fríggjadagur 25. august 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
- men alt gekk kortini
væl í hond og talan
kann nú gerast um eina
kolveltandi og søguliga
metboring
Umborð á Stena Don
Orð og myndir:
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað vóru spent og glað borifólk,
sum landsstýrismaðurin í
oljumálum, Bjarni Djurholm
og stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í
Jákupsstovu hittu, tá vitjað varð
umborð á boripallinum Stena
Don týsdagin. Og tað høvdu
tey alla orsøk til at vera. Sum
eitt av teimum tók til, so er
hetta ein tann mest spennandi
arbeiðsuppgávan tey hava havt
hesi fimm árini, boripallurin
hevur verið virkin.
-Vit hava higartil ”bara” havt
uppgávur á økjum í Norðsjónum,
har olja er funnin. Hetta er
fyrstu ferð vit skulu til at finna
olju, og tað at hetta so eisini
er í einum jomfrúuligum øki,
har eingin olja er funnin áður,
ger arbeiðið so mikið meira
spennandi fyri okkum. Hetta var
kenslan umboðini fyri føroysku
oljumyndugleikarnar møttu alla
staðni umborð.
Og hetta var kanska eisini júst
rætta løtan at fara á pallvitjan.
TÍ Júst í hesum døgum verður
borað gjøgnum basaltið og á
kanningarstovunum umborð, har
allir upplýsingarnir koma inn og
vera vigaðir og mettir, meta tey,
at borurin er við at bora seg niður
ígjøgnum niðastu basaltfláirnar
og niður móti tí eina av málunum
í boringini. Spurningurin er tí
ikki longur um vikur men um
dagar og kanska entá tímar, at
okkurt nýtt verður at frætta.
Ikki so at tekin enn eru um
hvørki olju ella gass, men
sloppið er eftir øllum at døma
undan teimum stóru forðingum,
sum so stórur ótti og ivi hevur
verið um undan boringini. Tað
hevur nevniliga gingið sum
smurt at bora gjøgnum basaltið,
og hetta verður mett at vera einki
minni enn ein kolvelting fyri
føroyska økið. Nettupp páhaldni
um, at tað helst er so ringt og
harvið kostnaðarmikið at bora
gjøgnum tjúkkar basaltfláir hevur
hildið mongum útlendskum
oljufeløg aftur at vera við í
oljuleitingini um okkara leiðir.
Nú er so vónandi vent í holuni.
Tað er tí heldur einki at siga
til, at gleðin millum manningina
umborð á Stena Don, sum telur
100, er stór, nú tey longu hava
rokkið góðum úrslitum.
Óvanliga harður streymur
Tað sá annars rættiliga svart
út fyrstu dagarnar úti á
Brugduleiðini. Boristjórarnir
høvdu kanska ikki givið sær
nóg nógv fær um serstøku
streymviðurskiftini við
havbotnin.
Tað skuldi vísa seg at vera av
tí allarharðasta streymi júst um
tað mundið, tá borurin skuldi
setast í. So mikið harður varð
streymurin, at tað bar als ikki
til at arbeiða á havbotninum,
har hol skuldi setast á og síðani
stoypast fundament rundan
um. Men tað skuldi vísa seg, at
harði streymurin stóð ikki við so
leingi, og tí varð kortini sett á og
arbeiðið gekk, sum tað skuldi, tó
eitt sindur seinkað.
Eftir tað hevur tað bara gingið
slag í slag. Vit fáa ikki upplýst
frá borileiðsluni umborð, hvussu
langt niður er borað, men út frá
úttalilsum fyrr um tjúkdina á
basaltinum og tí sannroynd at
borað er gjøgnum alt basaltið,
kundi okkurt týtt uppá, at
seismisku metingarnar um
tjúkdina á basaltinum halda. Tær
hava verið eina staðni millum
1000 og 1200 metrar.
Sum skilst skal borast niður
á umleið 3600 metrar. Hetta er
frá sjálvum boridekkinum. Av
hesum eru 480 metrar niður á
sjálvan havbotnin. Ein leyslig
meting út frá hesum kundi so
verið, at boraðir eru góðir 2000
metrar íalt, men hetta skal takast
við fyrivarni.
Metboring
Herfyri frættist, at boringin fer
helst at ganga nógv skjótari enn
mett, kanska ein heilan mánað.
Leggja vit so allar metingarnar,
gitingarnar og upplýsingarnar
saman, so líkist støðan einki
minni enn eini metboring, hvat
skjótleika viðvíkur - sæð í tí ljósi,
at partur av teininum niðureftir
er basalt.
Møguliga ber borurin við
fyrstu løgini undir basaltinum
í skrivandi løtu - møguliga er
longu komið ígjøgnum. Vit mugu
so bara brynja okkum til toli. Er
spenningurin stórur umborð á
Stena Don, so er hann ikki minni
á landi og úti í stóru oljuverðini,
har bíðað verður við spenningi
eftir, hvussu henda fyrsta
boringin gjøgnum føroyska
basaltið nakrantíð fer at hilnast. Í
hvussu er er tað ein lætti og ein
sigur fyri øll, sum hava nakað
við leiting á føroyskum øki at
gera, at basaltið ikki longur er
nøkur stórvegis forðing.
Men hvat er undir basaltinum
- tað er nú stóri spurningurin.
Oljufeløgini vóna, at seismisku
tulkingarnar halda, og at olja er
undir basaltinum, spurningurin
tá er hvussu langt undir
basaltinum. Men hin møguleikin,
at broytingar í seismikkinum
bara standa fyri broytingum
í grótslagi og jarðløgum, og
ikki eru oljuberandi løg, er so
sanniliga eisini til steðar. Og
kanska eisini størstur. Men
landgrunnurin er stórur og
møguleikarnir tí helst fleiri.
Nú eru so øll eygu vend móti
Brugduleiðini.
Streymur kundi forkomið boring
Borurin umborð á Stena Don við beinari kós fleiri kilometrar niður í føroysku undirgrundina.
Nr. 163 - 25. august 2006
26