Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 82 - 28. apríl 2006 Eftir Hanus Kamban Theodor Herzl Nøkur av okkum, sum á ungum árum fóru at leita okkum kunnleika um tað nýggja ríkið Ísrael, blivu skjótt hugtikin av landsins merkiliga, dramatiska og upplyftandi uppruna. Hetta var søgan um, hvussu Theodor Herzl, tann ungarsk-jødiski løgfrøðingurin og blaðmaðurin, árini 1894-95 upplivdi ta ræðuligu Dreyfus-gøluna í Fraklandi. Forfardur um jødahatrið í einum europeiskum landi, har vegurin móti upplýsing og framburði lá greiður, kom hann til ta niðurstøðu, at jødar máttu stovnseta sítt egna ríki. Antisemitisma var ein rótfrek urt, sum eingin upplýsing nakrantíð fór at megna at lúka burtur. Hetta var søgan um jødajagstran í Russlandi, fyrst árini 1881-84, eftir at Aleksandur II var myrdur, og síðani árini 1903-6, eftir ófriðin, sum tók seg upp í sambandi við uppreisturin í 1905. Um sosialistar úr Póllandi og Russlandi, sum streymaðu til Palestina, fyrst í smáum løkum, síðani í áum, at byggja upp eitt nýtt land. Hetta var søgan um jarðarkeyp, um ta zionistisku rørsluna, um Balfour-kunngerðina, um vaknandi arabiska mótstøðu, um palestinskan tjóðskap, um borgarakríggj og kríggj. Hetta var eisini søgan um, hvussu hebraiskt gjørdist eitt endurskapt nútíðarmál. Høvuðshendingin fór fram í 1948, tá ið ríkið Ísrael varð til. Søgan endurskoðað Tá, fyri 40 árum síðani, hevði ein, sum ungfólkum vant, hug at síggja hesa søgu í rættiliga svart- hvítum litum. Síðani er mangt broytt, og tað dámliga bílæti, ein tá hevði av Ísrael, er í dag væl minni dámligt. Hetta kemur bæði av, at eins egna heimsmynd er broytt og av, at støðan bæði í heiminum og í Miðeystri veruliga er broytt. Men hetta kemur eisini av, at ísraelskir søgufrøðingar, m.a. tann gitni Benny Morris, hava endurskoðað sína egnu søgu. Sum dømi kann eg nevna, at vit tá veruliga hildu, at teir mongu palestinar, o.u. 700.000, sum rýmdu úr sínum landi eftir 1948, gjørdu hetta lokkaðir av teimum arabisku grannalondunum. Soleiðis var hetta tá lagt fram av vesturlendskum søgufrøðingum. Í dag siga ísraelskir søgufrøðingar, at hetta bara er ein partur av sannleikanum. Ikki fáir palestinar rýmdu, tí teir blivu jagstraðir úr sínum landi av ísraelskum terroristum. Ísrael framdi etniska útreinsing, á sama hátt sum týskarar gjørdu í Póllandi í 1939 og serbar í Bosnia fyrst í nítiárunum í farnu øld. Ein ræðulig brotsgerð Kríggið í Libanon, sum nú er ella sigst vera av, tykist stuðla hesi ódámligu mynd. Í fyrsta lagi tykist kríggið at vera eitt ræðuligt mistak. Gløggir eygleiðarar, eitt nú tann gitni amerikanski hernaðarstrategurin Harlan Ullman (sí Information 11.8.2006) vísa á, at kríggið var óneyðugt, og at Ísrael ikki átti at havt latið seg lokka til leypa framav og at fara undir henda bardaga. Men hetta kríggj er eisini ein ræðulig brotsgerð. Tí Ísrael hevur her, uttan rættvísa grund, rakt eina heila tjóð, sakleys fólk, shiamuslimar, sunnimuslimar, kristin og drusar. Meira enn 1000 fólk eru dripin, og mong 100.000 rikin úr sínum heimum og av síni jørð. Brýr eru sorlaðar, vegir oyðilagdir, vatnverk og ravmagnsverk og íbúðarhús bumbað í spønir. Kríggið hevur serliga rakt sivilfólk, og eitt óvanliga stórt tal av børnum. Ísraelar siga seg hava havt til mál at raka Hizbollah. Men eygleiðarar siga, at teir við vilja hava skotið eftir flýggjandi familjum. Hvar er nú hugmyndin av landinum, ið sum ein friðarins boðberi skuldi fáa fólkaræði og semju til at floyma út um alt Miðeystur? Grivin, so tykist, saman við børnum og konum, undir gróti, ími og múrsteinum í Suðurlibanon. Irgun Í eini stuttari viðmerking er sjálvsagt ikki gjørligt at viðgera hetta, ógvuliga fløkta, mál út í æsir. Ætlanin er bara at bøta eitt sindur um ta skeivu javnvág, sum eyðkennir føroyska skriving um hetta evni og føroyska miðlaviðgerð av tí. Tá ið ein lesur føroysk bløð ella sær ella hoyrir føroyskar miðlar, fær ein ta fatan, at tað eru tveir partar í hesum stríði, sum moralskt sæð eru sum dagur og nátt. Øðrumegin eru ísraelskir politikarar, ísraelski herurin og ísraelska loynitænastan, sum øll til samans fremja eitt gott og rættvíst stríð. Hinumegin eru eitt nú Hamas og Hizbollah, sum allir eru yvirgangsmenn. Tey góðu mótvegis teimum óndu. Hetta er ikki rætt. Veruleikin er, at eisini mangir ísraelskir politikarar eru ella vóru yvirgangsmenn. Bæði Menahem Begin og Ariel Sharon eru ella vóru terroristar, og tá saman um kemur, er eingin munur millum teir og eitt nú ein yvirgangsmann sum Hassan Nasrallah frá Hizbollah. Ariel Sharon var í fimtiárunum við til at fremja etniska útreinsing móti palestinum, og hann hevði ábyrgdina av teirri ræðuligu misgerðini í Libanon í 1982, tá ósek flóttafólk í Sabra og Shatilla vórðu saksað niður av kristnum falangistum. Og, fyri at taka tvey dømir aftrat, so hava, sambært Henry Siegman, bæði Ehud Olmert, tann núverandi ísraelski forsætisráðharrin, og uttanríkisráðharri hansara Tzipi Livni sín ættarliga uppruna í tí jødiska yvirgangsfelagsskapinum Irgun. Um Irgun skrivar Benny Morris í í tí stak áhugaverdu bókini Righteous Victims (John Murray, s. 147): 6. august 1938 legði ein Irgun- maður tveir stórar mjólkadunkar fyltar við TNT og granatpettum á tað arabiska marknaðartorgið í Haifa. 21 vóru myrd og 52 særd av spreingingunum. 15. juni drap ein onnur bumba tíggju arabarar og særdi meira enn 30 í Dávidsgøtu í tí gamla býnum í Jerusalem. Ein onnur bumba á torginum í Haifa – hesa ferð fjald sum ein stór kanna við súrum agurkum – drap tann 25. juli 1938 minst 39 arabarar og særdi minst 70. Hamas Irgun var soleiðis við til at skapa ta siðvenju at drepa sivilfólk, sum í dag er vanlig millum arabiskar yvirgangsmenn. Nú vilja mangir ísraelar sjálvandi siga, at tá teirra politikarar og hetjur eru ella hava verið terroristar, so hevur hetta sína góðu grund. Men júst tað sama siga eisini arbarar um sínar hetjur. So her er valla nakar veruligur munur. Veruleikin er tann, at mong rørsla í kúgaðum hjálondum ella undir órættvísum korum byrjar við yvirgangi, men fer frá hesi leið, tá hon fær politiska ábyrgd ella fær síni krøv uppfylt. Felagsskapurin Hamas, sum vesturheimurin í heilum dømir niður og norð, tykist standa mitt Hvør hóttir Ísrael? Tað er søgunnar spei, at George W. Bush og hansara nýkonservativu ráðgevar, saman við víðgongdum ísraelum, hava komið Ísrael í størri vanda, enn landið nakrantíð fyrr hevur verið í. Búsetingarnar á Vestara Áarbakka, sum m.a. Sharon slóðaði fyri, eru við til at elva ófriðin í Miðeystri.