Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 3 tíðindi Menn, sum eru harð­ lig­ir ímóti kvinnum, fylgja við tíðini og teir hava eisini tikið allar nýggj­ astu tøknina í brúk, varð upplýst á kvinnuráðstevnu í Havn hetta vik­u­ skiftið Harðskapur ímóti kvinnum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er onki mark fyri, hvat menn kunnu finna upp á tá ið teir vilja gera seg inn á eina kvinnu. Og tað nýggjasta slagið av har­ð­s­kapi ímóti kvinnum er el­ek­troniskur harðskapur. Tað fingu tey at vita, sum hetta vikusskiftið hava verið á ráðstevnu uppi á Hotel Før­ oy­um um harðskap ímóti kvin­n­um. Elin Reinert Planck, sum er ein av fyrireikarunum, sig­ur, at ráðstevnan hevur ver­ið serstakliga væleydnað við nógvum góðum og á­hug­ a­verd­um fyrilestrum so fyri­ reik­ar­arnir eru sera væl nøgd­ir. - Tað nýggjasta, vit hava fingið at vita, er, at nú hevur eitt higartil ókent slag av harð­s­kapi ímóti tikið seg upp. - Tað byrjaði í USA, men er so smátt komið hendavegin eis­ini og í teimum størru Norð­ur­londunum hava vit longu sæð teir fyrstu spír­ar­ nar til hetta slagið av harð­ skapi. Og tað er elektroniskur harð­skapur! - Í Føroyum hava vit ikki sæð dømi um tað enn, men tá ið tað er komið, er tað bara ein spurningur um tíð, áðr­ enn tað kemur hendavegin eisini og tí ræðir um at verða fyrireikað og vita eitt sindur um, hvussu ein kann verja seg fyri slíkum, sigur Elin Reinert Planck. Tá ið hugsað verður um elektroniskan harð­ skap,verður ikki hugsað um at senda ófantalig sms ella teldubrøv. Tað er nógv meiri enn tað! - Tað snýr seg um, at nú á døgum er tað ógvuliga lætt at avlurta fartelefonir og tel­ e­fonir til fastnet, eitt nú tráð­ leysar telefonir fyri at hava eftirlit, hvønn kvinnan tosar við og um, hvat. - Tað nýggjasta er eisini at bróta seg inn á telduna hjá konuna fyri at lesa alt sam­ skifti, hin hevur við onnur. Men tað mest óhugnaliga er, at nú á døgum ber tað til at brúka alheims fylg­is­ svein­a­skipanina, GPS, til at fylgja nágreiniliga við, hvar kvinnan ferðast. - Tað ber til at keypa eitt lítið tól og hefta tað upp á bilin hjá kvinnuni, ella á far­telefonina ella okkurt við­føri hjá kvinnuni, ella upp á børnini og so fylgja heilt neyvt við, akkurát, hvar kvinnan ferðast. Elin Reinert Planck sigur, at hetta slagið av harðskapi er blivið heilt vanligt í USA, men tað er nokk bara ein spurn­ingur um tíð, áðrenn tað so kemur henda vegin. - Hetta er eitt nýtt slag av yv­irgangi ímóti kvinnum, sum hevur stungið seg upp og avbjóðingin verður nú at finna hættir at verja seg fyri hesum. - Tað mest avgerandi er, at kvinnan er greið yvir hendan møguleikan og roynir at verja seg sum frægast. - Ein máti er sjálvandi, at er talan um samrøður, sum mað­ urin ikki skal vita av - eitt nú vissi kvinnan leitar sær hjálp á eini kreppumiðstøð ­- er tað klókast at brúka onkra heilt aðra telefon enn sína egnu, ella tað, sum er í húsunum, sigur Elin Reinert Planck. Nýggjasta vápnið hjá monnum: Elektroniskur harðskapur móti kvinnum Kvinnuráðstevnan í Havn hetta vikuskiftið, hevur verið serstakliga væleydnað, men har fingu at vita um eitt nýtt slag av harðskapi ímóti kvinnum