Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 28. august 2006 13 ­ Í fagrasta summarveðri – nú Klaksvíkin hevði gjørt seg kláran at halda sjómannadag hin 19. august, fingu vit boðini um at Mortan Olsen – Mortan hjá Urbanusi – var farin. Vit sum kendu hann, steðgaðu á – og kanska hildu, at tað kundi ikki passa. Men sannheit var tað. Vit vóru nærmastu skyldmenn – báð­ir av Ánaslagnum – og vit vóru klassa­kammerratar – báðir føddir í 1943. Hóast vit ikki slitu gáttirnar hjá hvørj­um øðrum, havi eg altíð mett Mortan sum ein av mínum bestu vinum. Mortan var sjómaður alt sítt lív – og ikki kann sigast annað enn, at hann byrjaði tíðliga. Hann segði mær fyri kortum, at hann var í Islandi við Sigurfarinum, sum pápin var skipara á, tann dagin hann fylti 12 ár, hin 6 august 1955. Og sjógvurin bleiv hansara. Hann var blaðungur, tá ið hann bleiv skipari á Jógvan S, og eg minnist, at ein var ikki sørt stoltur, tá ið tað frættist, at Mortan var farin at føra skip. Væl var fylgt við, hvussu tað gekk honum – og tað má sigast, at væl lá fyri. Mortan gjørdi ikki stórt hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann  var altíð blíður og eyðmjúkur, og teir sum hava verið saman við Mortan, bera honum allir alt tað besta. Tá ið tú kom á prát við Mortan, hevði hann tær gávur, at tú altíð fór “ríkari” frá honum, enn tá ið tú møtti honum, tí hann hevði altíð okkurt gott at siga tær. Kann ikki lata vera við at nevna eina longri samrøðu vit báðir høvdu fyri kortum norði á Stongum, tá ið vit hittust. Vit koma á tos um, hvussu ómetaliga nógv alt var broytt, bara okkara tíð. Ja, segði eg við hann. Tað fekk eg prógv fyri nú ein dagin. Eg mintist bæði Hans Erik, Jógvan Segl, Urbanus og Peila, men nú ein dagin sá eg ein av segluhúsmonnunum – nevnliga Mortan – kl. 1000 ein morgun koma gangandi heim gjøgnum Víkanar, et­andi ein Franskan Hotdogs úr Kiosk Vár. Og vit flentu við tárum. Tá ið vit skiltust – vóru vit samdir um, at vit høvdu nógv eftir at práta um, men tað mátti bíða til næstu ferð. Men tað bleiv ongin næstu ferð, tí tað var seinastu fer vit báðir tosaðu saman. Aftur ein av 43-árganginum er farin, og hettar minnir okkum á, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at hava ferðaseðilin kláran, tí áðrenn tú veit av, verður tú róptur út, og tað verður ov seint at fáa sær Bording Pass. Men Mortan var ferðabúgvin. Til tykkum hansara nærmastu. Mátti hin Alvaldi styrkt og troysta tykkum, nú tit hava mist ein, sum tit vóru so ómetaliga góð við – og hann við tykkum. Góði Mortan. Hvíl í friði. Jógvan E. Ósá Nú Mortan hjá Urbanusi fór um sýnina Dagurin í morgin 29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin til minnis um at Heródes læt Jóhannes Doyparan hálshøgga. Samveldissáttmáli varð gjørdur í Bergen millum Noreg og Danmark hendan dagin í 1450. Kunngjørt ver›ur fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri bróðir, mammubeiggi, pápabeiggi og svágur okkara Karl Anton Klein Vestmanna andaðist 26. august á Glostrup Amtssjúkrahúsi, 45 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Familjunnar vegna Óli Klein Prógv   21. august 2006 hevur Linda Kannu­ berg, sum tann fyrsta, lokið prógv á Landssjúkra­ húsinum í Tórshavn, sum pro­fessi­ ons­bachelor í bioanalysu.   Kæri sonur mín, pápi, verfaðir, abbi og bróðir okkara Kári av Reyni andaðist fríggjadagin 25. august, 59 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mánakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Elsa Andreas og Oddur Tey, ið vilja minnast Kára, kunnu lata Føroya Felag Móti Krabbameini eina gávu. i Lesið Sosialin