fríggjadagur 25. august 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 28. apríl 2006
9
Mínir kæru bygdarfelagar!
Góðu gestir!
Nú um dagarnar er enn eina
ferð at síggja í sjónvarpinum
heimskenda sendingin
Little House on the Prairie.
Sendingarnar snúgva seg
um nýbyggjarar í einum øki
yviri í Ninnesota, har nógvir
skandinavar settu seg niður
í 1800 talinum. Tað eru
endurminningarnar hjá Laura
Ingalls Wilders, sum eru
skrivaðar sum roman og seinni
gjørdar til film.
Tað, sum eyðkennir lívið hjá
hesum fólkunum, er intensitetur,
gleði og fagnaður og vónbrot
og sorg og so aftur hinvegin.
Sveiggini eru stór, og hvussu tað
gongst er tætt knýtt at, hvussu
náttúran ber seg at.
Tað ræður um hart arbeiði,
stríð og knoss, gott heyst og
fullkomuliga miseydnað ár. Tað
ræður um at nýta hugflogið
fyri at skapa nýggjar loysnir og
fyri at lata upp fyri nýggjum
møguleikum.
Soleiðis hevur lívið eisini
verið myndað kring vánna her
í Klaksvík. Tað hevur verið
stríð og baks fyri at yvirliva
og síðani fyri at liva. Soleiðis
var lívið í gomlu býlingunum
á Biskupsstøð, í Gerðum, á
Uppsølum og í Vági. Soleiðis
var lívið úti í Klaksvík, tá ið
úthandilin var latin upp har
í 1838, og soleiðis var tað, tá
ið bygdin tók at vaksa eftir at
fríhandilin var komin í 1856.
Fyritreytin fyri lívinum
broyttist. Fólkið sá nýggjar
møguleikar, og fólkatalið tók
at fjølgast. Tað var vágin sjálv,
sum var snúðningsmiðdepulin.
Eitt tað størsta takið var at fáa
havnina at vera góðkend sum
vetrarhavn hjá skipum. Tað varð
gjørt skjótt eftir, at Klaksvíkar
kommuna var vorðin sjálvstøðug
fyri 98 árum síðani. Ketur til
fortoyningar vórðu lagdar um
vánna. Tá var nógv vunnið.
Fólkatalið var í 1901 500, og
eina hálva øld seinni var tað
3000!
Í stóru menningini hevur tað
verið satsað. Viðhvørt hevur tað
eydnast væl, og aðrar tíðir hevur
tað ikki eydnast. Eitt dømi um,
tá ið bogin varð høgt spentur,
og tað ikki gekk eftir vild, var
ferðin til Eysturgrønlands í 1959.
Kjølbro átti hugskotið, og hann
gjørdi ekspeditiónina út. Saman
við framaskipinum Karin K, sum
vit hildu vera framúr stásiliga
skútu, vóru ellivu útróðrarbátar
og tilsaman 133 menn.
Møguleikin fyri stuðli og
veðhaldi var ikki, sum hann er
tað nú. Á okkara døgum hevði
ein sovorðin ferð – um hon
yvirhøvur hevði komið upp
á tal – verið gjørd við stuðli
og veðhaldi úr landskassa og
øðrum grunnum. Soleiðis var
tað ikki fyri knappliga 50 árum
síðani. Kjølbro hevði havt fingið
vinningin, men tað eydnaðist
ikki, og hann bar størsta partin
av tapinum.
Karmurin
Í dag fyri 51 árum fylti Bill
Clinton níggju ár. Henda sama
dagin vóru tað tvey telegram yvir
Reykavíkar radio til føroyskar
bátar undir Íslandi. Annað var til
útróðrarbátin Barðið, sum Eivind
Niclasen átti og førdi. Teir vóru
undir Íslandi við 30 tonsaranum,
sum Eivind fyrst átti saman við
øðrum og seinni einsamallur.
Seinni, tá ið Eivind saman
við brøðrum lat byggja fyrstu
Vesturvón, sum var línubátur,
keypti Frits Olsen 30 tonsaran,
sum hevði KG 335 og fekk
navnabroyting til Lisshøvdið.
Barðið kom til Føroya í mai
1947. Veiðumaðurin liggur
altíð framvið at slota eftir
nýggjum møguleikum, nýggjum
veiðihættum og nýggjum leiðum.
Fyrstu árini eftir 2. heimsbardaga
var hetta gamaní. Havið var so
vítt, sum nýbyggjararnir mundu
kenna landaligu víddirnar
í Amerika at vera, tá ið teir
ferðaðust vestureftir.
Hetta summarið – í 1955
– vóru Eivind og teir á Barðinum
sum fyrsti føroyski báturin
nakrantíð farnir yvir á
Suðurlandið at royna eftir kalva
og brosmu. Hesin veiðuhátturin
royndist væl í nøkur ár, og teir
vóru ikki so fáir, sum fingu sína
úrtøku burturúr hesum.
So vóru tað hesi bæði
telegrammini í dag fyri 51 árum
síðani til føroyingar undir Íslandi.
Tey vórðu send yvir Reykjavíkar
radio. Annað var sorgarboð, og
hitt var gleðiboð. Sorgarboðini
vóru til ein hovbing, sum fekk at
vita, at beiggi hansara, sum var
politistur í Klaksvík og æt Jaspur
Leivsgarð, brádliga var deyður
henda dagin. Hann var bara 57
gamal.
Hitt telegrammið var til ein av
monnunum umborð á Barðinum.
Gleðiboðini til hansara vóru, at
konan hevði átt honum ein son
afturat. Tvey børn vórðu fødd
í Klaksvík dagin í dag fyri 51
árum síðani. Bodil hjá John á
Gørðum átti eina dóttur heima
við hús her uppi á Gørðum, og
Ragnhild hjá Karsteni í Svínoy
átti ein drong á sjúkrahúsinum!
Tá ið eg hugsi um mína kæru
heimbygd, og hvussu hon hevur
ment seg til at vera tað, sum hon
er í dag, so er tað hálva øldin
frammanundan, at eg var føddur,
og tann hálva øldin, sum eg havi
livað, ið hevur myndað henda
býin.
Leivdin frá gomlu tíðini
Trolararnir komu og fóru, og
tað var veldugt at sigla við
Sjúrðabergi, Jóannesi Patursson
ella Bóndanum og ikki minst
Skálabergi, sum Kjølbro lat
byggja í Týsklandi í 1956.
Sluppirnar høvdu sæð sínar bestu
dagar, tá ið eg var smádrongur.
Fleiri lógu svínabundnar við
kaiina, og tað segðist, at tað ýddi
í rottum umborð á teimum. Men
onkrar vóru framvegis í drift.
Fyrstu fótbóltsferðina av
bygdini gjørdi eg til Gøtu. Tað
var við Fimm Systrum, sum
Símun Dávur á Húsum í 1939
hevði keypt av Skála. Hon var
bygd í Hull í 1878 og bar navnið
Only Sister. Í 1896 kom hon
til Havnar og skifti fleiri ferðir
eigara, áðrenn Absalon Jacobsen,
keypmaður á Skála, keypti hana.
Hann seldi hana til Símun Dáva
í 1939.
Símun Dávur Kalsø var framúr
grammur og áhaldandi. Tað
skuldi vera hann, sum tók til
orðatakið, sum so ofta verður
nýtt um so mangt, at “Tann, sum
ongan húkin hevur í sjónum,
hann fær einki”.
Fótbóltsferðin var seinnapartin
av seksti árunum, tá ið
klaksvíkingar vóru so nógv bestir
í fótbólti. Tað var á hesi ferðini,
at eg uppdagaði, hvussu long og
drúgv Gøtuvík er at sigla. Símun
Dávur spilti ikki tíðina burtur.
Hann spulaði dekk, meðan
vit sigldu. Tá ið vit fóru um
Gøtunes høvdu vit hug at leita
eftir taskunum og at gera okkum
klárar at fara í land. Tá mundi
helmingurin av ferðini vera eftir!
Sigurfari, sum nú stendur á
landi á Akranesi, var framvegis
í drift. Tað var Ester, sum
Símun á Syðradali so leingi
var upsakongur við, eisini, og
tað var Gudrun hjá teimum á
Syðradali eisini. Eg minnist,
at avbygdamenn fram til
miðskeiðis í seksti árunum búðu
umborð á Gudrun, meðan teir
róðu út um vetrarnar. Soleiðis
var tað eisini umborð á fleiri
útróðrarbátum. Telefon var ikki
í hvørjum húsi. Eg minnist, at
tá ið vit fóru á telefonstøðina at
senda telegramm – støðin var har,
sum fíni sparikassin hjá okkum
nú er – sótu útróðrarmenn
stúvaðir saman í bíðirúminum og
bíðaðu eftir, at telefondamurnar
skuldu rópa í hátalaranum, at nú
var tað greitt til Hattarvíkar, ella
hvar tað nú var.
Tað var greitt, tá ið tey, sum
Bygdin hevur bestan grip
Hugleiðingarnar, sum Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, hevði,
tá ið standmyndin við fiskafólkum varð avdúkað á sjómannadegnum í
Klaksvík leygardagin 19. august
Framhald á síðu 10
Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla helt røðu, tá ið
standmyndin við fiskafólkum varð avdúkað á sjómannadegnum
í Klaksvík leygardagin 19. august