Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. august 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 164 - 28. august 2006 ítróttur SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Atli ætlar sær av landinum Tá seinasti dystur í ár er leiktur, pakkar landsliðsleikarin, Atli Danielsen, við­­føri og fer til Danmarkar FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í farnu viku visti Sosi­ al­urin at siga, at lands­ liðs­áleyparin, Christian Høgni Jacobsen, fer til Danmarkar, tá kappingin í ár er at enda komin. Nú sær út til, at Christian Høgni Jacobsen ikki verður einsamall ur um at royna eydnuna á flat­londum. Atli Danielsen hjá KÍ kann í dag vátta fyri Sosialinum, at hann eisini fer av landinum, tá KÍ hevur spælt seinasta dystin í ár. – Jú, tað er rætt, at eg fari av landinum, tá steypa- og landskappingin er liðug. Unnustan fer nið­ ur at lesa, og eg fari niður við henni og ætli mær at spæla fótbólt har. Enn er onki ítøkiligt komið upp á pláss, men Jákup í Stóru­stovu hevur verið í samband við nøkur feløg í høvuðsstaðarøkinum, greið­ir landsliðsleikarin Atli Danielsen frá. Atli Danielsen ætlar sær í fyrstu atløgu at royna eydnuna sum fót­bólts­ leikari, men hugsar eisini um at fara undir lestur av onkrum slag seinni. – Køge er eitt áhuga­ vert felag, og Jákup í Stóru­stovu hevur verið í samband við teir, men har eru eisini onnur spennandi lið í høvuðsstaðarøkinum, sigur Atli Danielsen. Útiseta fótbóltslívið er tó ikki heilt nýtt fyri Atla Danielsen, sum í fjør royndi seg eitt skifti í Noreg. – Tað gekk ikki heilt sum ætlað í Sogndal. Eg var einsamall ur, kendi ongan og tí riggaði tað onki serligt har. Men nú verður tað øðrvísi, tá eg fari niður við damuni og kenni fleiri onnur í Danmark. Tíðin í Sogndal var tó ikki til onga nyttu, tí eg lærdi eina rúgvu og fekk eisini nakrar royndir, ið eg kann taka við mær nú eg fari til Danmarkar, sigur hann. – Leikararnir hugna sær, tá vit spæla álopsfótbólt, og so ger tað onki, um teir brenna brenna viðhvørt. Sámal Erik Hentze, hjálparvenjari hjá EB/Streymi Danski dupult­fýr­ ar­in hevði ongan kjans ímóti kinesiska bátinum, men Katrin Olsen og tær tryggjaðu sær tó silvumerkini í HM-kappingini í Onglandi Kappróður Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin róði Katrin Olsen finalu í HM í Eton í Onglandi. Katrin er ein av fýra rógvarum umborð á danska dupultfýraranum, og tær høvdu vunnið sær pláss í HM-finaluni sunnu­ dagin. Í finaluni vísti kinesiski báturin ræðandi styrki og skúgvaðu all a mótstøðu til viks. Kinesiski báturin legði seg á odda frá fyrsta ára­ taki, og síðani øktu tær bara leiðsluna, til tær komu á mál fýra sekund frammanfyri Katrina og tær, sum blivu klárt nummar tvey og so­statt vunnu silvurmerki. Kinesiski báturin setti eisini nýtt heimsmet við 6,23,96. Tær áttu eisini gamla metið, sum var 6,29,87 og sostatt kliptu tær seks sekund av metinum. Danski báturin kom á mál í tóiðini 6.28,16, so fitt­ur munur var mill um bát­ar­ nar. Ta íð ein fjórðingur av teimum 2000 metrunum varð farin afturum, var kin­ es­iski báturin 1,4 sekund frammanfyri tann danska, á hálva málinum var danski báturin 2,14 sekund aftanfyri, og tá ið tríggir fjórðingar vóru farnir, var frástøðan 3,6 sekund. Ætla at venja meira Katrin Olsen staðfesti eft­ir finaluna, at tað var næsta ógjørligt at vinna á kinesiska bátinum hesa­ ferð. – Tær rógva sera væl um­borð á kinesiska bátin­ um, men vit ætla ikki at geva skarvin yvir. Vit fara at venja miðvíst fyri at betra okkum, segði Katrin Olsen við Útvarpið í gjárkvøldið. Hon vónar, at hon kann sleppa við til OL í Bejing í 2008. Tá verður róð í báti við tveimum rógvarum, og all ar tær fýra umborð á dupultfýraranum eru áhug­ aðir í at sleppa við bátinum, sum skal umboða Danmark til OL. Í næstum verður kapp­ ast um Danmarkars­meist­ ar­a­heitið, og tá skal Katrin aftur royna seg. Føroyskt silvur í HM Kvinnurnar umborð á danska bátinum vísa stoltar síni silvurmerki. Føroyska Katrin Olsen er næstfremst á myndini Mynd: Scanpix.