mánadagur 28. august 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 164 - 28. august 2006
Álitið á landssjúkrahúsið
Tær ákærur, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður set
ir fram imóti landssjúkrahúsinum, eru heilt óvanliga
grovar og sera álvarsamar. Tingmaðurin vil vera við,
at dømi eru um, at sjúklingar, sum kommunulækni
sendir á Landssjúkrahúsið í bráðskundi við sjúkrabili,
verða sendir heim aftur uttan viðgerð. Hetta er ein
av fleiri álvarsligum skuldsetingum, sum verða
settar fram ímóti læknunum á Landssjúkrahúsinum.
Tá ið Løgtingið kemur saman aftur í næsta mánaða,
fer løgtingsmaðurin at spyrja landsstýrismannin
í heilsumálum nakrar sera hvassar spurningar
um tænastustøðið á okkara høvuðssjúkrahúsi.
Í hesum samabandi vil Bill Justinussen vera við,
at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er
merkt av líkasælu, tilvild og vantandi læknalig
um dugnasemi. Bill fer at spyrja, um landsstýris
maðurin veit, at nógvir sjúklingar ikki hava álit
á, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at veita neyð
ugu viðgerðina, og tí heldur vilja fáa viðgerð
aðrastaðni. Hann vil eisini hava at vita um Hans
Pauli Strøm veit av, at deyðiliga sjúk, verða vend í
hurðini á Landssjúkrahúsinum og send heimaftur,
hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna og
landsstýrismaðuirnveit av, at sjúklingar við álv
arsligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan
viðgerð av tí at samskifti ímillum læknar og
aðrar starvsbólkar á Landssjúkrahúsinum er ov
vánaligt?
Her er tala um helt óvanliga hvassar atfinningar
at einum almenum stovni. Viðkomandi landsstýr
ismaður Hans Pauli Strøm er týðuliga illa við av
teimum skakandi skuldsetingunum. Hann heldur,
at kann løgtingsmaðurin ikki føra ítøkilig og óreing
ilig prógv fram fyri sínum ákærum ímóti Lands
sjúkrahúsinum, er tað rættiliga álvarsamt fyri hann.
Landssjúkrahúsið er ein ógvuliga týðandi stovnur
í okkara samfelag og tað er ein stovnur, sum fólk
mugu og skulu hava fult álit á. Kann hann ikki prógva
sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri
løgtingsmannin, tí hann oyðileggur trúvirðið hjá
einum stovni, sum fólk mugu kunna hava álit á, og
tað er álvarsamt fyri ein politikara. Men kann Bill
Justinussen hinvegin prógva sínar skuldsetingar, er
tað álvarsamt fyri landssjúkrahúsið, leggur Hans
Pauli Strøm afturat. Hetta er eitt sera løgið mál, og
landsstýrismaðurin, sum týðuliga tekur hetta mál í
størsta álvara, má ger alt,sum gerast kann, til tess
at fáa greiði á hvat hetta snýr seg um. Her stendur
nógv uppá spæl: álitið á Landssjúkrahúsið, álitið á
Løgtingið og álitið á landsstýrismannin.
Sosialurin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
» – Sambandsflokkurin er tann flokkur í Føroyum, ið uttan
nakað kjak hevur havt størstu positivu ávirkan í føroyskum
politikki seinastu 100 árini. So einfalt er tað!«
Marjus Dam, løgtingsmaður
SAMBAND
eirikur lindenskov
post@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
viðmerkingar
Jørgin Niclasen hevði her
fyri eitt uppskot um at kanna
arbeiði hjá Fiskirannsóknar
stovuni.
Jørgin Niclasen hevur
púra rætt, tá ið hann sig
ur, at skeivar ráðgevingar
frá fiskifrøðingum kunna
kosta samfelagnum 100
tals milliónir um árið. Tað
er í tøkum tíma, at onkur
setur tær økonomisku
avleiðingarnar av førdum
fiskivinnupolitikki í rætt
perspektiv.
Tí er uppskot hansara um
seta eina kanning í verk av
Fiskirannsóknarstovuni heilt
upp á sítt pláss.
Tað er ongin loyna, at
landsins myndugleikar,
hvørki Føroya Løgting ella
skiftandi fiskimálaráðharr
ar, hava fylgt tilráðingunum
frá Fiskirannsóknarstovuni í
serliga stóran mun.
Líka so væl sum »skeiv
ráðgeving«, um hon verður
fylgd, kann kosta samfel
agnum 100 tals milliónir
árliga. Líka so væl kunna
skeivar politiskar avgerðir, ið
ikki fylgja kompetentari ráð
geving frá sakkunleikanum
kosta samfelagnum 100 tals
milliónir árliga.
Tí skjóti eg upp, at kann
ingin hjá Jørgini eisini skal
umfata politisku skipanina.
Um tað er so, at politikk
ararnir ferð eftir ferð hava
tikið skeivar avgerðir ímóti
fakligari ráðgeving, sum
hava kostað samfelagnum
og harvið okkum borgarum
dýrt, so eigur hetta sjálvandi
eisini at koma fram í ljósið.
Vísir kanningin, at Fiski
rannsóknarstovan ikki veitir
kompetenta ráðgeving, so
eigur tað at fáa onkrar avleið
ingar, tí sum Jørgin so rætt
sigur, avleiðingarnar kosta
samfelagnum sera nógv.
Vísir kanningin hinvegin, at
skiftandi fiskimálaráðharrar
(m. a. Jørgin Niclassen) og
meirilutin av tingmanningini
hava ignorerað kompetenta
ráðgeving og harvið hava
søplað 100 tals milliónir
vekk árliga er spurningurin
greiður.
Hvørjar avleiðingar skal
tað eventuelt fáa?
Nú vil hann aftur eitt stig víð
ari móti fullkomnu liberali
seringini av rúsdrekkasølu.
Hesaferð snýr tað seg um
at broyta rúsdrekkalógina
soleiðis, at til ber at sita á
gongubreytunum og sutla
øl í seg. Ófatiligt, at hesin
maður ikki dugir at skilja, at
vit ikki eru stødd í Danmark
ella í øðrum líknandi lond
um, har øll mørk fyri frælsi
hins einstaka eru strik
að – sjálvandi við teirri
avleiðing, at frælsið hjá
teimum veikaru, harímillum
barnanna, er sett til viks. Alt
summarið hava fólk sutlað
so nógv rúsdrekka í seg sum
ongantíð áður, og allíkavæl
heldur landsstýrismaðurin,
at tað helst er møguligt at
fáa føroyingar at drekka enn
meiri. Vælsignaður Bjarni
Djurholm, nær heldur tú upp
at við hesum áganginum. Tú
mást vera greiður yvir, at tað
eru mong túsund menniskju
her á landi, sum ikki ynskja
hatta samfelagið, sum tú
arbeiðir fyri. Tað eru nógvir
føroyingar, sum ynskja eitt
samfelag í siðprýði, har
børnini og tey ungu verða
vird, vard og sett í hásæti
og teirra rættindi til gott
umhvørvi verða tikin fram
um rættindini hjá teimum
vaksnu, sum absolutt ikki
kunnu eta ein bita uttan øl
og vín afturvið.
Bjarni Djurholm segði fyrr
í summar, at hevði hann vit
að, at gjørdu broytingarnar í
rúsdrekkalógini høvdu vakt
so miklan ans, hevði hann
helst ikki lagt uppskotið
fram. Men nú arbeiðir hann
longu við næstu broyting. Eg
kann lova Bjarna Djurholm,
at tað verða ikki minni harm
aljóð at hoyra frá okkum í
Miðflokkinum hesuferð.
Hóast vit enn bert eru 2
tinglimir av 32, so vilja vit
ávara og rópa sum ongantíð
áður, tí fyri okkum sær kósin
hjá hesi samgongu út til at
vera heilt greið: longur fram
á leiðini móti fullkomiliga
fríari rúsdrekkasølu. Hendan
samgongan tykist alt meiri at
vera ein skaðasamgonga fyri
okkara annars góða samfel
ag, og tykist aðaltátturin at
vera altjóðagerð, har tað snýr
seg um at avnokta alt, sum er
gott føroyskt fyri at innflyta
fremmandar mentanir og tíð
arrák. Takið tykkum saman
og brúkið tíðina til okkurt
skilabetri.
Viðmerking til uppskot Jørgin Niclasens um
at kanna arbeiði hjá Fiskirannsóknarstovuni
Nær steðgar Bjarni Djurholm við
sínum ágangi á føroyska mentan
atli
gregersen
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Bill
justinussen