. Stena Don boripallurin er so heldur ikki ein og hvør. Hann er tann nýggjasti flótandi boripallurin í Norðsjónum, sum er sera væl útgjørdur. Hann telist ikki millum teir størstu men er ein væl eydnaður pallur, sum tykist at rigga væl til okkara viðurskifti. Sigurð í Jákupsstovu er serstakliga fegin um, at tað nú er nógv, sum bendir á, at tað ikki er nøkur forðing longur at bora gjøgnum basalt. Hetta hevur veldugan týdning, tá hugsað verður um framtíðar boring. Hóast tað hevur gingið betri at borað enn mett, so heldur Sigurð, at tað var rætt at leggja teir fýra brunnarnar frá 1. útbjóðing saman til tveir, tí tað gav ikki nakra meining at bora teir brunnarnar einsamallar. Tí heldur hann at tað var eitt gott val at leggja teir saman og bora tveir brunnar á basaltinum, ein í ár og ein næsta ár. At tað hevur gingið betri at bora enn mett kunnu vit bara fegnast um. -Tað hevur eisini so stóran týdning fyri okkum at kanna basaltið, nú nærum alt føroyska økið er dekkað av basalti. Tí var tað so vigtugt at fáa hol á nú. Her er so bara talan um tað eina økið, sum sær áhugavert út. Tað finnast eisini mong onnur øki á landgrunninum, sokallað prospekt, sum síggja spennandi út. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi: Kenni meg tryggan við borimanning Stjórin á Jarðfeingi við einum av borirørunum, sum kann lata upp fyri nýggjari framtíð Boripallurin Stena Don, sum hevur borað í Føroyskum øki síðani 13. juli