Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 28. apríl 2006 13 í eini slíkari menning. Henda rørsla hevur í ár vunnið eitt val og tikið við politiskari ábyrgd. Sambært tí jødisk-amerikanska serfrøðinginum Henry Siegman (sí New York Review of Books 27.4.2006) eru stórir partar av Hamas til reiðar ikki bara at venda yvirganginum bakið, men – um ávísar, rættvísar treytir verða loknar – eisini at taka undir við, at gjørd verður ein langtíðar hudna, t.e. vápnahvíld, við Ísrael. Teir eru somuleiðis fúsir til at revsa palestinskan yvirgang, veri hann framdur av Islamskum Jihad, Al-Aqsa Intifaduni ella teirra egna fólki. Trupulleikanna rót Her er við øðrum orðum ein palestinsk rørsla, har ein partur er fúsur at venda terrorismuni bakið. Og ikki bara tað, henda rørsla umboðar sítt fólk og tykist vera sør fyri ta korruptión, sum hevur spilt Fatah-felagsskapin hjá Arafat. Men hvussu er svarið frá vesturheiminum og Ísrael? At kalla øll europeisk lond vilja einki hava við Hamas at gera. Og síðani Hamas kom fram at valdinum, hevur Ísrael roynt at seta fót fyri teirra arbeiði, m.a. við peningaligum atgerðum. Og ikki bara tað, tann ísraelski verjumálaráðharrin Shaul Mofaz hevur kunngjørt, at hvør einasti av teimum 74 valdu Hamas- tinglimunum nú er mál fyri tilætlaðum ísraelskum morði. Hvør er her terroristur? Sannleikin tykist vera tann, at allir partar noyðast at venda aftur til trupulleikanna rót, um tað nakrantíð skal lýsa fyri degi í Miðeystri. Rótin er tað mikla órættvísi, sum hevur verið palestinum fyri. Bæði teir sjálvir og tey arabisku grannalondini hava ein part av skyldini fyri hesa støðu, einamest tí tey sýttu fyri at góðtaka tað sundurbýtingaruppskot, sum ST legði fram í 1947. Og m.a. av hesi grund má útgangurin helst vera okkurt slag av millumloysn. Eitt nú er tað púra óhugsandi og órealistiskt, at palestinar nakrantíð kunnu fáa tað ríki, sum stóð teimum í boði undan krígnum í 1948. Málið kundi verið greitt á tann hátt, at teir fingu eina umbering og eitt risastórt endurgjald. Vestari áarbakki Øðrvísi er við Vestara Áarbakka. Hetta var at kalla tað einasta, palestinar høvdu eftir av sínum ríki og landi. Tá ið Sharon, Peres, Dayan og Yigael Allon, eggjaðir av víðgongdum, gamaltestamentliga blindaðum ísraelum, gjørdu av eftir bardagan í 1967 at ræna partar av hesum øki, sum teir ikki høvdu minsta rætt til, gjørdu teir bæði eitt stórt mistak og eina ræðuliga illgerð. Semja tykist vera millum eygleiðarar um, at skal tað bera til at fáa frið við Hamas, er tað ein minsta treyt at teir fáa hetta øki (ella at kalla alt hetta øki) aftur og ein part av Jerusalem. Somuleiðis vísa summir eygleiðarar, teirra millum bæði Herbert Pundik (sí Politiken 30.7.2006) og Gideon Levy (Information 8.8.2006), á, at um Ísrael læt Sýria Golan- heyggjarnar aftur, kundi hetta havt ta avleiðing, at Hizbollah fór at vikna. Kríggj móti Iran Tíverri er ikki nógv, sum bendir á, at USA ella Ísrael fyribils ætla at brúka skil ella fara fram við hógv. Tann amerikanski blaðmaðurin Seymour Hersh upplýsti nú ein dagin (sí The Independent 14.8.2006), at kríggið í Libanon varð fyrireikað longu fyri nøkrum mánum síðani. Tað er ætlað at vera forleikur til eitt annað kríggj, sum USA ætlar at føra móti Iran við tí endamáli at oyðileggja førleikan hjá hesum “óndskaparins” landi til at framleiða kjarnorkuvápn. Henda ætlan minnir nógv um tað, sum viðhvørt verður rópt ein “flýggjan frameftir”. Tá ið USA í 2003 gjørdi av at fara í kríggj móti Irak, var ætlanin (1) at rudda veg fyri fólkaræði í Miðeystri, (2) at beina fyri yvirgangi í heiminum og (3) at skapa frið millum Ísrael og tess arabisku ella muslimsku grannalond. Á øllum trimum økjum hevur kríggið ført til tað øvugta av ætlanini. Ja, við hesum bardaga hava George W. Bush og Tony Blair, stuðlaðir av m.ø. Danmark, í roynd og veru borið so í bandi, at Iran er nógv styrknað, at landið hevur fingið náðir til at menna sín kjarnorkuførleika, og at støðan hjá Ísrael er blivin meira hættislig. Ein uttanríkispolitikkur í spønum Eitt kríggj móti Iran fer neyvan at føra til eitt frægari úrslit. Tí hvussu verður støðan, tá Iran kanska um tíggju ár aftur megnar at framleiða kjarnorkuvápn, og eingin Bush er meira, og USA kanska liggur á knøunum orsakað av høvuðsbragdinum hjá Bush-stjórnini, eini ófatiliga stórari skuldabyrðu? Lagnan hjá Ísrael tykist vera at kalla óloysiliga knýtt at uttanríkispolitikkinum hjá USA. Hesin politikkur hevur, sum eitt nú Peter W. Galbraith (í bókini The End of Iraq, Simon & Schuster, 2006) og Francis Fukuyama (sí hansara After the Neocons. America at the Crossroads, Profile Books, 2006) hava víst á, síðani á heysti 2001 verið vandamikil, skilaleysur og sørur fyri nakra veruliga gjøgnumhugsaða strategi. Bush- stjórnin hevur valt einagongu fram um altjóða samstarv, kríggj fram um dialog og eina utopiska, dagdreymakenda idealismu (sum teir nýkonservativu hava lænt frá síni gomlu fyrimynd, marxistinum Leo Trotskij!) í uttanríkismálum fram um skynsama pragmatismu. Jødanna ríki Theodor Herzl (1860-1904) var ikki tann fyrsti, sum heitti á jødar og bað teir sjálvar frígera seg. Undan honum bóru m.a. Moses Hess (1812-75) og Leo Pinsker (1821-91) fram sama boðskap. Men tað var Herzl, sum við bókini Der Judenstaat, sum kom út í 1896, skapti ta politisku zionismuna. Tá ið zionistanna felagsskapur var stovnaður í Basel á heysti 1896, skrivaði Herzl í síni dagbók: Í Basel skapti eg tað jødiska ríkið. Kanska um fimm ár, og í øllum førum um 50 ár, fara øll at vita tað. Ísrael varð til, 51 ár eftir at hesi orð vórðu fest á blað. Hvørja framtíð landið hevur, veit sjálvandi eingin í dag. Men tað tykist greitt, at landið í dag er hótt, ikki bara av Irans ábyrgdarleysa forseta, men eisini av sínum egna tørvandi vilja til frið og síni egnu víðgongdu leiðslu. At ísraelar nú hava bumbað Libanon, sum fyri stuttum framdi sína egnu demokratisku kollvelting, í sor, hevur hvørki bøtt um framtíðina hjá Ísrael ella um tess umdømi. Ísrael hevur her lutvís sløkt ein demokratiskan neista, lutvís skapt eitt jørðildi av vónloysi, sárum og tómleika, har lagamanni er hjá framtíðar Hizbollah-hermonnum at vaksa fram. Aftur til dialogin Tað er somuleiðis søgunnar spei, at George W. Bush og hansara neokonservativu ráðgevar – við at fremja Irak-kríggið og við at eggja ísraelum til bardagan í Libanon – hava komið ríkinum, sum Theodor Herzl skapti, í størri vanda, enn tað nakrantíð fyrr hevur verið í. Vegurin burtur úr hesum ótøki er dialogur. Ísraelskur og amerikanskur dialogur við Hamas og við Sýria og, í evstu syftu, eisini við Iran. Næsta stigið er ein handil, har allir partar bæði fáa og lata. Og grundin undir øllum er ein hugburður, sum ikki býtir lond, fólk, átrúnað og mentanir sundur í ónd og góð, men ásannar, at øll, sum sólarklárt er, eru borgarar í ófullkomileikans ríki. í s ó Tað seinasta Libanon-kríggið er eitt mistak og ein brotsgerð. Við bókini Der Judenstaat, 1896, skapti blaðmaðurin og løgfrøðingurin Theodor Herzl tað nýggja jødiska ríkið.