Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 28. apríl 2006 11 minnum frá barnaárunum, at tað var ógvuliga ofta, at vit vóru og tóku ímóti nýggjum skipum. Eg haldi meg minnast, at Alex onkra ferðina gav okkum frí úr skúlanum. Tað vísir, hvussu vit øll livdu við í hesum, og eg haldi meg minnast, at hornorkestrið var og setti sín dám á. Tað var fantastiskt, tá ið Jógvan S KG 472 kom í 1959 kom, og børnini vórðu bjóðað umborð at fáa súrepli. Onkrir dreingir løgdu inn undir seg av hesum forkunnuga, og tað vóru fleiri høvi til tað seinni. Seglhúsmenninir fingu Pison KG 476 og Kvikk KG 477 og seinni Hans Erik. Kjølbro, sum átti nógvar av útróðrarbátunum fram til miðskeiðis í 60unum, fekk Jákup B KG 7, Klakk KG 9 og seinni Borðoyarnes. Teir í Samvinnufelagnum fingu Norðing KG 121 og seinni Norðalduna, og Stellu menninir fingu Stellu Mariu KG 321, Stellu Kristinu KG 322 og Stellu Karinu KG 323. Levi fekk Klett KG 492, og soleiðis kundu vit hildið fram. Fiskaríið bar, og fiskaríið telur framvegis ógvuliga nógv her á plássinum. Tað er tí, at tað er sjómannadagur her í Klaksvík, og tað er tí, at tað er heilt upplagt, at tað er í Klaksvík, at tað millum jól og nýggjár verður skipað fyri fótbóltskapping fyri sjómenn. Hetta er nakað, sum mínir bygdamenn á Toftum, sum eisini eru óførir útróðrarmenn og fiskimenn, ganga ógvuliga høgt uppí, og hvar aðra staðni enn í Klaksvík skuldi hetta gingið fyri seg? Listarverkið Nú nøkur fá orð um fiskaplássið og listarverkið, sum nú er avdúkað her. Tøkk skulu tit hava fyri, at tit tey seinnu árini eru farin at seta listarlig minni um okkara forfedrar, nýbyggjararnar, sum stríddust fyri at yvirliva soleiðis, at tað í dag er møguleiki hjá okkum at liva. Listarverkini syrgja fyri, at vit fara at verða mint á farnu tíðina. Minnini goyma vit inni í okkum. Í mínum huga stendur myndin av útróðrarmanninum púra klár. Hann fer út eftir ella norður eftir í gummistivlum og við fullari skjáttu í aðrari hondini, og hann kemur heimeftir við tómari skjáttu í aðrari hondini og fiskarúgvu í hinari hondini! Eina ferð, tá ið eg sum stórur smádrongur fór til Svínoyar at ferðast, segði Robert Joensen, sáli, sum var so sera góður við okkum dreingir uppi á Heygum og Gerðareiði, við meg, at eg skuldi spyrja, um tað var nøkur fiskabøra í Svínoy. Tað haldi eg, at tað var, tí svínoyingar høvdu, sum so nógvir aðrir avbygdamenn turkað fisk. Tíbetur er eitt fiskastykki varðveitt her omanfyri. Tað er fyri neyðini, og eg vóni, at myndugleikarnir kenna tað sum sína ábyrgd at vera góðir við hetta stykkið. Tí hetta ber boð um ógvuliga vanliga bygdarmynd her á staðnum inntil eina ferð í seksti árunum. Eg haldi, at síðsta ferðin, at fiskastykki varð nýtt í vinnuligum høpi her í Klaksvík, var í 1963, tá ið teir turkaðu fisk á stykkinum, sum var omanfyri Norðborg. Tá ið eg var smádrongur, vóru tað framvegis fleiri fiskastykkir, sum mintu um knossið og stríðið, sum hevði verið av fiskaarbeiðnum fyrrapartin av síðstu øld. Kjølbro hevði stórt fiskastykki har, sum Betesda nú er, og har sum parkeringsplássið er. Tað var har, sum kolgarðurin var eitt skifti. Hetta vóru fiskastykki, sum høvdu hoyrt til handilin hjá Ziska. Norðlýsið og Robert Í 1975-76 var eg í nakrar mánaðir blaðstjóri á Norðlýsinum. Tá skrivaði Robert Joensen nakrar opnur í blaðnum um eitt nú postflutning í Norðoyggjum, hvussu elektrisitetið kom til Klaksvíkar og eisini um fiskaturking. Í tí greinini vísti hann serliga á, hvussu stóran týdning tað hevði fyri fiskaturkingina, tá ið motorbátarnir komu um aldarskiftið. Tá bar til at flyta fisk við motorbátum av vánni og runt Stoksoyra. Teir turkaðu fisk á Oyri, á malagrótinum heimanfyri og uttanfyri úti í Grøv og fleiri aðra staðni fram við Borðoyarvík, og inntil um tað mundið, tá ið 2. heimsbardagi brast á, fluttu deksbátarnir fisk út á bygd í Norðoyggjum at turka. Fiskastykkini Tað ráddi um at yvirliva hjá nýbyggjarunum og øðrum. Húsini høvdu hjall, og 4- mannafar og kúgv hoyrdu ofta til húsarhaldið, og tað kom væl við, um tað bar til at velta epli. Tað ráddi um at hava so fjøltáttað matvørugrundarlag, sum tað bar til. Í Klaksvík var vanligt, at konufólkið arbeiddi við at turka fisk um summarið, tá ið mannfólkið í bestu árum var til skips. Summarfrí var ókent fyribrygdi, og arbeiðsdagurin var oftast einar tólv tímar og meiri enn so, tá ið tað var terri. Tá ið tað ikki var terri, vaskaðu tær fisk og pakkaðu fisk, so fyri summar var talan um fiskaarbeiði frá várinum av og út á heystið. Handilin úti í Klaksvík hevði stórt fiskastykki, og Óli í Skúla hevði fiskastykki, har sum ungdómshúsið nú er, og Símun í Tunghúsinum hevði fiskastykki, har sum Føroya Bjór er. Vit, sum eru eitt sindur tilkomin, minnast eisini fiskastykki, har sum Føroya Banki er. Kjølbro hevði fiskastykki á Varpinum, á Stongunum og á Kósini, og Jens Klæmint Isaksen og Jóan Jakku Jacobsen vóru eisini millum teirra, sum høvdu fiskastykkir. Robert visti so nógv at siga. Hann fortaldi, at tað eisini var vanligt, at familjur høvdu fiskastykkir uttanfyri hjá sær sjálvum. Konan turkaði fisk, og børnini hjálptu henni. Hetta tykist mær sum at vera arbeiði, sum minti ikki so lítið um tað, tá ið konurnar seinni fóru at verða dagrøktarmammur. Tær arbeiddu heima við hús. Tað var ein rúgva av sovornum fiskastykkjum kring alla bygdina – eitt nú í Krotugrøvini, í Grótinum, á Gørðum, á Gerðareiði, í Gerðum, á Vágsheygnum, og á Eiðinum har spinnaríið seinni varð bygt. Lívsvísdómurin Fiskaarbeiðið var, sum so mangt annað, akkord arbeiði, og tað var ógvuliga nógv tengt at stóra lívsvísdóminum, sum eisini okkara forfedrar høvdu. Robert Joensen visti at siga frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hann sum blaðungur drongur eygleiddi, tá ið tveir í hansara eygum tá gamlir menn í 1925 í ivaveðri tóku avgerð um arbeiðið: “Teir høvdu ongan tekniskan kunnleika uttan barometrið, sum teir hugdu at, áðrenn teir fóru frá húsum. Tað hendi, at vit breiddu fisk í fagrasta veðri, í sólskini, og so søgdu teir til. Nú skuldi gevast. Og tað umbar seg ikki, at so kom vátveður. Hinvegin kundu vit arbeiða í heldur grómutum veðri. Teir bóðu okkum ikki gevast, men arbeiddu og tosaðu um, hvussu góður terrin fór at verða, tá sólin kom vestur á luftina. Og soleiðis varð. Háfjalli hugdu teir væl eftir, tá gráligt var í veðrinum, og skýdrátturin gekk lágt. Teir søgdu, at nam skaddan við Háfjall, loysti tað seg ikki at breiða skránaðan fisk, tí hann tornaði ikki, men slerdi seg. Hinvegin kundu teir ráða til at breiða heilt bleytan fisk í tílíkum umstøðum” segði Robert Joensen, sum lærdi okkum so mangt, og sum vit eiga so góðan førning eftir. Inntil um árhundrað skifti var tað bara náttúran, sum gjørdi av, hvussu tað skuldi vignast við fiskaturkingini. Eftir tað vórðu hjálpartól nýtt. Símun Hansen, sáli, sum vit her norðuri hava so ómetaliga nógv at takka fyri, sigur, at handilin úti í Klaksvík flutti tann fiskin, sum ikki fulltornaði úti, heim í bakaríið á Biskupsstøð, har hann varð breiddur út um loftið til eftirturking, og undir 1. heimsbardaga 1914-1918 fóru reiðarar yvirhøvur at eftirturka inni í pakkhúsunum. Undir 2. heimsbardaga bar ikki til at sleppa av við annan fisk enn feskan fisk, og tá datt hetta arbeiðið burtur, og harvið varð bygdamyndin rættuliga nógv broytt. Men fiskaríið og fiskivinnan seta framvegis sín dám á. Mentanin livir Eg havi í átjan ár ferðast um Leirvíksfjørð í arbeiðsørindum. Umborð á Ternuni og Dúgvuni varð nógv prátað. Eg plagdi at práta við núverandi sambandsformannin, Kaj Leo Johannesen, tá ið hann arbeiddi á Kósini. Hann tók onkra ferðina til, hvussu framúr spennandi tað var at arbeiða í Klaksvík, tí fólkið fylgdi so væl við í, hvussu tað gekk við fiskarínum. Hann hevur púra rætt, og soleiðis er tað framvegis. Handlarnir, matstovurnar, frisørarnir og øll tey, sum í Klaksvík liva av tænastuvinnunum vita, at útróðurin og fiskaarbeiðið eru fínur fepur stokkur. Tá ið tað gongst væl í útróðrinum, umborð á línubátunum og trolarunum á nærleiðum og fjarleiðum og við alingini, og tá ið tað er arbeiði á Kósini og á hinum fiskavirkjunum og umborð á Atlantic Navigator og Christiani í Grótinum, so merkist tað beinanvegin í øllum løgum í lokala búskapinum. Vit fegnast øll um nýbygningar og nýggj tiltøk, og nú síggja vit øll fram til, at nýggja Norðborg skal runda Klakkin. Fiskapláss ein terradag Bera havsins andadrag – Suðurland og Hvarvið. Koma skip og fara skip, - Bygdin hevur bestan grip Her í sínum starvi. Yrkti Hans Andreas Djurhuus, sáli, so beinrakið í sambandi við havnavígsluna her í Klaksvík 26. september í 1937. Nógv er broytt síðani tá. Men nýbyggjara mentanin fornoktar seg ikki. Tað sæst eitt nú aftur í innsatsinum, sum verður lagdur í at fyrireika tiltøk av sovornum slagi sum hetta. Tað er uppgávan og fagnaðurin yvir at vera førur fyri at megna hetta, sum stýrir og ikki sáttmálin og avmarkingar í arbeiðstíð. Tað minnir nógv á Little house on the Prairie, sum í hesum døgum sæst á skíggjanum. Gud gevi at tað framvegis fer at ganga mínum kæra heimstaði væl. Takk fyri! Ólavur Joensen á Norðlýsinum, sum er fyrireikari av væleydnaða sjómannadegnum