Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 163 - 25. august 2006 tíðindi Rúni Rasmussen, skrivari í Stjórnarskipanarnevndini Henda greinin lýsir í stuttum søguna hjá gomlu Grundlógarnevndini og St­j­ó­­r­nar­skip­an­ar­ nevndini Grundlógarnevndin helt sín fyrsta fund í Ting­ a­nesi 11. mai í 1999. Grundarlagið fyri ar­­beið­ i­num var løgtingslóg um grundlógarnevnd frá 11. februar 1999. Í § 1 varð ásett, at sett verður grund­lóg­ar­nevnd at gera upp­­skot til grundlóg fyri Før­­oyar. Anfinn Kallsberg, tá­­ver­andi løgmaður, setti nevnd­­ina. Nevndin var mann­­að við politikarum og sam­felagsfrøðingum. Løg­ mað­ur valdi til formann Jó­an Paula Joensen, ið um tað mundið starvaðist sum professari í etnologi við Fróðskaparsetrið í Berg­­en. Frammanundan hevði hann verið rektari á Fróð­skap­ arsetri Føroya. Upprunaliga var grund­ lóg­­a­r­arbeiðið ­partur av full­­­veld­isætlanunum hjá tá sit­andi samgongu. Í august mánaði í 1999 varð skrivari settur í Grund­lógarnevndini. Skriv­ ar­in var løgfrøðingurin Kári á Rógvi. Skrivarin hevði dagligu skriv­ ar­a­­upp­­gávurnar hjá nevnd­ini um hendi, og savnaði hann eisini nógv viðkomandi tilfar um stjórnarskipanarlig viðurskifti. Kári bleiv seinni ráðgevi hjá nevndini og næstformaður frá 2003. Upprunaliga skipaði Grundlógarnevndin seg í 18 arbeiðsbólkar. Í hvørjum bólki vóru bæði politikarar og samfelagsfrøðingar, ið viðgjørdu evni, sum snúðu seg um stýrisskipan og mannarættindi. Í septembur mánaði í 2000 var arbeiðið hjá Grundlógarnevndini komið so mikið áleiðis, at farið varð undir at halda tíðindafundir um arbeiðið. Eisini skipaði nevndin fyri kunningartiltøkum, so almenningurin kundi fáa innlit í grundlógararbeiðið. Dømi um hetta var gamla heimasíðan (www. grundlog.fo). Eftir upprunalógini skuldi grundlógararbeiðið vera liðugt 1. juni í 2000. Ikki var møguligt at halda hesa tíðarfreist. Tað var heldur ongantíð roknað við tí. Lógin varð tískil broytt, so at endaligt álit skuldi vera liðugt í seinasta lagi 31. desembur 2001. Nakrar frágreiðingar vóru tó latnar landsstýrismanninum í lógarmálum. Frágreiðing frá nevndini varð latin 31. desembur í 2001. Henda frágreiðing varð síðani broytt, rættað og endaliga løgd fram 14. mars í 2002. Frá 16. februar til 2. mars í 2001 var Grund­ lógarnevndin í USA og í Íslandi. Fimm politikarar og seks serfrøðingar vóru við á ferðini. Endamálið við ferðini var at kunna seg um stjórnarskipanir aðrastaðni, at tosa við fólk um, hvussu teirra skipanir virka, og at fáa íblástur til føroyska grund­ lógararbeiðið. Á vári 2002 tók Bárður Larsen, løgfrøðingur, við starvi sum skrivari í Grundlógarnevndini. Løgtingsval var hildið 30. apríl í 2002. Eftir drúgvar samráðingar skipaðu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin samgongu. Yvirtøkur vóru ovast á breddanum, og staðfest bleiv í sam­ gonguskjalinum, at arbeiðið í Grundlógar­ nevndini skuldi halda fram. Í mars mánaði í 2003 skipaði Grundlógarnevndin fyri grundlógarráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Serfrøðingar úr USA, Kanada, Finnlandi, Noregi, Svøríki, Íslandi og Føroyum hildu fyrilestrar um t.d. sjálvsavgerðarrætt, grundlógir, fólkarætt, tjóðskap og ríkis­felags­ skap. Í tríggjar dagar vórðu hesir spurningar viðgjørdir. Semja var um, at Føroyar eru land og tjóð og hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða fólkarætti. Føroyingar kunnu skipa og avgera sína lagnu í altjóða samfelagnum. Nógv fólk tóku lut í ráðstevnuni, harímillum fleiri politikarar. Frágreiðing varð handað løgmanni 25. apríl 2004. Frágreiðingin bleiv kallað Fyrra flaggdagsálit. Talan var um eina formans­frá­ greiðing, tí valið í 2004 gjørdi, at ikki bar til hjá politisku limunum at vera við í arbeiðinum, hvørki upp undir valið ella eftir valið. Formaðurin fekk hjálp frá skrivara og ser­ frøðingum til at skriva álit. Úrslitið gjørdist, sum løgtingið ætlaði við lógini um grundlógararbeiðið, eitt uppskot um føroyska stjórnarlóg við stuttum viðmerkingum. Formaðurin í Stjórn­ar­ sk­ipa­n­a­r­nevndini hevur lagt dent á, at ein tjóð­ skaparlig semja eigur fá­ast í lag. Hann skrivar m. a. í Fyrra flaggdagsáliti hetta um ta tjóðskaparligu semjuna: “Nú ræður um, at tjóðskaparligu mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klørnar hvør móti øðrum, men at vit við eini stjórnarskipanarlóg finna eina gongda leið, har allir partar finna seg til rættis. Stjórnarskipanin skal bert taka støði í fólksins vilja. Tað er bert Føroya fólk, ið kann taka avgerð um egna lagnu. Hetta má vera aðalmálið.” Løgmaður skrivaði út val at verða 20. januar 2004. Hetta órógvaði arbeiðið í nevndini, tí við hesum datt alt arbeiði í sjálvari Grundlógarnevndini niður­ fyri. Formaðurin metti áðrenn tað, at útlitini fyri at koma á mál við arbeiðinum vóru sera góð. Hetta gjørdist tíverri ikki veruleiki. Eftir valið varð skipað  ein nýggj samgonga mill­um Javnaðarflokkin, Fólk­a­flokkin og Sam­bands­flokkin. Í sam­gonguskjalinum, dagfest 31. januar 2004, stendur, at: “Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipan, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt.” Í løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 2005 vóru broytingar framdar í mun til løgtingslógina frá 2003 um grundlógararbeiðið. Nevndin broytti navn frá “Grundlógarnevnd” til “Stjórnarskipanarnevnd”. Orðið “stjórnarskipan” kom ístaðin fyri “grund­ lóg”. Nú er gongd aftur kom­in í arbeiðið í Stjórnar­skip­ an­ar­nevndini. Nýggjur skrivari varð settur í au­gust í 2005. Fundir verða hildnir regluliga sam­bært fundarætlan, og serfrøðingarnir viðgera og skriva uppskot til føroyska stjórnarskipan. Uppskot verða send limunum í Stjórn­ar­skipanarnevndini. Tann broytta útgávan verð­ ur viðgjørd av teimum politisku umboðunum og serfrøðingunum í felag. Støði verður tikið í Fyrra flaggdagsáliti. Nevndin ger uppskot til lógargreinar innan t. d. hesi øki: Stýrislag, valds­býti, jøvn rættindi, persónlig rættindi, politisk rætt­indi, trúarrættindi, ym­isk­ar skyldur, løg­ tingið, landsstýrið, dóms­vald, fíggjarvald og uttanlandsvald. At skriva eina stjórn­ar­ skip­an er ikki eitt løtuverk. Talan er um eina tilgongd, sum tekur tíð og krevur umhugsni og vilja til at smíða eitt uppskot, ið fólkið fer at taka undir við. Ymiskar meiningar eru um stjórnarskipanarlig viðurskifti, so tað er ein avbjóðing at skriva eitt uppskot, sum politikarar og fólkið tekur undir við. Nevndin roynir í sín­um arbeiði at orða lóg­ ar­greinar, sum staðfesta grund­leggjandi virði og samleika hjá føroyingum. Endaligt álit skal, sambært løgtingslóg, latast løgmanni í seinasta lagi 31. desembur í ár.   Teir komandi mánað­ir­ nar fer nevndin at skipa fyri fyrilestrum kring land­ið. Endamálið við hes­um fyrilestrum er at kunna fólkið um arbeiðið at smíða eina nýggja stjórn­ arskipan. Meira fæst at vita um Stjórn­ar­skipanarnevndina og arbeiði hennara á heim­a­ síðuni www.ssn.fo. Grundlógarnevndin og Stjórnarskipanarnevndin Jóan Pauli Joensen hevur verið formaður í Grundlógarnevndini - seinni Stjórnarskipanarnevndini - øll árini. Kári á Rógvi varð settur sum skrivari í nevndini í 1999