Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 25. august 2006 5 tíðindi Fleiri føroyskar fyritøkur fingið knýtt góð sambond og onkrar avtalur komu undir land á stóru oljustevnuna í Stavanguri, sum endar nú seinnapartin Oljuvinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tær føroysku fyritøkurnar, sum hesar seinastu dagarnar hava verið við á stóru oljustevnuni í Noregi, hava fingið væl burturúr. Tað heldur Annleyg Lamhauge, sum hevur umboðað Menningar­stov­ una á stevnuni. Úr Føroyum hava 16 fyri­ tøkur verið við á stevnuni, umframt Men­nning­ar­­stov­ una og Olju­vinnu­felagið, sum hava skipað fyri. Her er talan um fyritøkur, sum í mangar mátar arbeiða í altjóða vinnuni. - Og tað hevur verið heilt væl eydnað, sigur Annleyg Lamhauge. Hon sigur, at nógv fólk hava verið á føroyska básinum. Í løtuni er oljuvinnan í Føroyum í einum slagi av bíðistøðu, nú borað verður, hóast øll eru spent upp á úrslitið av boringini. Av tí sama er áhugin kanska ikki heilt so stórur fyri føroyska básinum í ár, sum hann hevur verið á undanfarnu stevnum. - Kortini hava nógvar av fyritøkunum fingið góð sambond, sum tey halda eru verd at byggja víðari á og hjá onkrum eru avtalur eisini við at koma undir land. Men hon leggur afturat, at tær fyritøkur, sum eru komnar nakran veg í oljuvinnuni, hava eisini gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði. - Men tað er sjáldan, at ítøkiligar avtalur spyrjast burturúr stevnum, sum hesari. Og tær fyritøkur, sum siga, at avtalur eru komu undir land á hesi stevnuni, siga, at tað er tí, at tær hava verið á stevnu áður og eru vorðnar kendar í umhvørvinum. - Tí heldur Annleyg Lamhauge, at tað er sera týdningar­mikið at vera við á slíkum, aftur­ vendandi stevnum, so at møgulig viðskifta­fólk ken­ na nøvn­ini aftur úr fram­ sýningarskránni. Hetta er ein rættiliga stór stevna, sum verður hildin í norska olju-høvuðsstaðnum, Stavanguri. Hetta er ein stevna, har ein ørgrynna av fyritøkum eru umboðað og har eini 30.000-35.000 viðskiftafólk úr 90 ymsum londum koma at lodda dýpið. - Tí hevur tað stóran týdning, at vit eru við, men tað gongur eisini sjón fyri søgn, at tað hevur givið úrslit hjá summum føroyskum fyritøkum, at tær hava verið við í olju­ vinnuni í nøkur ár og hava víst flaggið, tí nakrar av teimum hava fingið eitt nýtt bein at standa á. Stevnan í Stavanguri endar seinna­partin í dag, so føroysku luttakararnir eru á veg heimaftur. Olja og mentan Annleyg Lamhauge sigur, at Stavangur er ein sera hugnaligur býur at hava eina stevnu, sum hesa, í, og umframt at verða ein oljustevna, hevur hetta eisini verið ein mentanarstevna. Tórshavn og Stavangur eru vinabýir og í hesum sambandi hevur Tórshavnar býráð sett sín serliga dám á stevnuna. - Tað hevur verið heilt serstakliga væl eydnað hjá býráðnum í Havn, sigur Annleyg Lamhauge. Tórshavnar býráð hevur havt eitt tjald á stevnu­ økinum oman ímóti bryg­ gjuni, har Westward Ho hevur ligið. Umborð á gomlu slup­ pini hevði býráðið havt móttøku, har nógv fólk vóru, bæði vinnulívsfólk og politikarar. Har varð borðreitt við fiskasúpan og øðrum góðum, føroyskum mati, ið Birgir Enni og hansara hjálparfólk stóðu fyri. Afturvið fekst føroyskt øl og føroyskt vatn.  Og í tjaldinum hjá Tórshavnar Býráði vórðu føroy­skar designvørur seldar. Har hevði ferða­ vinnan eisini fram­sýning og um kvøldið vóru fram­førslur av føroyskum tónleiki. Føroyskar virki fingu væl burtur úr í Noregi Ein av teimum forvitnu gestunum á føroysku básunum var eisini norski krúnprínsurin, Hákun. Hann og Magni Arge, formaður í Oljuvinnuráðnum, prátaðu um boringingina hjá Statoil á Føroyaøkinum í hesum døgum. Og teir eru báðir ´lika spentir upp á úrslitið. Myndina eigur Vinnuhúsið Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur bjóðað stjórarum í Statoil til Føroya og hann kemur higar seinni í ár Oljuvinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinni í ár kemur stjórin í risastóra oljufelagnum, Statoil, til Føroya á vitjan. Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­ málum, sum hevur bjóðað Helge Lund til Føroya, men akkurát nær hann kemur, er ikki heilt greitt enn. Statoil hevði eitt avlop upp á 60 milliardir í fjør, so talan er avgjørt um ein av tungvektarunum í oljuvinnuni, sum nú leggur leiðina framvið hendavegin. Tað er serliga nú Statoil stendur fyri boringini á Føroyaøkinum, at Bjarni Djurholm hevur bjóðað stjóranum í felagnum til Føroya og tað var hann áhugaður í. Tá ið Helge Lund kemur til Føroya, fer hann sjálvandi at hyggja at tí virksemi, sum Statoil hevur her, men høvi verður eisini at hitta føroyskar myndugleikar, sigur Bjarni Djurholm at tosa um, hvørja leið føroyingar ætla at ganga politiskt. Tá er oljuboringin helst eisini liðug og tað átti eisini at verðið eitt samrøðuevni. Bjarni Djurholm og Helge Lund hava hitst fyrr, men hesa vikuna hittust teir aftur á stóru oljustevnuni í Stavanguri í Noregi. Har bar tað ikki mætari til enn so, enn at Bjarni Djurholm fekk høvi at sita til borðs við stjóranum í Statoil og har hitti hann eisini stjóran í stóra, franska gassfelagnum, Gaz du France. Bjarni Djurholm sigur, at teir prátaðu sjálvsagt um virksemið hjá Statoil í Føroyum og um útlitini hjá Statoil yvirhøvur og sjálvandi um tann áhuga, sum Statoil hevur í Føroyum. - Tað at eitt stórt og viðurkent felag sum Statoil hevur so stóran áhuga fyri Føroyum, ger eisini tað, at onnur feløg fara at venda eyguni hendanvegin. - Tí hevur tað stóra, jaliga ávirkan, at Statoil hevur áhugað fyri Føroyum og sostatt hevur tað eisini stóran týdning fyri Føroyar. Hetta var eitt borðhald við einum 1000 fólkum og at norski Statoil stjórin bjóðaði føroyska landsstýris­ manninum til borðs, tekur Bjarni Djurholm avgjørt sum eitt tekin um, at tann áhugað, sum Statoil hevur fyri Føroyaøkinum. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at polit­iskt heldur hann at tað er rætt at brúka eitt høvi, sum ein slík oljustevna er, til at vísa seg og til at hitta fólk í vinnuni og til at hitta politikarar. - Tí haldi eg, at tað hevur týdning, at føroyski landsstýrismaðurin eisini vísir áhugað og er við á slíkum tiltøkum, sigur Bjarni Djurholm Bjarni Djurholm bjóðar oljurisa til Føroya Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, í hugnaligum práti við tveir oljurisar. Í miðjuni er tað stjórin í Gaz du France og høgrumegin stendur stjóran í Statoil