Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 9 tíðindi – Brádliga skuldu vit út at keypa blæur og barna­ mat í staðin fyri at fara í býin við vinunum. Men eg havi verið úti og hugna mær saman við vinunum, síðan eg var 12 ár, og so til eg var 16. Tað er ríkiligt, heldur Gunnvá. Jóan Petur er samdur: – Hjá mær var alt ein stór veitsla, til eg varð pápi, men villa lívið hvarv av sær sjálvum. Nú skulu vit bara leggja alt betur til rættis og skiftast um at fara út. Higartil hevur tað gingið væl, heldur hann. Jóan Petur og Gunnvá hava sett sær fyri, at hóast tey eru vorðin foreldur, skal Gunnvá fáa sær eina útbúgving. Tískil er hon júst byrjað á Handils­ skúlanum á Kambsdali og ætlar sær seinni at læra til frisør ella annað skapandi: – Um bæði lesa í senn, er tað trekt at fáa fíggjarligu endarnar at hanga saman. Eg havi altíð arbeitt við handverkið, so eg kann lættliga fáa eitt arbeiði. Tí hava vit avgjørt, at Gunnvá skal lesa, sigur Jóan Petur avgjørdur. Gunnvá skoytir uppí, at um ein veruliga vil, ber alt til: – Onkuntíð verður tað kanska trupult at gera øll skúlatingini. Foreldur í tvey ár Nú hava Gunnvá og Jóan Petur roynt seg sum for­ eldur í tvey ár. Spurd, hvussu árini hava verið, ivast tey ikki. – Tey hava verið framúr. Vit kunnu sanniliga stað­ festa, at aldurin ikki hevur stóran týdning. Sjálvandi broytist ein eitt sindur, frá ein er 16, men ein kann vera eins góð mamma og elska barnið líka nógv, um ein er 16 ella 30 ára gamal, heldur Gunnvá. – Áðrenn vit fingu Rók, hugsaðu vit ofta: Fara vit at megna at røkja uppgávuna sum foreldur til fulnar? Megna vit at ala hann nóg væl upp o.s.fr.? Men nú er Rókur tvey ára gamal, sær út til at trívast væl og hevur tað gott, skoytir Jóan Petur uppí. Tey avsanna tó ikki, at tað helst hevði verið lætt­ ari, um tey fyrst høvdu fingið sær eini hús, bil, út­ búgving o.s.fr.: – Men skuldu vit fingið okkum alt til vega, áðrenn vit fóru at hugsa um at fáa børn, høvdu vit lættliga rundað tey tredivu áðrenn. Og tá er tað kanska í so seint at fáa sær tað fyrsta barnið, um ein ætlar sær fleiri, sigur Gunnvá. – Men hvat er alt?, spyr Jóan Petur. – Bara vit trý eru saman, so kunnu vit ikki biðja um meira, heldur Jóan Petur, og Gunnvá nikkar. Hóast parið ikki bein­ leiðis vil mæla øðrum ung­ um til at fáa sær børn á so ungum aldri, hava tey ikki mist mótið, men ætla at fáa sær enn fleiri, um tað eydn­ ast teimum. Bæði Gunnvá og Jóan Petur viðganga, at lívið broyttist, eftir at tey gjørdist foreldur. Men hinvegin halda tey ikki, at tey hava verið ein part av ungdóminum fyri uttan. matur seta dagsskránna