mánadagur 28. august 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2006
11
tíðindi
Sosialurin gjørdi eina viðtalu
við høvundan av bókini um
Sambandsflokkin í sambandi
við 100 ára hátíðarhaldið hjá
flokkinum.
Yvirskrivtin kom at ljóða,
at »tað hevði kanska ver
ið meira saft og kraft í at
skriva um Jóannes Paturs
son«. Hetta fekk Rolf Gutt
esen at fara í blekkhúsið
(nú eitur tað til telduna) og
skuldsetur Sosialin fyri, at
hann í yvirskrivtini »vold
tekur grovliga sakina«. Tær
viðmerkingar Rolf Guttesen
síðani hevur um Jóannes
Patursson hava so havt til
fylgju, at umrøðan síðani
meira hevur snú seg um
Bóndan enn um Sambands
flokkin.
Eg hevði stutta grein í Sos
ialinum, hvar eg hevðist at
orðavalinum hjá Rolfi Gutt
esen. Tað kom eitt aftursvar
frá Rolf 25.august, sum tó
ikki innihelt nakað serligt
nýtt enn tað, at eg hevði
eina grunna søguvitan og var
óvitandi um nazisympatiir
hjá ávísum persónum.
Tað er møguligt, ja helst
sannlíkt, at Rolf hevur størri
søguligan kunnleika enn eg
havi, men harfyri havi eg
væl loyvi til at reagera út frá
tí kunnleika eg havi, og ikki
minst út frá tí hugburði eg
havi um vanligan fólkaskikk,
tá ein skal skriva um søgulig
fyribrigdi og ikki minst um
persónar.
Jóannes bóndi varð væl
drigin fram í viðtaluni í
Sosialinum, tí hann var
ein persónur, sum var
ein mótsetningur til Sam
bandsflokkin og helst í
veruleikanum eisini bein
leiðis orsøk til, at Sam
bandsflokkurin varð stovn
aður. Tað var jú hann, sum
á Fólkatingið arbeiddi fyri
meiri sjálvræði til Føroya
Løgting og kom við »Til
boðnum« í góðum sam
skifti við táverandi danskar
politikkarar. Sambandsflokk
urin varð stovnaður fyri at
forða fyri hesum.
Tað er greitt, at ein persónur
sum Jóannes Patursson
er sera áhugaverdur sum
søguligur persónur. Tað er
fyrst og fremst hansara pol
itiska virksemi, sum hevur
søguligan týdning og áhuga,
men aðrir persónligir egin
leikar og annað virksemi
gevur jú eisini eina meira
fjølbroytta mynd av manni
num. Hinvegin kunnu eink
ultstandandi hendingar og
pástandir beinleiðis geva
skeiva heildarmynd av ein
um persóni, líka mikið hvør
hann er.
Jóannes Bóndi varð fødd
ur fyri 140 árum síðani. Tað
var bert nøkur fá ár eftir,
at monopolhandilin varð
avtikin og stutt aftan á, at
Løgtingið varð endurreist.
Hann var longu tíðliga polit
iskt og samfelagsliga »vakt
ur«. Tað sæst longu meðan
hann er á skúla í Noregi, og
sæst týðiliga á jólafundinum
í 1888 og stovnanini av Før
ingafelag í 1889. Hann var
sum heilt ungur valdur á
Løgting og sat har til hann
segði seg frá í 1946, tá
hann fyllti 80 ár. Hann livdi
sostatt eitt langt lív og luttók
í politikki alt sítt vaksna lív.
Á ævi hansara broyttist nógv
í Føroyum, og hann hevði
beinleiðis ávirkan á nógv
av tí.
Eingin persónur er ella var
lýtaleysur, hvørki núlivandi
ella deyður. Men ynski um at
geva eina so fullgóða mynd
sum møguligt av einum
persóni, heimilar ikki til at
koma við einkultstandandi
pástandum, sum partvís eru
veikt dokumenteraðir og
partvís hava lítlan týdning í
heildarmyndini. Serliga ikki
tá beinleiðis endamálið er
at broyta søguligu myndina
og »seta viðkomandi upp á
pláss«.(citat RG).
Tey fakta Rolf Guttesen
førir fram eru:
At »JP hevði norska nazistin
Adolf Hoel sum gest og agi
tator í Føroyum. JP visti, at
Hoel var nazistur«.
At »JP ikki bert eina ferð
skrivaði í í norska fascista
vinarliga tíðarritinum Norsk
Årbog. JP visti um linjuna í
hesum riti«.
Spurningurin um dømingina
og bedømingina av Hoel er
fyrst og fremst eitt norskt
mál, og tað sindrið eg havi
kannað um mannin vísir, at
norðmenn ikki bara hava neg
ativt at bera honum, tvørtur
ímóti.
Eg havi kannað eitt sind
ur um Norsk Årbok eisini.
Har stendur, at bókin kom
út í tíðarskeiðinum 1920-
39, men steðgaði í samband
við hersetingina. Bókin
verður umrødd sum eitt
týdningarmikið skrift hjá
málrørsluni, og eitt savning
armerki fyri málfólk, sum
vardu tað klassiska nýnorska
málið.
Tá ið atlit verður tikið til
tíðina í tríatiárunum verður
torført at døma Jóannes Pat
ursson fyri nakran »karak
terbrist«, tí hann hevði havt
samband við nevndu persón
ar og tíðarrit.
Rolf Guttesen avnoktar,
at hann hevur skrivað sína
grein í illsinni og hatri. Tað
kann hann sjálvandi gera,
men orðalagið vísir nakað
annað. Eg má tí endurtaka
tað sum eg skrivaði fyrru
ferð, tað eru beinleiðis sitat
úr greinunum hjá RG:
»Tíverri er eingin søgumaður,
mær vitandi, sum hevur sett
handan reaktionera bóndan
upp á pláss. Hann var ein
miðaldarleivd. Í 1930 var
hann nazi-vinur.«
»Hann dró norskar nazistar
til Føroya at agitera móti
Danmark og fyri Anschluss
til Noreg.«
»Hann var eitt umvandrandi,
miðaldarligt fossil«.
»Hetta er Junkarin, góðs
eigarin, miðaldarleivdin,
ein stokk-konservativur pol
itikkari.«
Tað er støðið í skrivingini,
sum eg reageri ímóti. Rolf
Guttesen kann hava hvørja
meining hann vil fyri mína
skuld, bæði um Jóannes
Patursson og eitthvørt ann
að mál. Men av einum uni
versitetslektara eigur ein at
krevja ein ávísan kvalitet.
Til seinast skal eg bert
viðmerkja, at eg framvegis
eri púra sannførdur um, at
tað er sjálvstýrisrørslan og
tjóðskaparkenslan, sum er
grundarlagið undir øllum
framburði í bæði Føroyum
og einum hvørjum landi. Tá
hon og kenslan av samleika
eru burtur, er stórur partur av
lívsvirðunum burtur.
Søgulig viðgerð av persónum
Jógvan
sundstein
Eg fari at takka Rolf Gutte
sen og Virgari T. Dalsgarði
fyri teirra upplýsingar og
ávdúkingar á 100 ára deg
num.
Tað er ein veruleiki, sam
bært upplýsingunum, at
J. Patursson undan seinna
veraldarbardaga
hevði
kontaktir til ein óhepnan
politiskan bólk av norðmonn
um. Tað er sera vánaligt av
blaðmanni á Sosialinum at
royna at nýta eitt »óheft«
blað at niðurgera ein flokk
á 100 ára degnum. Vil Sos
ialurin gjalda løn til slíkt
virksemi?
Sambandsflokkurin er
tann flokkur í Føroyum, ið
uttan nakað kjak hevur havt
størstu positivu ávirkan í før
oyskum politikki seinastu
100 árini. So einfalt er tað.
Hví kanna somu journalistar
ikki, hvussu nógvar millión
ir danskar krónur Norðurat
lansbólkurin brúkar fyri at
royna at loysa í Føroyum. Er
tað rætt at nýta danskar nass
arakrónur til at føra loysing
arpolitikk fyri í Føroyum. Er
tað rætt at Kubik, Hoydal &
Co skulu ferðast land og rige
runt fyri at loysa, goldið av
kassadamuni í Netto? Klárar
loysingin seg ikki uttan fleiri
milliónir danskar krónur
árliga? Er tað rætt at danski
staturin skal finansiera und
irgravingarvirksemi hjá
Høgna Hoydal? Hetta líkist
5. kolonnu virksemi. Sam
bandið hevur støði og styrki í
Føroyum og føroyinginum.
Nú Sambandsflokkurin
er 100 ár, kunnu føroyingar
ynskja sær sjálvum tilukku.
Hesin stóri flokkurin er
flokkurin hjá flestu føroy
ingum – og er størsti polit
iski flokkur í Føroyum á 100
ára degnum. Vit hava eitt
greitt og høgt mál. Nevni-
liga vælferð føroyinga. Tjóð
veldisflokkurin vil ofra væl
ferðina fyri loysing. Um alt
skramblar saman her á landi,
so vilja teir loysa.
Hesa skaðiligu politisku
ideologi er Sambandsflokk
urin eitt bolverk ímóti. Vit
verja føroyingin og føroysk
áhugamál. Føroyingar skulu
kunna búgva í Føroyum.
Í sambandi við 100 ára
haldið er ein snotulig Sam
bandssøga komin út í bók.
Eitt valaverk, ið flestu føroy
ingar vónandi koma at ogna
sær.
Nøkur
loysingarfólk
hava fingið tannabyld, nú
Sambandsflokkurin bæði
er elsti og størsti flokkur.
Sum ein kundi vænta, segði
Hergeir Nielsen tilukku á
100 ára degnum við einum
bakbiti. Ógvuliga vánaligt
má sigast. Allir eru tó ikki
so grundarringir. Tórbjørn
Jacobsen segði eitt hjartaliga
tillukku, og tað skal hann
hava tøkk fyri. Men vit eru
størstir og 100 ár.
Í samband við at J. Pat
ursson beinleiðis varð í
yvirskriftini hjá Sosialinum
í smb við 100 ára dagin
hjá Sambandsflokkinum
– líkasum fyri at royna at
niðurgera Sambandsflokkin,
eru
nakrar
søguligar
avdúkingar komnar fram.
Ella rættari, nøkur fakta,
ið ikki eru at síggja nakrar
staðir, hóast keldur eru um
viðurskiftini. Nakað, sum
loysingarhugaðir søgufrøð
ingar ongantíð hava nevnt
áður. Tað at stórir partar
av politiskum virksemi í
eitt heilt tíggjuáraskeið
heilt verður gloymt, líkist
mest manipulatión og
søgufalsan.
Sambandsflokkurin Mikli - 100 ár:
Fullur av saft og kraft
Tá Marjus Dam, løgtingsmaður, í
lesarabrævinum omanfyri skjýtur
blaðmanni og Sosialinum órein
motiv í skógvarnar í sambandi
við greinina um bókina um Sam
bandsflokkin, havi eg sum blað
stjóri nakrar viðmerkingar:
Anja Andreassen, sum hevur
skrivað bókina um Sambands
flokkin, átti sjálv orðini um
Jóannes Patursson. Vit á redak
tiónini hildu júst hesi orð lýsa
sakina sambært henni: At tað
eru tey sjálvstýrishugaðu, sum
hava myndað føroyska søguskriv
ing, at tey eisini vóru droymar
ar, meðan tað vóru sambands
menninir, sum vóru teir »skikki
ligu« realpolitikararnir.
Til stuttleikar kann eg nevna,
at á samkomuni hjá Sambands
flokkinum í Norðurlandahúsi
num á 100 ára degnum 18.
august, tosaði eg við rættuliga
nógv sambandsfólk, sum als
ikki skiltu, at Rolf Guttesen
– og nú so langt aftaná eisini
Marjus Dam – tók sær tykni
av hesum, og tað skilji eg altso
heldur ikki!
Vinarliga
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Hatta hevur tú misskilt, Marjus Dam!
løgtingsmaður
marjus
dam
Í hesum døgum verð
ur rættiliga nógv tos
að í fjølmiðlunum um
ætlanina at hava fólka
teljing í Føroyum.
Í mínum oyrum tykist
hetta vera ein sera einkul
uppgáva, tí her er væl
treytin at duga lítlutabell
og at hava vanligt vit
og skil, men frá ovastu
myndugleikunum verður
hetta gjørt til eina nærum
óloysiliga uppgávu, sum
kanska kann loysast vit
at seta bólkar og nevndir
at fyrireika arbeiðið!
Helst skilji eg ikki upp
gávuna, havi ikki fylgt
nóg væl við í tíðinda
sendingunum, og tí eri
eg ikki greiður yvir, at
hetta snýr seg um meir,
enn at duga at jelja frá 1
til umleið 50.000.
Men við at fylgja við
í starvslýsingunum hjá
tí almenna og síggja
førleikakrøvini til øll
møgulig størv, so verður
henda fólkateljing gjørt
til meir enn tað, ið eg
við mínum áhuga fyri
ættarkanning
kenni
til fólkateljingar í t. d.
1800-talinum. Tá varð
ein vanligur skilagóður
bygdamaður settur til
uppgávuna, og eg eri
ikki kunnugur við nakra
klagu um arbeiði teirra,
men kanska eru fólk í
dag meiri “innviklað” at
telja!
Vit hava eitt væl
útbygt fólkayvirlit, so
hvat meiri skal til? Leita
tit eftir ólógligum ikki
skrásettum innflytarum?
Skattaborgarar í skatt
ligu gráusonu eru í fólka
yvirlitinum!
Ella snýr hetta seg
um á mystiskan hátt at
upphevja uppgávuna og
gera seg “sjónligan”?
Tí er málið so einkult,
sum eg haldi, so verður
ætlaði arbeiðshótturin
bert ein óneyðug fíggj
arlig byrða hjá lands
kassanum,
og
síðan
verður tað ein “æra”
og eitt gott fíggjarligt
íkast hjá teimum, ið
skulu manna bólkar og
fólkateljingarráð!
Eg skal gjarna aftan
á eina frágreiðing við
ganga mín vána kunn
leika um uppgávuna. Í
hesum sambandi komi
eg í tankar um ein gaml
an
húsavíking,
sum
mátti gevast við at selja
mjólk frá mjólkineytum
í kjallaranum, tí nú
vóru funnar so nógvar
bakteriur í mjólkini, at
henda er skaðiligt at
drekka. Hann spurdi,
hvussu fólk so kundu
liva inntil nú, men har
kom einki svar, uttan at
hesi lærdu høvdu funnu
milliónir av barterium í
einum dropa av mjólk.
Tá øtaðist hann yvir
evnini hjá fólki nú á døg
um at telja!
Hans P. Strøm
og fólkateljing
eyðun M.
viderø