mánadagur 28. august 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2006
7
tíðindi
Tað er hóskvøld og
vit, 85.000 spentar
poppsálir, standa á
miðjútskum fløtum
í Horsens - Popp
heimsins miðstaður
í eitt kvøld. Klokkan
21.22 byrjar showið
– hin kongaliga popp
ímyndin Madonna
trínur á pallin úr eini
silvurglitrandi disko
kúlu – 120 minuttir
seinni, kl. 23.22, endar
showið
KONSERTUMMÆLI
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Tað er næstan – men
bara næstan – óhugnaligt
at hugsa sær, hvussu væl
smurd hendan framførslan
var. Madonna er eitt sentr
um í poppheiminum, eitt
ikon, sum øll, ið hava nak
að við hendan heimin at
gera hava lagt til merkis. Í
august mánaði hevur hon
spælt fyri fleiri øðrum evr
operarum, ja fleiri – okkurt
sum nærkast 1.000.000. Alt
hetta er partur av konsert
ferðini Confessions Tour
2006. Í Evropa er talan um
20 konsertir, sum allar eru
útseldar, t. d. heili átta á
Wembly Arena í London.
Á veg inn á konsertøkið,
gjøgnum gøtur í Horsens,
hoyrir ein fleiri ymisk tung
umálum, svenskt, týskt,
norskt, okkurt eysturevrop
iskt, arabiskt, danskt og
sjálvandi er føroyskt eisini
at hoyra millum tey 85'.
Seks ungar havnadamur,
sum vanliga búgva í Århus
hava tikið túrin suður til
Horsens.
Og tað var eisini stórt í
Horsens. Sjey fótbóltsvøllir
skuldu til fyri at leggja
grundina undir hetta risa
stóra konserttiltak. Undan,
undir og eftir konsertina
vóru 4.500 hjálparfólk í
sving. 1.000 2-manstjøld
vóru sett upp á Madonna
Camp til gestir, sum høvdu
brúk fyri at gista. 85.000
upplivdu Madonnu gera
tað, sum hon skuldi og
tað, sum hon er kend fyri.
Og sum tað hóskar eini
poppdrotning væl, so kom
hon á pallinum úr eini silv
urglitrandi diskokúlu, sum
varð hivað upp á pallin.
Á
pallinum
sjálvum
hevði dansurin ein stóran
leiklut, instrumentini vóru
fá og lítið sjónlig. Dansur
hevur verið ein megintáttur
í framførsluni hjá Madonnu
gjøgnum øll árini. Teir flestu
sangirnir hava innflættað
dansin í tónleikin, soleiðis
at dansurin er partur av
úttrykkinum og stuðlar ein
um ávísum huglagi. Eini 15
dansarar vóru í gongd og
sjálvandi hon sjálv eisini.
Og sjálvt um hon nærkast
teimum 50, so vóru tey 48
árini næstan ikki til at síggja
aftur. Pallframførslan var
týðuliga topp-professionel
og imponerandi at síggja,
hóast ein stóð einar 300-
500
metrar
burturfrá.
Tríggir stórskíggjar hjálptu
til við at varpa tað sum
hendi á pallinum út til øll á
leikvøllunum í Horsens.
Hetta var eitt konsert
upplivilsi av teimum stóru.
Men stórt er neyðturviliga
ikki tað sama sum gott –
einum nýtist ikki at uppliva
tað sum gott ella minniligt.
Sum eg upplivdi konsertina,
so var hon ikki so feit. Heilt
einfalt av teirri orsøk, at
tónleikurin, sum Madonna
hevði valt sær ikki var júst
tann, sum eg hevði ynskt
mær. Men viðvíkjandi tí
logistiska var einki at koma
eftir. Poppmaskinan var væl
smurd og framførslan var
sannførandi. Ongir steðgir
ella nakað sum minti um,
komu fyri – undirhald í
heimsklassa. Løgini streym
aðu út í einum jøvnum stima
við góðari ljóðgóðsku.
Tað var bæði sannførandi
og hugtakandi at hoyra,
hvussu løgini viku frá
útsetingunum á fløguút
gávu. Hetta var galdandi
fyri
endabrestin,
og
avgjørt eitt hæddarpunkt
á konsertini, »Hung Up«.
Lagið Hung Up, hvørs nið
urlag er lænt/keypt frá ein
um kendum ABBA-hitti,
riggaði ótrúliga væl við
ráum kassagittara-spælið,
ið tónaði týðuliga burturúr
tí annars ráðandi elektron
iska landskapinum. Á kvøld
inum vóru nakrar skínandi
sangperlur á skránni, men
tað var mest sum ov nógv
disco yvir tí mesta, soleiðis
at tað var meiri enn nokk
fyri yvirritaða. Men lagið
Drowned World/Substitute
for Love, í akkustiskari útset
ing, var sera væl eydnað og
bleiv ein hesa løtuna mintur
á ta ótrúligu røddina, sum
popp/dansi-drotningin jú
eisini livir av.
Presist tveir tímar eftir at
tað byrjaði, endaði showið,
og meðan tey 85.000 gingu
av vøllunum stóð á stór
skíggjunum »Have you con
fessed?«. Fólk virkaðu at
vera væl mettaði, eingin
stórvegis róp eftir eykaløg
um. Beinanvegin var byrjað
at taka útgerð, hátalarar og
annað niður. Næsta staðið á
Confessions-konsertferðini
er Paris.
Um tú var ein av teimum 85 túsund, so hevði tú hoyrt
hesi løgini:
1. Future Lovers/I Feel Love.
2. Get Together.
3. Like A Virgin.
4. Jump.
5. Live To Tell.
6. Forbidden Love.
7. Isaac.
8. Sorry.
9. Like It Or Not.
10. I Love New York.
11. Ray Of Light.
12. Let It Will Be.
13. Drowned World/Substitute For Love.
14. Paradise (Not For Me).
15. Music Inferno.
16. Erotica.
17. La Isla Bonita.
18. Lucky Star.
19. Hung Up.
FAKTA
Poppdrotningin í tí miðjútska
Hetta var eitt konsertupplivilsi av teimum stóru. Men stórt er neyðturviliga ikki tað sama sum gott – einum nýtist ikki at uppliva tað sum gott ella minn iligt.