Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 164 - 28. august 2006 tíðindi – At gerast foreldur er tað besta, sum finst. Sjálvandi er tað strævið til tíðir og setir krøv til okkara, men góðu løturnar eru nógv fleiri í tali. Vit hava ongantíð angrað nakað, siga ungu foreldrini við ein munn. Fyri tveimum árum síð­ ani fingu Gunnvá Draga­ berg og Jóan Petur Højsted ein vælskaptan son, sum varð nevndur Rókur. Gunn­ vá var tá bert 16 ára gomul, og Jóan Petur 22: – Tað er eingin loyna, at vit ikki ætlaðu at fáa okk­ um barn júst tá. Eg gekk í 10. flokki, og at gerast mamma var ikki akkurát tað, sum fylti mest í mínum tonkum, sigur Gunnvá uttan himpr. – Tað fyrsta, eg hugsaði, var: Shit! Hvat hava vit gjørt? Hvussu verður fram­ tíðin? Eg var jú bara 16 ár, sigur Gunnvá. Jóan Petur varð somu­ leiðis kløkkur, men helt tað vera spennandi, at hann níggju mánaðir seinni skuldi verða pápi. – Fosturtøka kom ikki upp á tal. Eftir eina tíð høvdu vit eisini vant okkum við tankan og fóru at leggja ætlanir fyri framtíðina. Vit høvdu nógv smá børn kring okkum, so vit vistu, hvat tað innibar, sigur Jóan Petur. Gunnvá leggur dent á, at hon ongantíð var bangin fyri, at tað fór at gerast trupult at verða mamma. Heldur stúrdi hon fyri, hvat hini fóru at halda: – Vit valdu at halda tað loyniligt so leingi, vit megnaðu. Men tá eg var komin fimm mánaðir, var búkurin ógjørligur at goyma, og foreldrini og vinfólkini løgdu tað til merkis, sigur Gunnvá. Men hvat søgdu familja og vinir, tá tey fingu at vita, at tú vart við barn? – Puha... Foreldrini vórðu kløkk og hugsaðu nógv um okkara framtíð. Men eftir eina tíð gleddu tey seg at gerast omma og abbi. Flestu vinfólkini hildu bara, at tað var kul, heldur Gunnvá. Nøkulunda um sama mundi vóru fimm aðrar úr sama flokki, sum vóru við barn, men Gunnvá heldur ikki, at tað varð prátað so dúgliga um tað í Klaksvík. Hon leggur afturat, at hon ongantíð fekk nakra negativa viðmerking frá fólki, hon hitti á gøtuni: – Onkur hevur óivað sagt: ‘Stakkalin!’, tá eg ikki havi hoyrt, men tað ávirkaði meg ikki. Eg helt ikki, at tað var synd í mær. Heldur var eg takksom fyri, at eg veruliga kundi fáa børn. Nú á døgum eru tað so nógv, sum ikki fáa børn á vanligan hátt. Rókur borin í heim Burðartíðin gekk væl, og Gunnvá hevði tað gott. Og 15. mars í 2004 fingu Gunnvá og Jóan Petur ein vælskaptan son á sjúkra­ húsinum í Klaksvík. Jóan Petur var alla tíðina við á føðistovuni: – Tað var eitt sindur undarligt. Eg hevði ikki ánilsi av, hvat eg skuldi gera ella hvønn veg, eg skuldi venda. Eg royndi bara at stuðla Gunnvá so væl, eg kundi. Sveittin lak av okkum báðum, men eg rann í øllum førum ikki skríggjandi avstað, greiðir stolti pápin, Jóan Petur, frá. Bæði Gunnvá og hann eru samd um, at ljósmóð­ irin var ótrúliga fitt, góð og hjálpsom: – Alt gekk sum smurt, hóast vit vóru eitt sindur rædd. Tað var himmalskt at hava Jóan Petur við mína lið, tá eg átti, sigur Gunnvá, sum bert lá tríggjar dagar á sjúkra­húsinum. Meðan hon lá har, fekk hon sera nógvar vitjanir: – Eg haldi, vit slógu rekord. Vit fingu gávur í hópatali og næstan nóg mikið av klæðum til beiggjan í eitt heilt ár, sigur Gunnvá skemtandi. Hóast ungar mammur ofta halda tað vera pínligt at skula eiga og at geva bróst framman fyri øllum, hevði Gunnvá ongar tru­ pulleikar av hesum. Lívið broyttist Bæði Gunnvá og Jóan Petur viðganga, at lívið broyttist, eftir at tey gjørdist foreldur. Men hinvegin halda tey ikki, at tað var trupult at broyta støðu, ella at tey hava verið ein part av ungdóminum fyri uttan. - Tað fyrsta, vit hugsaðu, var: Shit!, men síðan vórðu vit sera spent, sigur Gunnvá Dragaberg, sum bert 16 ára gomul varð mamma. Nú hava hon og sjeikurin verið foreldur í tvey ár og angra einki. Samrøða Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Gunnvá og Jóan Petur vóru ongantíð bangin fyri, at tað fór at gerast trupult at verða foreldur. Ung foreldur: Blæur og barna Vit valdu at halda tað loyniligt so leingi, vit megnaðu. Men tá eg var komin fimm mánaðir, var búkurin ógjørligur at goyma, og foreldrini og vinfólkini løgdu tað til merkis. - Gunnvá. ”