mánadagur 28. august 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 164 - 28. august 2006 ]
Frem og Fremad spældu javnt
Eingir føroyskir spælarar vóru á vøllinum, tá ið Frem og
Fremad Amager spældi í donsku 1. deild í gjár. Hjá Frem
spæla tríggir føroyingar, og hjá Fremad Amager spælir
ein. Bert ein av føroyingunum var við til dystin, og tað var
málmaðurin Gunnar Nielsen, sum sat á beinkinum hjá Frem
allan dystin. Frem og Fremad Amager fingu eitt mál í part,
og harvið fingu tey eisini eitt stig í part burtur úr dystinum.
Helst átti Frem at fingið meira við sær, men Fremad Amager
hevði neyðuga hepni og fekk javnleik burturúr.
AGF floppar
Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá AGF í næstbestu donsku
deildini. Stóra felagið úr Århus flutti úr superliguni seinasta
kappingarár, men vegurin aftur til superliguna er ikki heilt
so einfaldur, sum felagið kanska hevði roknað við. Í gjár
spældi AGF á heimavølli ímóti Køge, har Henrik Larsen
er venjari, og Køge vann dystin 2-1. Hildið verður, at AGF
hevur besta liðið í donsku 1. deild, men í løtuni liggja teir úr
Århus á sætta plássi við seks stigum fyri fimm dystir.
Eftir heimasigur
í frammanundan
torførari avbjóðing
er gullrákin ramur
á Eiði, sum um
átta vikur verður
tíggjunda plássið í
landinum at vinna
meistaraheitið
FORMULADEILDIN
21. UMFAR
Eyðun Klakstein
EB/Streymur verður føroya
meistari. Tað er ikki púra
vist. Men tað er lítil ella
næstan eingin ivi um, at
hetta verður veruleiki, tá
ið 27. og seinasta umfarið
í Formuladeildini verður lið
ugt spælt leygardagin 21.
oktober.
Gullkrónurnar og FM
steypið fara spælararnir í
EB/Streymi at fáa. Tað eru
góðir møguleikar fyri, at
teir teoretiskt fara at tryggja
sær FM heitið fyrri enn
so. Kanska longu eftir 25.
umfarið, tá ið oddaliðið fer
at hava spælt á Mølini móti
GÍ. Hetta verður sunnudagin
1. oktober.
Fyri einari viku síðani varð
spælt við møguleikan, at teir
í EB/Streymi høvdu fingið
gummibein. Tað varð gjørt,
tí teir á Eiði fyri fyrstu ferð
í hesum kappingarárinum
bara høvdu fingið eitt stig
burturúr tveimum dystum
á rað.
Sunnudagin var EB/Streym
ur rættuliga til próvtøku.
Teir á Mølini høvdu vitjan
av NSÍ, sum teir tvær ferðir
fyrr í ár høvdu tapt ímóti í
Runavík. Sunnudagin var
eingin slingur í valsinum
hjá EB/Streymi. Komandi
meistaraliðið vann 4-1.
Avrikið og málmunurin var
staðfesting av, at teir í EB/
Streymi ikki hava fingið
gummibein!
Tapið var tað triðja á rað
hjá NSÍ. Møguleikin at
vinna silvurmerkini er ikki
so langt burtur hjá NSÍ.
Men enn eina ferð hevur
føroyski fótbóltsheimurin
verið vitni til, at NSÍ, tá ið
tað rættuliga galt, kiksaði.
Í eina viku fekk NSÍ einki
stig burturúr móti teimum
trimum, sum hava verið
størstu kappingarneytarnir
til fyrsta FM heitið og gull
heiðursmerkini til NSÍ.
EB/Streymur hevur ikki
vunnið FM, og sjálvandi
undirstrika teir á og kring
samansetta liðið staðiliga,
at tað framvegis eru átjan
stig eftir at spæla um, og
at teir bara eru fimm stig
frammanfyri B36.
Skráin hjá teimum báð
um fremstu sær soleiðis
út í seks teimum seinastu
umførunum: EB/Streymur:
VB/Sumba (ú), Skála (h),
B68 (ú), GÍ (h), ÍF (ú) og
KÍ (h). Hjá B36: B68 (h), ÍF
(ú), HB (ú), NSÍ (ú), Skála
(h) og GÍ (ú).
Allir dystir skulu spælast,
og bólturin er rundur og
so víðari. EB/Streymur
er fimm stig frammanfyri
B36, og á pappírinum tykist
uppgávan torførari hjá B36,
enn hon tykist vera tað hjá
EB/Streymi.
Tíggju meistarar
Um ella tá tað fer at eydnast
EB/Streymi at vinna FM,
verður tað fyrsta ferðin
yvirhøvur, at EB/Streymur
ella EB ell Streymur fara at
vinna FM í bestu deildini.
Higartil hava tíggju feløg í
níggju plássum kring landið
vunnið FM. Tey eru KÍ,
ÍF, GÍ, B68, SÍ, B71, TB,
VB og B36 og HB. Hesi
bæði seinast nevndu eru úr
høvuðsstaðnum. Tí eru tað
tíggju feløg úr níggju pláss
um, sum hava vunnið FM.
EB/Streymur verður altso
ellvta meistaraliðið, og
Mølin sum umboð fyri alt
Sundalagið verður tíggjunda
plássið, har FM heitið fer at
lenda.
Tætt um tey næstu
Fyri einari viku tóktist
HB vera mest upplagdi
avbjóðarin hjá EB/Streymi.
Sunnudagin megnaði HB
bara eitt stig á heimavølli
móti Skála. B36 fekk fult í
Vági og er nú næstfremst.
At GÍ bara fekk eitt stig í
Fuglafirði og harvið spældi
javnt fyri fjórðu ferð á rað,
og ikki hevur vunnið átta
tær seinastu ferðirnar, ber
ivaleyst við sær, at møgu
leikarnir hjá GÍ at vinna
heiðursmerkir nú er lítil og
eingin.
Fýra lið eru framvegis
við í kappingini um silvur
og bronsu krónurnar. Tey
eru havnarfeløgini, NSÍ og
KÍ, sum við sera skiftandi
avriki á Svangaskarði við
bit og slit vann trý stig og
harvið styrkti um sína støðu
sammett við HB og NSÍ.
Um tríggjar vikur skulu HB
og KÍ spæla í Gundadali og
NSÍ og GÍ í Runavík. Vikuna
eftir skulu HB og B36 spæla
í Gundadali og KÍ og NSÍ í
Klaksvík. Tað kundi borið
soleiðis á, at úrslitini í hesum
innanhýsis uppgerðunum
millum oddaliðini umframt
at plasera silvur og bronsu
merkini fara at gera, at FM
heitið so at siga verður bor
ið upp í føvningin á EB/
Streymi, áðrenn teir á odda
liðnum hava roknað við at
gerast meistarar.
Einki broytt
Í stríðnum fyri at sleppa
undan niðurflyting er støð
an so at siga tann sama
eftir vikuskiftið, sum hon
var undan vikuskiftinum.
Einasta botnliðið, sum fekk
stig, var ÍF. At tað er torført
hjá botnliðunum at røkka
úrslitum, sum rættuliga gera
mun, var ÍF avrikið móti GÍ
gott dømi um. ÍF var tvær
ferðir á odda, men báðu
ferðirnar mistu fuglfirðingar
leiðsluna, sum hevði havt
borið trý stig við sær.
B68 og VB/Sumba taptu
á heimavølli. Innanhýsis
úrslitini millum trý tey
niðastu fara at hava stóran
týdning fyri, hvør fer at enda
á tveimum teimum niðastu
plássunum. Men tað er
als ikki víst, at tað verður
nóg mikið hjá ÍF og B68
at vinna innanhýsis dystin
teirra millum og tann móti
VB/Sumba.
Í 2007 verður aftur sunnu
dags fótbóltur á Sandi. Úrslit
ini hesa ferð bera við sær,
at sannlíkið fyri sunnudags
fótbólti á Argjum í 2007
vaks nógv. At AB fer at flyta
upp, fer sjálvandi at bera við
sær, at talan hjá spælarum,
sum vilja vera við í Formula
deildini, verður um nýggjan
møguleika at spæla í fremstu
røð í høvuðsstaðnum. Tað
kann fara at vísa seg at bera
fleiri spælaraflytingar við
sær, enn aðrar uppflytingar
higartil hava gjørt.
FM rekur í stríðum
streymi móti Mølini
EB/Streymur tók í gjár eitt stórt fet fram móti fyrsta FM-heitinum hjá felagsliðnum
Mynd: Sofus D. Johannesen