fríggjadagur 25. august 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 82 - 28. apríl 2006
33 ára gamla
Maria kom sær í
tøkum tíma út úr
einum hjúnalagi,
har sálarligur
ágangur ráddi,
og var tað ikki
fyri kvinnurnar,
sum starvast í
Kvinnuhúsinum,
so er ikki vist, at
Maria var komin
so langt í lívinum,
sum hon er í dag.
- Tá tú hevur
likamlig merki,
bløðir ella hevur
brotið okkurt, er
tað lættari hjá
umheiminum at
góðtaka, at hann
er eitt reyvarhol.
Sárini í sinninum
eru ikki so ítøkilig,
og tí er eisini
lættari hjá tær
sjálvari at lúgva
um veruleikan og
at látast mótvegis
øðrum, alt meðan
persónligu mørkini
førka seg langt út
um tað normala,
sigur Maria.
Lagna
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vit hoyra javnan, at
menn fremja kropsligan
harðskap ímóti kvinnum.
At tær verða innlagdar við
brotnari nøs ella ganga
við sólbrillum, sum skulu
krógva eitt blátt eyga. Og
vit undrast á, at tær ikki
fara frá manninum, og
uppaftur meira undrar
tað, tá vit hoyra, at tær
fara aftur til ein harðligan
mann.
Men ágangur í familjuni
fevnir um annað enn
kropsligan harðskap. Eitt
nú kann talan vera um
manipulerandi sálarligan
harðskap, har hjúnafelagar
psyka hvønn annan niður,
og er hesin harðskapur ofta
somikið lítið ítøkiligur, at
hann kann halda á í áravís,
uttan at umheimurin
varnast tað. Menniskjan, ið
kemur undan ágangi, hevur
mist sjálvsvirðingina og
sjálvsálitið, og tað kann
vera ómetaliga torført at
fóta sær, eftir í fleiri ár
at hava verið kúgað og
eyðmýkt.
Vit hava prátað við
Mariu, sum var í einum
hjúnalagi, har sálarligur
ágangur ráddi. Vit hitta
hana heima í Føroyum, nú
hon er her og ferðast hjá
foreldrunum, saman við
nýggja manninum og fýra
børnum. Maria ynskir at
verða dulnevnd.
- Kvinnurnar í
Kvinnuhúsinum stuðlaðu
mær í at koma burtur úr
hjúnalagnum, tí tað var
øllum øðrum greitt enn
mær, at eg kundi ikki vera
har. Av tí, at eg hevði vant
meg við at verða eyðmýkt
og niðursáplað, ivaðist eg
alla tíðina í, um tað nú var
so ringt, og eg billaði mær
sjálvari inn, at tað kundi
verið verri, sigur Maria,
sum í dag dugir at síggja,
at parlagið við fyrrverandi
mannin als ikki kemur
undir tað, sum onnur rópa
normalt.
Fall pladask
fyri honum
Tólv ár vóru millum
blaðungu Mariu og 30 ára
gamla Sámal, tá tey hittust.
Upprunaliga kom Maria úr
einum tryggum heimi, og
hevði ongantíð áður verið
fyri harðskapi, hvørki
kropsligum ella sálarligum.
Men so møtti hon Sámali
og fall fyri honum við
einum braki.
- Hann var bara so lekkur.
Klókur, orðfimur og nakað
so fittur og sjarmerandi.
Hann tilbað meg, og eg
hann. Vit vóru púra ør,
og eg helt hann vera so
spennandi, tí hann var ikki
sum allir hinir menninir.
Hann hevði sínar egnu
avgjørdu meiningar, eina
serstaka og persónliga
útsjónd, og so dugdi hann
sera væl at tosa – eisini um
kenslur og slíkt, sum menn
ikki vanliga tosa um, sigur
Maria, sum beinanvegin
varð ávarað ímóti at fara
saman við Sámali, tí hann
var tiltikin rokaligur, drakk,
tók rúsevni og gekk við
nógvum konufólki.
- Men eg lurtaði tíverri
ikki eftir ávaringunum, tí
hann var so spennandi
og tordi so væl, at hann
sló fullkomiliga beinini
undan mær. Í dag skilji eg
als ikki, hvussu eg kundi
falla fyri honum, tí eg havi
hvørki fyrr ella síðan møtt
einum menniskja, sum
dugir so væl at snúgva
sær, at fáa meg at kenna
meg illa, og sum heild er
so manipulerandi, sum
mannin, ið eg var gift við í
5 ár og eigi tveir synir við,
greiðir Maria frá. Og hon
ressast frá køksborðinum,
har hon hevur borðreitt við
keks og kaffi. Fer yvir til
vaskið og veittrar gjøgnum
køksvindeygað til døturnar,
sum vaska bil saman við
pápa sínum.
Trúði ikki nýggja
sjeikinum
At millum lítið og einki var
eftir av sjálvsvirðingini hjá
fyrr so sterku og sjálvsikru
Mariu kom einamest til
sjóndar, tá Maria møtti
nýggja manninum, sum
veruliga elskaði hana, og
sum bara vildi henni tað
besta.
- Fólk halda, at tað er so
lætt, bara at fara úr einum
hjúnalagi, har hóttanir og
sálarligur ágangur hava
verið gerandiskostur í fleiri
ár. Tí eitt er at fara, men
sjálvsvirðingin var tá so
lág, at tað var ómetaliga
torført hjá mær veruliga
at hava álit á honum og at
geva meg yvir til hansara,
tá hann altíð var í javnvág
og bara vildi mær gott,
greiðir Maria frá.
- Í fyrstani helt eg
heilt erligt, at nýggi
sjeikurin var keðiligur og
forútsigiligur, og eg trúði
honum als ikki, tá hann
ferð eftir ferð segði, at
hann elskaði meg, og at
hann vildi gera alt so gott
fyri meg. Í dag veit eg, at
eg hevði fingið mein av
fyrra manninum, sum so
ofta segði, hvussu lítið
eg var verd, hvussu ljót
eg var, og at eg hevði
ikki uppiborið ein betri
mann, sigur Maria. Og hon
greiðir frá, at tað tók nøkur
ár, áðrenn hon veruliga
kendi, at hon hevði lagt
gamla parlagið aftur um
bak, og kundi líta á nýggja
mannin, sum hon nú er gift
við.
Altíð á varðhaldi
Stutt eftir at Maria og
Sámal vóru komin saman,
gjørdist Maria við barn,
bert 19 ára gomul. Hetta
hevði Sámal als ikki ætlað,
og tí brúkti hann hetta til
umbering fyri at hóreiggja
sær, sum honum lysti í
parlagnum. Tí frá tá av
gjørdi hann henni púra
greitt, at hann bara var
saman við henni, tí tey
áttu eitt barn saman. Og
hetta kom ikki minst til
sjóndar gjøgnum skiftandi
sinnalag hansara, har
Maria ongantíð visti, um
hon fór at vera fyri rísi ella
rósi, ella um hann var hjá
henni ella ikki.
- Tá lagið var gott, tilbað
hann meg. Mussar og
klemm og mín elskaða
alla tíðina. Gávur og
romantikkur og alt gott.
Og tá vóru vit veruliga
góð, og eg elskaði hann
sum fyrr. Men knappliga
kundi hann broyta ham, og
gerast sum besettur, spilla
meg út og niðurgera meg
uppá tað grovasta. Siga
at eg var feit og ljót, tá
eg bar børnini, og at eg
gjørdi ov lítið burturúr
útsjóndini, smyrslinum ella
klæðunum. Og annars at
alt, sum eg segði og gjørdi,
var galið. Eisini kundi
hann finna uppá at nokta
mær at taka sonin upp, tá
hann græt inni í songini,
hóast hann visti, at eg vildi
inn eftir honum fyri alt í
verðini, sigur Maria.
Og dømini eru mong.
Sum tá Maria, ið als ikki
er ov tjúkk á nakran hátt,
varð tvungin til at fara
niður í vekt.
- Einu tíðina vildi hann
ikki fylgjast við mær, fyrr
enn eg var farin niður í
vekt og tvær støddir niður
í klædnastødd. So syrgdi
eg fyri at spýggja hvørja
máltíð upp, og aftaná
nakrar vikur fóru vit í býin
og keyptu klæði; á sum eg
var glað, at eg nú passaði
støddina, sum hann hevði
ásett, greiðir Maria frá,
meðan hon heldur báðar
hendurnar upp til hálsin og
andar djúpt inn.
- Um fólk komu inn,
beint sum hann hevði spilt
meg út, so skifti hann
aftur ham og var góður
sum lambið, mussaði og
klemmaði og var blíðasti
maður og pápi, ein kundi
hugsa sær, sigur Maria,
sum eisini vísir á, at hann
var heimsins fittasti úti
millum fólk, vælumtóktur,
hjálpsamur og dugnaligur.
- Vanligar dagar gekk alt
hampiliga væl. Tá eg um
morgunin hevði kanna eftir,
hvussu lagið var á Sámali,
og síðani lagað meg til
tað, kundi gerandisdagurin
hanga nøkulunda saman.
Men eg var alla tíðina, øll
árini, á varðhaldi, tí hann
kundi skifta sinnalag nær
sum helst.
Spældi martyrur
- Í vikuskiftunum var reint
galið. Sámal fór út og var
burturi næstan hvørja nátt,
meðan eg lá vakin heima
og bíðaði og fryktaði
tað versta. Hann drakk
alt ov nógv og tók eisini
onnur rúsevni, og av tí, at
eg elskaði hann, var eg
veruliga bangin, um hann
lá úti og frysti, ella gekk
og reikaði onkrastaðni.
Harumframt hoyrdist runt
í býnum, at hann javnan
var við øðrum kvinnum, og
at hann gisti hjá teimum,
sigur Maria, og leggur
afturat, at líkamikið
hvussu nógv hon júkaði
hann um at vera heima, var
einki við at gera, og Sámal
fór út og lat ikki hoyra frá
sær.
- Hann var ómetaliga
manipulerandi, og fekk
meg at fáa skuldarkenslur,
tá eg bað hann um ikki
at fara út. “Hvat havi eg
gjørt, at eg skal ikki hava
uppiborið at hugna mær?
Skalt tú gera av, hvussu
eg livi? Er tað ikki nóg
mikið, at eg forsyrgi tær
og dreingjunum? Hví
skalt tú vera øvundsjúk
inn á, at eg havi vinir og
tú ongar hevur? Hvussu
kanst tú vera so ónd? Tú,
sum hevur broytt teg, frá at
vera ein vøkur ung genta,
til at vera ein keðilig, ljót
og vánalig kona...” kundi
hann siga. Og til endans
var eg sannførd um, at
tað var eisini ov galið, at
eg vildi hava hann heima
hjá mær og børnunum
í vikuskiftinum, sigur
Maria, og fær sær vatn
uppí krússið úr nýkókaða
ketlinum.
- Tað sum í veruleikanum
hendi var, at eg lagaði meg
til allan hansara tørv, og
eg visti, at hann bleiv frá
sær sjálvum, um hann sá,
at eg var kedd. So tá bæði
børnini vóru fødd, var eg
komin hartil, at tá hann
fór í býin fríggjakvøld,
og eg visti, at hann kom
ikki aftur í fleiri dagar,
segði eg við blíðari rødd,
Var offur fyri sálarligum