Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-25, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 52 síður

Tekstur á síðuni

6 Nr. 163 - 25. august 2006 tíðindi Læraraútbúgvingin skal hava somu longd sum í dag, meðan pedagogútbúgvingin verður longd eitt hálvt ár. Útbúgvingarnar skulu dagførast og nútímansgerast, og møguleiki skal vera fyri framhaldslestri og útbygging hana ÚTBÚGVING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í morgun var boðið til tíðindafund á Mentamála­ ráðnum, har Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í menta­­málum, fekk handað álit um Pedagog- og lærara­ útbúgvingina - ella PLÚ- álitið, sum onkur rópti tað. Tað var formaðurin í arbeiðsbólkinum, Petur Zachariassen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið handaða Jógvani á Lakjuni álitið, og tað var eisini hann, ið greiddi frá tí, álitið innibar. Pedagogútbúgvingin longd hálvt ár Høvuðstilmæli hjá ar­beiðs­­bólkinum var, at bæði pedagog- og lærara­ útbúgvingin verða fýra ára langar yrkis­rættaðar útbúgvingar á bachelorstøði. Hetta merkir, at verandi læraraútbúgving varðveitir longdina, hon hevur í dag, meðan pedagogútbúgvingin verður longd við einum hálvum ári. Ein stór broyting í læraraútbúgvingini verður tó, at næmingarnir skulu hava fýra linjulærugreinar í mun til tríggjar, ið tey hava í dag. Petur Zachariassen greiddi frá, at tey í bólkinum hava lagt dent á, at pedagogar og lærarar skulu fáa eina holla og nútímans útbúgving til at virka í føroyska samfelagnum. Sjálv útbúgvingin verð­ ur ein so­kallað lagbýtt undirvísingarskipan, við einum yvir­­orðnaðum bólki, ið hevur blok­kar og síðani kubbar undir sær. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan vanliga lærugreinaheitunum. Skipanin til útbúgvingina verður ECTS skipanin (European Credit Transfer System) við stigum, sum vísir hvussu nógv ein lestrareind (skeið, verkætlan v.m.) krevur av studentinum í arbeiðsorku. Ein bachelorútbúgving krevur 180 stig, og aðra­ staðni á síðuni síggja tit dømi um, hvussu ein slík útbúgving verður sett saman av stigum. Starvslærulærarar Eitt annað, ið bólkurin eisini metir hevur stóran týdning, er, at samspælið millum ástøðiliga undirvísing og starvslæru í útbúgvingini skal mennast. Í mun til aðrar pedagog­ útbúgvingar, skal føroyska pedagog­útbúgvingin vera ein bachelorútbúgving við starvslæru, og í hesum sambandi vísti Rógvi Thomsen úr arbeiðs­bólk­ inum frá, at uttanlands verður hetta mett at vera eitt satt kolumbusegg. Og av tí, at starvslæran verður ein stórur og týðandi partur av útbúgvingini - serliga hjá pedagogunum, har starvslærutíðin telur 60 ECTS stig - skulu eisini starvslærulærararnir vera skikkkaðir og hava neyðugu førleikarnar. Tað vil siga, at teir helst skulu hava eitt slag av eini eyka útbúgving. Nakað, sum er ógvuliga týdningarmikið og sum pedagogfelagið setti fram sum krav til arbeiðsbólkin í síni tíð. Granskingargrundað útbúgving Arbeiðsbólkurin metir, at dentur eigur at vera lagdur á, at útbúgvingarnar eru gransk­ ing­ar­grundaðar, og enda við eini bachelor­verkætlan við støði í náms­frøðiligum verkevni. Hetta er eitt øki, har ongin gransking hevur verið á higartil, og tí er hetta sera týdningarmikið. Eisini skal møguleiki vera fyri, at føroyskir pedagogar og lærarar skulu kunna eftirútbúgva seg og fara undir framhaldsútbúgvingar, á sama hátt sum útbúnir pedagogar og lærarar í øðrum londum. Ynski hjá Føroya Lærara­ felag er, at lærara­útbúgvingin í síðsta enda skal vera ein masterútbúving, segði Magnus Tausen á fundinum, og vísti á at hetta álitið kann vera ein lopfjøl til tað. Møguligt aðalorðaskifti Jógvan á Lakjuni takkaði fyri álitið, hann fekk handað á fundinum og fegnaðist um, at arbeiðið hjá bólkinum nú var at enda komið. Hann ásannaði, at arbeiðið hevði tikið tíð, men at segði síðani, at næstu stigini er ein politisk viðgerð og eitt alment kjak. - Eitt aðalorðaskifti verður um fólkaskúlan, og har kundi hetta álitið eisini verið tikið við. Men spurningurin er, um ikki eitt aðalorðaskifti eigur at vera bara um hetta, segði Jógvan á Lakjuni á tíðindafundinum í Menta­ málaráðnum í morgun. Álit um Pedagog- og læraraútbúgvingina: 4 ára langar yrkisrættaðar útbúgvingar á bachelorstøði Petur Zachariassen handar Jógvani á Lakjuni álitið um pedagog- og læraraútbúgvingina 240 30 30 30 30 30 30 30 30 30 20 5 5 Bachelorbólkur 60 20 20 20 Starvslæran 50 5 5 5 15 10 5 5 Mentanarbólkur 25 5 5 5 5 5 Samfelagsbólkur 15 5 5 5 Samskifti og leiðsla 60 5 5 15 10 5 5 5 10 Námsfrøði/sálarfrøði ECTS tils. 8. hálva 7. hálva 6. hálva 5. hálva 4. hálva 3. hálva 2. hálva 1. hálva Dømi um eina pedagog útbúgving á bachelorstøði, har vit síggja hvussu ECTS stigini eru býtt