Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 82 - 28. apríl 2006 høvdu telefonina úti á bygd, høvdu verið í húsunum og boðað frá, at tað vóru telefonboð, og eftir at bygdarkonan, sum júst tá hevði staðið og elt breyð ella vaska klæði hevði smoygt fyrriklæðið av sær, áðrenn hon var tuskað til støðina fyri at tosa við mannin og frætta, hvussu hann og teir høvdu tað, og um hvussu tað gekk við fiskarínum. Einki varð tikið fyri givið. Tað varð takkað fyri alt. Útróðurin í mínari tíð Tað er ikki eindømi, men tað kemur ikki ofta fyri, at fólkatalið í einum plássi tvífaldast eftir so stuttari tíð, sum tað gjørdi her á plássinum. Tá ið 2. heimsbardagi náddi til Føroyar í 1940, búðu tað 2000 fólk her í Klaksvík. Fyrst í seksti árunum fór fólkatalið í Klaksvík upp um tey fýra túsund. “Her er menning og nørandi gróður”, kvæð Bernhard Brim, sáli, í hesum tíðarskeiðnum. Tað vóru útróðrarbátarnir, sum myndaðu gerandisdagin her í Klaksvík. Eftir kríggið ráddi um at fáa gongd aftur í vinnulívið, sum var so illa sølað, tí tað vóru so fá skip og fartøj. Danski staturin hevði sama ynski fyri síni øki, sum føroysku myndugleikarnir høvdu tað fyri síni. Tí var talan um tvær flugur við eitt smekk, tá ið tað varð gjørt av at lata stuðul til danskar skipasmiðjur at byggja seks 80 tonsarar og fjúrtan 30 tonsarar til Føroya. Danski staturin var við til at fíggja. Kostnaðurin fyri hvønn 30 tonsaran var 140 túsund og fyri 80 tonsararnar var hann 320 túsund. Nógvir av hesum bátunum endaðu í Klaksvík, eftir at teir fyrst høvdu verið onkra aðra staðni. Ivaleyst vóru tað fleiri orsøkir til tað. Í bók síni um útróður sigur Robert Joensen frá eini útróðrarferð við Varpinum. Útvarpið hevur fleiri ferðir sent ljóðmyndina yvir henda túrin. Meðan teir stima inn eftir Skálafjørðinum eftir feskari sild at brúka til agn, tosa teir um, hvussu tað man bera til, at tað er so lítil útróður, har tað eru so góð náttúruhavn, sum tað er tað á Skálafjørðinum. Útróðrarmenninir koma til tað, at tað er ikki so væl orna fyri uppi á landi, sum tað er tað í Klaksvík. At tað var væl skipað fyri her í Klaksvík er søgan hjá økinum niðanfyri her, sum vit nú standa, undirstriking av. Hugaheimurin Hjá teimum, sum vuksu upp í Klaksvík í 50unum og eisini, tá ið eg var smádrongur miðskeiðis í seksti árunum, var eitt av stóru ítrivunum at fylgja við í útróðrinum, bæði teimum sum vóru bygdir í Danmark (eitt nú Háenni, Ørvur, Nevið Reyða, Glottin, Havsbrún, Eysturhøvdið, Solo, Grunningur og Dragasund), og teir, sum vóru bygdir her í Klaksvík (eitt nú Varpið, Mækjuvík og Havnartindur). Nýbyggjara mentaliteturin var framvegis stórur. Tað, sum onnur hava sagt at vera lokalpatriotisma her í Klaksvík, haldi eg stavar frá, at vit vóru so sera góð við alt her, tí hetta var fingið til vega og ment av nýbyggjarasamfelagnum. Tá ið man vildi hava lækna henda vegin í 1870unum, og tað gekst illa at finna nakran, so varð farið undir at byggja læknahús. Stykkið var fingið av Búatrønni, og í 1872 høvdu klaksvíkingar bygt læknanum hús. Skjótt funnu teir út av, at tað var neyðugt við sjúkrahúsi eisini. Tingakrossur sigur, at nakrir menn tóku seg saman fyri at byggja sjúkrahús fyri privatar midlar. 1. juni í 1898 var sjúkrahúsið tikið í brúk. Soleiðis kundu vit hildið fram. Eg hugsi eitt nú um sjómansskúla og tekniskan skúla og so nógv annað, sum varð skapt av teimum, sum fóru undan okkum, og sum klaksvíkingar tískil eru serliga góðir við og erkvisnir um, tá ið sentrali myndugleikin í royndini at rationalisera fer at pilka við. Tað var væl fylgt við útróðrarbátunum og fiskarínum. David Becham, Ronaldo og Jap Stam kendu vit ikki. Men vit vistu, at Poul Jacob á Dalinum førdi Ørv, KG 120, og seinni Ósá, KG 4, og síðani Hvíthamar KG 493. Vit vitstu, at Niclas á Selheyggi ella Niddurin førdi Varpið, KG, 101, og seinni Nevið Reyða, KG 176. Andrias í Kunoy førdi Grunning, KG 349, Jógvan hjá Jóin førdi Dragasund, KG 2, og Louis í Kunoy Poll. Fróðarmaður her í bygdini fortaldi mær nú ein dagin, at tá ið hann vaks upp her í 50unum, plagdu lærarnir at spyrja børnini av Bumshamri og Kósini um, hvørjir bátar vóru á útróðri. Og so fortaldu børnini, sum jú vistu, tí páparnir vóru útróðrarmenn. Eina ferð visti eingin um nakran, sum var á útróðri. Men tá lat í einari gentu, at Støðin –– var á útróðri. Lærarin spurdi, hvussu hon visti tað. Jú segði hon. Motorurin á Støðini gekk upp á ein serligan máta. Tað var bara, tá ið Støðin fór út eftir vánni, at talerkarnir í køkinum glintaðu upp á ein bestemtan máta, og tað høvdu teir gjørt í gjárkvøldið. So stórur partur av lívinum hjá klaksvíksbørnum var útróðurin í 40unum, 50unum og 60unum. Tá ið eg var smádrongur áttu grannarnir hjá okkum, Dia og Kristian úti á Oyri og svágur teirra Jóan Pauli í Svínoy, Støðina, sum teir kallaðu Brattaenni Nú ganga vit høgt uppí frítíð og arbeiðstíð. Eg dugi ikki at siga, hvussu tað er hjá útróðrarmanninum nú á døgum. Men eg veit, hvussu tað var í 60unum. Útróðrarmaðurin knýtti uppí og gjørdi á línu heima við hús, tá ið tað ikki vóru líkindi at fara til útróðrar. Og so brúkti hann tíð til at kanna, og vit fylgdu øll við í, hvussu veðrið lagaði seg. “Oslo børs, kjøper og sælger statsobligationer og værdipapirer”, hoyrdu vit norðmannin gjøgnum skróði í radionum, áðrenn hann segði, at “der er stormvarsel for farvandene omkring Færøerne”! Veitslurómur Frá 1959 og tey næstu árini kennist tað soleiðis í mínum Framhald av síðu 9