fríggjadagur 25. august 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 28. apríl 2006
7
ágangi
áðrenn eg mussaði hann:
“Stuttleika tær nú góði og
hugna tær,” hóast eg visti,
at hann fór uppá drukk og
lá við øðrum kvinnum. Og
tað hendi meiri enn so, at
eg koyrdi runt í býnum
um náttina og leitaði eftir
honum, við børnunum á
baksetrinum. Hetta sigur
mær bara í dag, at eg
fór lagt út um míni egnu
mørk, og at eg als ikki
hevði álit á mær sjálvari
ella samband við kenslur
mínar longur, sigur Maria,
og vermir hendurnar um
heita krússið, meðan hon
skimast eftir børnunum
uttanfyri.
Lygnin og fasadan
Hóast Maria skammaðist
av og royndi at káva
út yvir veruliga standin,
kundi hon ikki krógva
tað fyri vinkonunum og
familjuni, og tey heittu
ofta á hana um at sleppa
sær burtur úr hjúnalagnum.
- Eg brúkti ómetaliga
nógva orku til at halda
fasaduni uppi, og var
tískil eisini altíð móð og
óuppløgd. Men um eg
helt lygnini uppi, kundi eg
eisini sjálv trúgva henni,
og um eg hinvegin fortaldi
fólki tað, sum veruliga fór
fram, so fortaldi eg eisini
mær sjálvari tað. So alt var
vorðið ein stór lygn, sum
eg gjørdi alt fyri at káva
útyvir, tí eg skammaðist av,
at vera hjá einum manni,
sum fór so illa við mær,
sigur hon, og staðfestir
samstundis, at hon í roynd
og veru hevur gloymt ein
stóran part av øllum tí,
sum fór fram:
- Helst tí at tað ekstrema
var so óveruligt, fekk eg
meg ikki at trúgva, at eg í
veruleikanum var eitt stórt
nervavrak, sigur Maria. Og
hon greiðir frá, at seinastu
árini hon var saman við
Sámali, sat hon ikki niðri
og prátaði við fólk, tí hon
var so rastleys og hevði
slíkan fjáltur ár sær.
- Eg gekk í kring og var í
einum øðrum heimi. Alla
tíðina á varðhaldi. Tí hvat
fór at henda nú? Fór hann
at koma heim og vera í
ringum lag? Skuldi eg
gera meg til reiðar? Ella
kanska gera ein góðan
bita, so hann bleiv glaður?
Og fólk, sum kendu meg
frá fyrr, søgdu, at eg var
als ikki meg sjálv, og
at tann sterka og glaða
Maria var ikki at kenna
aftur, sigur Maria. Og hon
vísir á, at hon hevði alla
tíðina ein ómetaligan tørv
á at fortelja øllum, hvussu
eydnurík tey vóru, hvussu
nógv hon elskaði Sámal,
hvussu góður hann var við
hana og børnini og um alt
tað góða, sum tey gjørdu
saman.
- Í dag veit eg, at hetta
bert var enn eitt tekin um,
at eg ikki treivst, og at
hetta eisini gjørdi, at fólk
orkaðu ikki at hoyra uppá
meg, tí tey vistu øll, at eg
leyg.
Heima hjá
elskarinnuni
Ein sunnumorgun kom
Sámal ikki heim. Og
Maria gjørdi, sum so ofta
fyrr, av at fara út í býin
at leita eftir honum. Setti
synirnar í bilin og koyrdi
til húsini, har tað segðist,
at elskarinna hansara búði.
Pikkaði á dyrnar og latið
varð upp. Har stóð Sámal
og spurdi, hvat hon vildi?
Maria hugdi bønliga uppá
hann og snúði sær oman
trappurnar. Útkomin í bilin
tók hon avgerðina. Nú var
ovboðið, og hon fór beina
leið til Kvinnuhúsið, har
hon og børnini fingu lívd
og stuðul at koma burtur úr
hjúnalagnum.
- Fyrstu dagarnar
svav eg bara, tí eg var
púra útlúgvað, og tá
eg royndi at hugsa um
tað, sum var hent, hevði
eg lukkuliga gloymt alt,
greiðir hon frá. Og ein
rúm tíð gekk, áðrenn tær
í Kvinnuhúsinum fingu
sannført Mariu um, at
tað, sum hon hevði verið
ígjøgnum, í veruleikanum
er júst tað sama, sum
kvinnur, ið eru fyri
kropsligum harðskapi eru
fyri: At verða eyðmýktar
og vanvirdar, at skammast
fyri umheiminum, so tær
missa alt sjálvsvirðingina
og sjálvsálitið og fara langt
út um egin mørk.
- Tá tú hevur likamlig
merki, bløðir ella hevur
brotið okkurt, er tað
lættari hjá umheiminum
at góðtaka, at hann er eitt
reyvarhol og at sannføra
teg um, at tú átti at
farið frá honum. Sárini
á sinninum eru ikki so
ítøkilig, og tískil er eisini
lættari hjá tær sjálvari at
fortreingja tað. So hvørja
ferð eitthvørt hendi, har
hann fór yvir um mark hjá
mær, eyðmýkti meg ella
fekk meg at kveistra egnar
kenslur burtur, hugsaði eg
bara, at hetta hendi, men
lat okkum bara gloyma
tað og koma víðari, sigur
Maria.
Ein fjar og kúgað
mamma
Í dag býr Maria í Danmark.
Hon er gift við Leif, sum
er dani, og sum hon eigur
tvær døtur saman við.
Maria hevði synirnar hjá
sær og Sámali við inn í
hjúnalagi, og hon kann
enn í dag hava ringa
samvitsku yvir, at hon
lat teir hava eina kúgaða
og fjara mammu fyrstu
týdningarmiklu árini.
- Eg var heilt víst ikki
sálarliga til staðar fyrstu
árini av lívinum hjá
synunum. Hetta nervar
meg nógv, og tí geri eg
kanska eisini ov nógv
burturúr leiklutinum sum
mamma í dag, tí eg kenni
tað sum at vit hava nakað
at innheinta, sigur Maria,
sum í starvi sínum sum
sjúkrasystir hevur verið í
samband við aðrar kvinnur,
sum hava eina søgu, ið
líkist hennara.
- Eg havi lisið nógv,
prátað við professionell
fólk og sum heild veruliga
sett meg inn í, hvat tað
vil siga at liva í einum
parlagi, har sálarligur og
annar harðskapur valdar.
Og eitt veit eg bara: Tað
er ein myta, at kvinnur,
sum hava latið seg kúgað,
altíð finna sær ein kúgandi
mann aftur. Tí tað er ikki
altíð soleiðis, og hevur í
øllum førum ikki verið
galdandi hjá mær, sigur
Maria, meðan hon skimast
út gjøgnum vindeyga, har
tær báðar smáu diddurnar
hava fingið karm av
havaslanguni hjá abbanum.
Modellmynd: Jens Kristian Vang