Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 164 - 28. august 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Heini F. Petersen úr Sandavági fyllir 70 ár 28. august 2006 Lag: Burtur á heiði Sandavágsmaður í dag fyllir sjúti fróur og spelkin hvønn dag gongur úti: - hvat man í bygdini henda? Eru teir farnir í holt við at byggja? Hendi ein skaði, har ikki varð tryggjað? Alt skal í prátinum venda. Altíð er við, tá teir eru á fjalli, gott er, tá krovini hanga í hjalli - arbeiði, ítriv og mentan. Á fjall hann gongur í Oknadali, og hvønn sást tú taka mót’ grindahvali ágrýtnan, fróan og spentan? Almikla vitan um Sandavágs søgu, virkin hann menna vil móðurmálsstøðu - førning gav næmingum sínum. Um Torkil og Ønund og sandavágsfólk, tú rúnarbant mangan ein vitjandi bólk við livandi frásagnum tínum. Áhugamál eru gudstrúgv og kirkja umsetir, lesur og fæst við at yrkja - um mentan er ei nakar ivi. Mikkjal og ‘Mil eru komnir í bók, staðarnøvn, og hvussu samferðslan ók, ja, brátt verður tað við útgivið. Verfaðir, pápi, abbi og maður lættur í sinninum, lívligur, glaður - lukku vit ynskja á degnum. Takk fyri alt gott í farnu tíð, framtíðin veri tær ljós og blíð. Harrin tær fylgi á vegnum. Heilsan frá børnunum við familju Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gjørdu mær 85 ára dagin so hugnaligan. Serstøk tøkk til tín Herborg. Harrin signi tykkum øll. Kærar heilsanir Borghild Müller Mánadagin 28. august 2006 kann Eyðbjørn Ler­ vig hátíðarhalda 30 ára starvsdag. At hava 30 ára starvsdag er eitt sindur serligt. Fyri tað fyrsta er ikki øllum ‘beskorið’ at arbeiða í so nógv ár á sama arbeiðsplássi, og tað eru heldur ikki øll, sum tíma hetta. At pápa untist at halda 30 ára starvsdag, eru vit sera glað fyri, og vilja vit tí heiðra hann við hesi heilsan. Sum so nógvir aðrir á pápasa aldri, so fór pápi til skips, tá hann var uml. 14 ára gamal. Sigldi við ymiskum skipum til Tjaldrið kom í 1976, tá hann bleiv settur í starv sum skipari, og hevur nú ført Tjaldrið í 30 ár. Í øll hesi 30 ár hava vit ikki hoyrt hann sagt nakað øvugt orð um sítt arbeiði, og má hetta merkja at honum hevur dámt væl. Pápi hevur altíð verið glaður fyri sítt arbeiði og fyri at kunna fara til arbeiðis. Hetta ávirkaði okkum børn soleiðis, at vit ikki vóru so kedd, tá hann fór avstað, men heldur gleddu okkum til hann kom aftur 14 dagar seinni. Fyri nøkrum árum síðani fór heilsan hjá pápa at bila, og varð hann tá so sjúkur, at vit ivaðust í um hann aftur fór at verða førur fyri at fara á sjógvin aftur, og vistu vit, at hetta tók honum fast. Men ein er Hann ið hægri er, og sum stýrir øllum, og eru vit Honum taksom fyri, at pápi fekk heilsuna aftur. Meðan pápi var sjúkur, segði hann ofta, at hann ynskti at kunna uppliva sín 25 ára starvsdag, hetta ynski bleiv uppfylt, og kann hann nú feira sín 30 ára starvsdag. Góði pápi, verfarðir og abbi! Vit gleðast saman við tær og ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og ynskja tær alt tað besta, og má Jesus pápi signað teg framyvir. Heilsan familjan Til Eyðbjørn Lervig á 30 ára starvsdegi Eftir heilt stutta sjúkralegu andaðist Karl Anton Klein í Vestmanna á Glostrup Amtssjúkrahúsi leygardagin 26. august, 45 ára gamal. Karl Anton var mest kendur innan tónleikaumhvørvið, ser­liga í Havn har hann undir­vísti fyri Musikkskúlan og var partur av tónleika­ umhvørvinum ART, ið er áhugafelagið hjá rokk-tón­ leik­arunum og heldur til á loftinum á Margarinfabrikkini í miðbýnum. Karl Anton var ein týð­ andi partur av føroyska tónleikaumhvørvinum og var altíð rundan um tey sum fáast við tónleik. Hann hevur hjálpt nógvum orkestrum við at koma fram sum t.d. Makrel, Lama Sea, SIC og 48 Pages. Hann hevur eisini hjálpt nógvum einstaklingum. Hann var ein eldsál og ein av stóru profilunum á føroyska tónleikapallinum. Flest allir tónleikabólkarnir í Havnini høvdu eitthvørt tilknýti til Karl Anthon. Karl Anthon var eisini sjálv­ur við í nógvum tónleika­ saman­hangum. Saman við beiggja sínum Kaj, høvdu teir orkestrið „Plastnoist“, har teir m.a. sungu kenda lagið „Kall og Svein ungi“. Hann hevði ein djúpa sangrødd, var reystur og mælskur – ein tónleikaligur víkingur sum brendi fyri rokk- tónleikinum. Karl Anton var ein einari, hann hevði sínar egnu meiningar og var ikki bangin fyri at úttala seg. Hann royndi seg eisini sum sjónleikari og hevði ein týðandi leiklut í filminum Barbara, sum var tikin upp í Føroyum í 1997. Karl Anthon var vest­menn­ ingur, hann var nummar fýra í røðini av teimum seks børnunum hjá Birgit, f. Hansen, og Jógvan Klein, bæði úr Vestmanna. Hini systkini hjá Karl Anthon eru: Jónfinn, sum býr í Vestmanna, Anna Maria og Kaj, sum bæði búgva í Århus, Óli, sum býr í Vestmanna, og Signhild, sum býr í Keypmannahavn. Karl Anthon Klein deyður